Fíggjarmálaráðið móti Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Umboð
Christian Andreasen, Eyðbjørn Larsen, Gunn Ellefsen
Partar
Almanna- og Heilsurøktarafelag Føroya - A&HF, Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Skipara- og Navigatørfelag - FS&N, Maskinmeistarafelagið - MMF
Rættarlimir
Elin Kamilla Sørensen, Gurið Joensen, Jógvan Jespersen
Mál
2
Ár
2025
Ásetingar
Skundmál , Sambært § 8, stk. 5, í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt, og sambært § 6(2)e í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt
Lýsing
SKUNDMÁL:
Føroya Skipara- & Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið skulu viðurkenna:
- at sáttmálarnir millum ávikavist FSN, MF og FMR eru galdandi,
- at tað var eitt óheimilað stríðsstig, tá Føroya Skipara- og Navigatørfelag boðaði Transport Workers´ Federation (ITF) frá, at eingin kollektivur sáttmáli er galdandi fyri manningina umborð á Jákup Sverra, og
- at Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið eftirfylgjandi ikki vilja vátta yvirfyri International Transport Workers´ Federation (ITF), at hóast sáttmálarnir millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelag Føroya eru uppsagdir at fara úr gildi pr. 1. oktober 2025, halda sáttmálarnir áfram til nýggir sáttmálar eru gjørdur, ella samráðingar um nýggjan sáttmála eru endaðar, og stríðsstig eru fráboðað sambært galdandi reglum og mannagongdum.
Viðgerðin
Tann 21. november2025 kl. 13:24 móttikið kærurit
Tann 24. november 2025 kl. 13:15 fyrireikandi fundur (frávik frá freist vegna serligu umstøður)
Tann 24. november 2025 móttikið svarrit, dagfest 24. november 2025 frá FSN
Tann 24. november 2025 móttikið svarrit, dagfest 24. november 2025 frá MF
Tann 24. november 2025 móttikið replikk, dagfest 24. november 2025 frá FMR
Tann 25. november 2025 kl. 19 úrskurðarfundur
Tann 25. november 2025 kl. 18:29 málið tikið aftur
Aftur