Fíggjarmálaráðið móti Føroya Skipara- og Navigatørfelag og og Maskinmeistarafelagnum
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Stríðsstig
Umboð
Eyðbjørn Larsen, Jógvan Ellefsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Skipara- og Navigatørfelag - FS&N, Maskinmeistarafelagið - MMF
Rættarlimir
Rannvá Ragnarsdóttir
Mál
1
Ár
2025
Úrskurðardagur
15. august 2025
Lyklaorð
Skundmál, um fráboðað ella tikin stríðstig eru heimilað
Ásetingar
Skundmál , Sambært § 8, stk. 5, í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt, og sambært § 6(2)e í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt
Lýsing
SKUNDMÁL:
Føroya Skipara- & Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið skulu viðurkenna, at tað er óheimilað, at feløgini nokta limum teirra at gera tænastu við avloysaraskipinum Galaxy.

Viðgerðin
Tann 13. august 2025 kl. 09:08 móttikið kærurit
Tann 13: august 2025 kl. 21 fyrireikandi fundur
Tann 14. august 2025 kl. 16 úrskurðarfundur

Niðurstøða
Tí verður sagdur hesin
Fyribils úrskurður:
Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið skulu viðurkenna, at fráboðanin til Fíggjarmálaráðið tann 25. juli 2025 um, at feløgini nokta limum teirra at gera tænastu við Galaxy, er óheimilað.

Málkostnaður
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur:
Krav um avvísing:
Sambært § 14 í sáttmála fyri Fasta Gerðarrætt (FG) kom sáttmálin í gildi tann 1. apríl 2006 fyri teir partar, sum eru nevndir í skjali 1 til sáttmálan. Partarnir í hesum máli hava allir samtykt sáttmálan.
Sambært § 6, stk. 1 í sáttmálanum fyri FG um málsførleika, hevur FG altíð førleika at gera av, um mál hoyra undir Fasta Gerðarrætt. Sambært stk. 2, litra e í FG-sáttmálanum, kann FG altíð taka støðu til, um fráboðað ella tikin stríðstig eru heimilað.
Hetta málið snýr seg um, hvørt tað er óheimilað, at feløgini nokta limum teirra at gera tænastu við avloysaraskipinum Galaxy. Vísandi til § 6, stk. 2, litra e í sáttmálanum um FG, hevur FG málsførleika at viðgera málið. Innkærdi fær tí ikki viðhald í sínum kravi um avvísing.
Fráboðan frá feløgunum um at nokta limum teirra at gera tænastu við avloysaraskipum:
Sambært upplýsingum í málinum er talan um, at tilsamans 6 limir hjá FSN og MF skulu gera tænastu við avloysaraskipinum Galaxy. Galaxy skal avloysa Smyril í ca. 8 vikur. Feløgini hava áður í 2017 og 2019 eftir áheitan frá SSL givið játtan til avloysaraskip í sambandi við arbeiðsloyvi. FSN vísti her á, at talan var um eitt avmarkað tíðarskeið. Á úrskurðarfundinum hevur Annfinnur Garðalíð greitt frá, at talan var um 2-3 vikur. Niels Juul Arge hevur greitt frá, at tíðarskeiðið hevur verið 5 vikur. Í samskiftinum (skjal H) framgongur, at í 2017 var talan um 28 dagar.
Sambært samsvarandi frágreiðingum á úrskurðarfundinum leggur FG til grund, at lønin, sum føroyska manningin, ið ætlandi skal umborð á avloysaraskipið, verður óbroytt í mun til Smyril. Eisini verður eftir samsvarandi frágreiðingum í málinum lagt til grund, at manningin hevur øðrvísi uppgávur enn vanliga umborð á Smyrli. Manningin skal virka sum loðsur, vegleiðari og vera partur av tilbúgvingini. Vegleiðarauppgávan er m.a. at vera bindilið millum føstu manningina á avloysaraskipinum og SSL og veitarar, uttan tó at vera nærri lýst undir viðgerðini av málinum. FG leggur eisini til grund, at avloysaraskipið er eitt útlendsk skip, ið er heimahoyrandi á Kypern. Ivi er tí um, hvør lóggáva er galdandi fyri føroysku manningina. Eisini er, sum málið nú er lýst, ivi um, hvussu føroyska manningin er partur av hierakinum umborð á avloysaraskipinum, og hvørja ábyrgd føroyska manningin hevur – eitt nú í neyðstøðu. Greitt er tó, at fasti skiparin á avloysaraskipinum er ovasti leiðarin umborð.
Sáttmálarnir millum partarnir viðger m.a. í § 14 og 16, hvussu mannagongdin er, tá Smyril fer í dokk. Her verður ásett, at manningin fylgir við Smyrli. Ásetingarnar lýsa ikki nærri støðuna, tá manningin skal umborð á avloysaraskipið. Sáttmálin millum partarnir hevur ásetingina í § 3, stk. 2 um flokking av nýggjum skipum, ið koma undir SSL, so skal samráðing vera millum partarnar.
FMR er av tí fatan, at tænasta við Galaxy er starvsinnihald, ið er fevnt av sáttmálanum millum partarnar m.a. tí at partarnir fyrr fleiri ferð hava havt støðuna við avloysaraskipum, tá Smyril fer í dokk, og manningar hjá feløgunum hava tá loyst av, og lønin verður óbroytt.
FSN og MF eru av tí fatan, at talan er um starvsinnihald, sum ikki er fevnt av sáttmálanum m.a. tí talan er um uppgávur, ið ikki eru nevndar í sáttmálanum, óítøkiligar uppgávur og talan er um skip heimahoyrandi í øðrum landi við aðrari lóggávu.
Ósemja er soleiðis millum partarnir, um arbeiðið hjá limunum hjá FSN og MF á avloysaraskipinum er fevnt av ella fellur uttanfyri galdandi sáttmála millum partarnar.
Partarnir hava í løtuni galdandi sáttmála. Friðarskylda er í sáttmálatíðarskeiðnum. Friðarskyldan merkir sum meginregla, at partarnir ikki kunnu seta í verk stríðsstig í sáttmálatíðarskeiðnum. Um ivamál stinga seg upp í sáttmálatíðarskeiðnum, hvørt eitt arbeiði er innan ella uttanfyri sáttmálan, er talan um tulking av sáttmálanum. Stríðsstig kunnu ikki setast í verk í sáttmálatíðarskeiðnum, fyrr enn staðfest er, hvørt arbeiðið er fevnt ella ikki fevnt av galdandi sáttmála. Partarnir (MF § 28 og FSN § 29) hava í sáttmálanum við FMR bundið seg til at leggja ivamál um at tulka sáttmálarnar fyri Fasta Gerðarrætt. Vísandi til, at partarnir hava galdandi sáttmála, og tí hava friðarskyldu í tíðarskeiðnum, sum sáttmálin er galdandi, eru stríðsstig í sambandi við ósemjur, um arbeiðið á avloysaraskipinum er innan ella uttanfyri sáttmálan, óheimilað. Kærandi fær tí viðhald í sínum málskravi.