FFS móti FMR - førleikaviðbót

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Løn, Viðbót, annað viðurlag
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - FFS, Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Hanna Vang, Hendrik Thomsen, Leivur Michelsen
Mál
5
Ár
2014
Úrskurðardagur
05. oktober 2015
Ásetingar
§6(3)c
Lýsing
Træta um førleikaviðbót

Áseting var í sáttmála um útbúgving er kravd ella mett at vera fyrimunur, skal viðbót verða latin. Ósemja stóðst um ávís skeið leik treytirnar.
Viðgerðin
Kærurit dagfest 4. august 2014

Svarrit dagfest 2. juni 2015

Úrskurðarfundur 22. september 2015 kl. 13
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð

Innkærdi, Fíggjarmálaráðið, verður frídømt.
Málkostnaður
Hvør partur ber egnan kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur

Málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum eitt mál um tulking av sáttmála eftir § 6, nr. 3, litra c í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt.

Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um Annika Torbjarnardóttir hevur rætt til førleikaviðbót á 1.250 kr. um mánaðin fyri at hava tikið Grundskeið í Lóg á Fróðskaparsetri Føroya. Fasti Gerðarrættur skal harafturat taka støðu til, nær ein møgulig førleikaviðbót skal gjaldast frá.

Annika Torbjarnardóttir starvast sum málsviðgeri hjá Almannastovuni. Hon røkir somu uppgávur sum ein socialráðgevi.

Setanaravtalan ásetir, at Annika Torbjarnardóttir er sett eftir sáttmálanum millum FFS og FMR. Almannastovan hevur seinni sent henni skriv, har gjørt verður vart við, at hon átti at verið lønt eftir øðrum sáttmála.

Fasti Gerðarrættur metir, at tá Annika Torbjarnardóttir er sett eftir sáttmálanum millum FFS og FMR, so er sáttmálin í síni heild galdandi fyri starvssetanina hjá Anniku Torbjarnardóttir. Eftirfylgjandi skrivi frá Almannastovuni kann ikki broyta hesa rættarstøðu.

Í § 32 í sáttmálanum millum FFS og FMR er ásett soleiðis:

“§ 32 Viðbøtur
Løn samsvarandi ábyrgd og førleika:
Avtalan um viðbøtur til sjúkrarøktarfrøðingar dagfest tann 29. mai 2000 er framvegis galdandi við hesum broytingum:

Viðbøtur fyri ábyrgd:

Sjúkrarøktarstjóri á LS: 5.000,- kr./mðr.
Fyristøðukvinnur KS og SS: 5.000,- kr./mðr.
Fyristøðufólk fyri ellis-, avlamis-, hvíldar-, umlættingar-,og røktarheim og onnur: 3.800,- kr./mðr.
Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar yvirsjúkrasystrar): 3.500,- kr./mðr.
Deildarleiðarar (deildarsjúkrasystrar): 3.500,- kr./mðr.
Varadeildarleiðari (1.assistentur): 1.500,- kr./mðr.
Økisleiðarar í Heimatænastuni: 3.800,- kr./mðr.
Bólkaleiðarar í Heimatænastuni: 2.000,- kr./mðr.
Leiðarar á sambýlum: 3.500,- kr./mðr.
Leiðarar fyri heilsufrøðingar: 3.800,- kr./mðr.
Varaleiðari fyri heilsufrøðingar: 2.000,- kr./mðr.

Viðbøtur fyri førleika:

Sjúkrarøktarfrøðingar við víðari útbúgving: 2.000,- kr. um mánaðin

Sjúkrarøktarfrøðingar við aðrari útbúgving:
150 tíma teori (svarandi til 6 ECTS) 750,- kr./mðr.
180 tíma teori (svarnadi til 7 ECTS) 1.000,- kr./mðr.
210 tíma teori (svarandi til 8 ECTS) 1.250,- kr./mðr.
Við aðrar útbúgvingar skilst skipaðar og longri eftirútbúgvingar, sum kortini ikki eru víðari útbúgvingar.

Treytin fyri, at hesar viðbøtur verða latnar, er, at starvast verður á deildum við nevndu sergrein, ella innan øki, sum kunnu javnmetast( t. e. útbúgvingin er kravd ella mett at vera ein fyrimunur).”

Í § 2 í avtaluni frá 2000 um viðbøtur til sjúkrasystrar við serútbúgving og sjúkrasystrar við tilsamans 180 tímar teoretiskum prógvi stendur soleiðis:

“Sjúkrasystrar við tilsamans 180 tíma teoretiskum prógvi
§ 2. Fyri at kunna fáa hesa viðbót, skulu hesar treytir lúkast:
- skjalprógva 180 tímar teoretiskari útbúgving frá góðkendum útbúgvingarstað
- sjúkrasystirin skal starvast innan nevnu sergrein:
Onkologi
Operation
Neonathal
Cardiologi
Dialysa
Praktikkvegleiðari
Stk. 2. Fyri fulla starvstíð á Røntgendeildini verður frá 1. mars 2000 latin ein viðbót, ið er kr. 300/mðr.
Stk. 3. Er starvið parttíðarstarv verður viðbótin samsvarandi setanarbrøkinum. Viðbótin verður eisini latin tímaløntum sjúkrasystrum.
Stk. 4. Viðbótin verður útgoldin viðkomandi, tá ið Almanna- og Heilsumálaráðið mótvegis lønarútgjaldingini hevur váttað, at treytirnar fyri at fáa viðbótina eru uppfyltar.”

