FSN móti RFF
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3))
Umboð
Jógvan Ellefsen, Páll Nielsen
Partar
Føroya Skipara- og Navigatørfelag - FS&N, Reiðarafelagið fyri Farmaskip - RFF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Hendrik Thomsen, Leivur Michelsen
Mál
2
Ár
2014
Úrskurðardagur
21. juni 2016
Lýsing
Træta um rættin hjá reiðarum til endurgjald av skeiðsútreiðslum.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip hava í sáttmálanum áseting um skeiðsvirksemi. Ósemja hevur tikið seg upp partana millum um tulking av § 11. stk. 1, um skeiðsvirksemi og rættin hjá reiðarínum til partvíst endurgjald, um sjómaður sigur upp ella verður burturvístur tvey tey fyrstu setunarárini. FSN skilir sáttmálan soleiðis, at rætturin til endurgjald bert er galdandi, um sjómaður sigur upp ella verður burturvístur, árenn hann hevur verið í starvið í tvey ár. RFF meinar, at rætturin til endurgjald røkkur longur enn tvey ára starvstíð.

Viðgerðin
Kærurit móttikið 20. juni 2014
Svarrit dagfest 30. oktober 2014
Replikkur dagfestur 2. desember 2014
Rættarmálsskriv I dagfest 12. februar 2015
Svarrit dagfest 30. oktober 2014
Replikkur dagfestur 2. desember 2014
Rættarmálsskriv I dagfest 12. februar 2015
Páhald
FSN krevur at RFF skal viðurkenna, at heimildin í § 11 í sáttmálanum, at krevja endurgjald fyri skeiðsútreiðslur, bert er galdandi, um sjómaður sigur upp ella verður burturvístur áðrenn hann hevur verið í starvið í 2 ár.
Niðurstøða
Semja er gjørd partanna millum og málið er tikið aftur úr Fasta Gerðarætti.