ETF móti FMR
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Brot, Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Kor, arbeiðsumstøður, starvstreytir, Rættindi, Viðbót, annað viðurlag
Umboð
Gunn Ellefsen, Páll Nielsen
Partar
Ergoterapeutfelagið - ETF, Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Durita Tausen, Eyðstein Djurhuus, Hanna Vang
Mál
2
Ár
2015
Úrskurðardagur
30. mars 2016
Lyklaorð
Sáttmálatulking
Ásetingar
§6(3)c, §6(3)d
Lýsing
Træta um "einaviðbót"
Ósemja er um tulkingina av § 1, stk, 3 nr. 4 í sáttmálanum millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið, um nær limir hava rætt til "einaviðbót" eftir hesi grein.

Viðgerðin
Kærurit dagfest 1. apríl 2015
Svarrit dagfest 24. juni 2015
Úrskurðarfundur 1. mars 2016 kl. 09:00
Svarrit dagfest 24. juni 2015
Úrskurðarfundur 1. mars 2016 kl. 09:00
Málkostnaður
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur
Málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum eitt mál um tulking av sáttmála eftir § 6, nr. 3, litra c í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt og sum eitt mál um brot eftir § 6, nr. 2, litra d.
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um FMR skal dømast at viðurkenna at Marianna Vang Simonsen, Turið Jacobsen og Róhild Winther hava rætt til einaviðbøtur í ávísum tíðarskeiðið, har tær starvaðust uttan ergoterapeutiska leiðslu. Fasti Gerðarrættur skal eisini taka støðu til, um FMR skal dømast at viðurkenna, at Røktar- og Umlættingarheimið Lágargarður og Boðanesheimið hava brotið § 1, stk. 3, nr. 4 í sáttmálanum millum ETF og FMR við ikki at hava latið frammanfyri nevndu ergoterapeutum einaviðbót sambært § 1, stk. 3, nr. 4 í sáttmálanum.
Grein § 1, stk. 3, nr. 4 í sáttmálanum millum partarnir er soljóðandi: “Ergoterapeutur, sum arbeiðir einsamallur og ikki sum leiðandi ergoterapeutur hevur rætt til árliga viðbót kr. 12.000 kr.“
Orðingin av ásetingini um einaviðbót hevur sambært pørtunum verið óbroytt síðani sáttmálin kom í gildið í tann 1. juni 1989.
Kærandi hevur ført fram, at ásetingin skal tulkast eftir ásetingini um einaviðbót í tí danska sáttmálanum, sum var galdandi fyri ergoterapeutar í Føroyum, áðrenn føroyskur sáttmáli kom í gildið. Danska ásetingin var soljóðandi: “De i § 2, nr. 1 omhandlede ergoterapeuter, der er beskæftiget inden for et område, hvor de er eneansvarlige og ikke står under ledelse af en anden ergoterapeut ydes et særlig tillæg på 7.350,65 kr. årligt (1. oktober 1984-niveau).”
Sambært vitnunum sum kærandi hevur ført, skuldi orðingin tulkast eins og tann danska, og semja var um, at ergoterapeutarnir skuldu hava somu rættindini eftir føroyska sáttmálanum, sum tey høvdu havt eftir tí danska. Vitni Hanna á Reynatúgvu, sum var við í tilgongdini at fáa føroyskan sáttmála, hevur greitt frá, at tað var greið ætlan og semja millum partarnir um, at rættindini eftir tí føroyska sáttmálanum skuldu vera tey somu sum eftir tí danska. Tann danski hevði verið nýttur fram til tann føroyski kom í gildið.
Kærandi hevur sum stuðul undir sínum sjónarmiðið lagt fram skjal 9, har Súsanna Danielsen tann 8. november 1994 vegna Føroya Landsstýrið váttar at vera samt við feløgunum í, at terapeutarnir á Hjálpartólamiðstøðini eiga einaískoyti samsvarandi sáttmálanum, við tað at deildarleiðarin ikki er terapeutur.