Kærandi hevur gjørt galdandi, at treytin fyri førleikaviðbót eftir § 32 í sáttmálanum er, at skeiðið lýkur tey ásettu krøvini til ECTS, og at skeiðið er ein fyrimunur fyri starvsetta at røkja sítt starv. Kærandi hevur víðari gjørt galdandi, at listin yvir sergreinar í avtaluni frá 2000 ikki er partur av § 32, tí innleiðingin sigur, at avtalan er galdandi við teimum broytingum, sum síðani verða nevndar í § 32. Treytin fyri førleikaviðbótum er tí ikki, at skeiðið viðvíkur einari serligari sergrein, ella at viðkomandi starvast innan sjúkrarøktarfrøðiligu økini í avtaluni frá 2000. Orsøkin til at ECTS var ásett í sáttmálanum, var nevniliga fyri at sleppa burtur frá listanum í avtaluni frá 2000.

Innkærdi hevur hinvegin gjørt galdandi, at listin yvir sergreinar í avtaluni frá 2000 enn er galdandi sum partur av § 32. Hetta kemur týðiliga fram, tí § 32 byrjar við, at avtalan enn er galdandi, eins og tað síðst í § 32 verður sipað til “nevndu sergreinar”. Um ikki listin í avtaluni er galdandi saman við § 32, so er eingin sergrein nevnd í ásetingini.

Partarnir eru sostatt ósamdir um hvussu § 32 í sáttmálanum skal lesast.

Fasti Gerðarrættur metir ikki, at orðingin í § 32 í sáttmálanum greitt vísir, hvørjir partar av avtaluni frá 2000 framvegis eru galdandi og hvørjir vera broyttir. Sambært orðaljóðinum av § 32 er tó greitt, at onkur partur av avtaluni frá 2000 framvegis er galdandi. § 2, stk. 1 í avtaluni frá 2000 snýr seg um viðbøtur fyri teoretiska undirvísing, sum ikki er eftirútbúgving. Hesar viðbøtur mugu metast at verða av sama slag, sum viðbøturnar fyri førleika í seinna petti av § 32 í sáttmálanum. § 2 í avtaluni setir sum krav fyri viðbót, at skjalprógvað verður 180 tímar teoretisk undirvísing, eins og starvast skal innan 6 nevndar sergreinar.

Tann parturin av § 32 í sáttmálanum, sum vísir til teoretiska undirvísing, er parturin um “aðra útbúgving”. Um hetta brotið verður samanhildið við § 2 í avtaluni frá 2000 sæst, at treytin um teoretiska útbúgving verður býtt meiri upp, so at viðbót kann latast fyri 150 tímar, 180 tímar og 210 tímar. At enda í § 32 í sáttmálanum verður sett sum treyt fyri førleikaviðbót, at starvast verður á deildum við nevndu sergrein ella innan øki, sum kunnu javnmetast.

Natúrliga fatanin av síðsta setninginum í § 32 má vera, at víst verður til ein lista ella eina røð av sergreinum, sum eru nevndar onkra staðni. Tá so hetta verður samanhildið við innleiðingina til § 32 í sáttmálanum og tær sergreinar, sum eru nevndar í § 2 í avtaluni frá 2000, metir Fasti Gerðarrættur, at listin yvir sergreinar í § 2 í avtaluni frá 2000 má síggjast sum ein partur av § 32 í sáttmálanum.

Spurningurin er síðani, um starvið sum socialráðgevi á Almannastovuni er umfatað av einari av nevndu sergreinunum í avtaluni frá 2000, ella kann javnmetast við tær nevndu sergreinarnar, sum allar eru innan sjúkrarøkt og heilsurøkt. Starvið sum socialráðgevari ella málsviðgeri á Almannastovuni er ikki ein av nevndu sergreinunum, og Fasti Gerðarrættur metir ikki, at talan er um eitt øki, ið kann javnmetast.

Fasti Gerðarrættur metir tí ikki, at Annika Torbjarnardóttir, vegna Grundskeið í Lóg, eigur rætt til førleikaviðbót eftir § 32 í sáttmálanum millum FFS og FMR.

Fasti Gerðarrættur er varugur við úrskurðin í málinum 02/2013, har sjúkrarøktarfrøðingar við leiðsluútbúgving áttu rætt til førleikaviðbøtur eftir § 32 í sáttmálanum, hóast leiðsluútbúgving ikki er nevnd í § 32 ella avtaluni frá 2000. Fasti Gerðarrættur metir í tí sambandinum, at umstøðurnar í málinum 02/2013 vóru grundleggjandi annaðleiðis enn í hesum máli. Talan var um viðbót, sum hevði verið latin í upp til 20 ár, uttan at mótmælt hevði verið ímóti henni.

Av hesum grundum gevur Fasti Gerðarrættur ikki kærandi viðhald í sakarkravinum.
Úrskurður sum PDF
Aftur