Innkærdi hevur ført fram, at í skjali 9 verða tveir persónar nevndir við navni, har annar er ergoterapeutur og hin er fysioterapeutur. Teir eru sostatt ávikavist einsamallur ergoterapeutur og einsamallur fysioterapeutur og leiðarin er ikki terapeutur.
Skjal 9 sigur tó ikki, at støðan hevði verið ein onnur, høvdu fleiri ergoterapeutar ella fleiri fysioterapeutar verið í starvi. Praksis vísir, at stovnurin hevur skilt tað soleiðis, at tað er bara leiðslan sum hevur týdning, t.v.s. eru fleiri ergoterapeutar á stovninum, men leiðarin er ikki terapeutur, so skulu ergoterapeutarnir hava einaviðbót.
Fasti Gerðarrættur metir tí, at hetta skjalið kann síggjast sum ein stuðul undir tí felags fatan av ásetingini um einaviðbøtur, sum kærandi hevur gjørt galdandi frá byrjan av.
Innkærdi hevur ikki ført vitnir ella lagt fram skjøl, sum nærri lýsa umstøðurnar í samband við, at føroyski sáttmálin bleiv gjørdur og kom í gildið. Innkærdi hevur ei heldur ført vitnir ella lagt fram skjøl sum nærri lýsa umstøðurnar rundanum skjal 9 frá Føroya Landsstýrið ella hvussu tað skjalið skal skiljast.
Soleiðis sum málið er upplýst, kann Fasti Gerðarrættur ikki síggja burtur frá frágreiðingini hjá Hannu á Reynatúgvu. Orðingin í tí føroyska sáttmálanum er ikki tann sama sum í tí danska, men Fasti Gerðarrættur metir, at skjal 9, váttanin frá Súsannu Danielsen tann 8. november 1994 vegna Føroya Landsstýrið, staðfestir, at partarnir vóru samdir um, at sáttmálaásetingin skuldi skiljast soleiðis, at terapeutar høvdu rætt til einaískoyti, tá deildarleiðarin ikki var terapeutur.
Hendan semja, um hvussu sáttmálaásetingin skuldi skiljast, má metast at hava verið praktiserað í rúma tíð.
Lønardeildin hjá FMR sendi skriv til Familju- og Heilsumálaráðið tann 15. apríl 2003, har lønardeildin vísti á sína tulking av ásetingini um einaviðbót, sum samsvarar við tað sum verður gjørt galdandi undir hesum málið. Avrit av skrivinum var sent til ETF. Familju- og Heilsumálaráðið sendi skrivi til Almannastovuna sama ár, men sambært vitninum Hallur Thomsen, vóru boðini ikki fylgd av Almannastovuni fyrr enn hann fekk kunnleika til tey í 2014. Einaviðbøtur blivu framhaldandi givnar til ergoterapeutar, sum starvaðust uttan ergoterapeutiska leiðslu.
Sambært vitnunum og framløgdu skjølunum, hava nógvir ergoterapeutar fram til nýliga fingið einaviðbøtur, tá teir hava starvast uttan ergoterapeutiska leiðslu. Innkærdi hevur hartil gjørt galdandi, at nógvir - um ikki allir - ergoterapeutarnir sum hava fingið einaviðbót, hava arbeitt einsamallir, og hava tí havt rætt til einaviðbótina sambært tulkingini hjá innkærda.
Fasti Gerðarrættur metir ikki, at FMR við skrivinum til Familju- og heilsumálaráðið í 2003 kundi broyta tulkingina av ásetingini um einaviðbøtur, og harvið taka burtur rættindi, sum vóru avtalað tá sáttmálin var gjørdur.
Av hesum grundum gevur Fasti Gerðarrættur kærandi viðhald í báðum sakarkrøvunum, soleiðis sum tey eru sett fram í málskravsritinum.

Úrskurður sum PDF