Mál 05/2024 - Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið móti Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Arbeiðssteðgur, verkfall, verkbann, Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Samhugatiltøk, Siðvenja, Stríðsstig
Umboð
Gunn Ellefsen, Mimi Steintórsdóttir
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Arbeiðarafelag - FA, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag - KAK, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag - KAM, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - KAF
Rættarlimir
Elias Zachariasen, Leivur Michelsen, Rannvá Ragnarsdóttir
Mál
5
Ár
2024
Úrskurðardagur
03. oktober 2025
Lýsing
Málið snýr seg um, at Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag skulu viðurkenna, at tað var eitt óheimilað stríðsstig, tá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, tann 12. mai 2024, boðaðu frá arbeiðssteðgi fyri allar limir teirra, sum starvast hjá kommununum og hjá landinum at koma í gildi, tann 15. mai 2024, kl. 00.00 (á midnátt týskvøldi).
Viðgerðin
Tann 6. desember 2024 móttikið kærurit.
Tann 10. februar 2025 móttikið svarrit.
Tann 10. februar 2025 móttikið svarrit.
Niðurstøða
Tí verður sagdur hesin
ÚRSKURÐUR
Innkærdu, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeidskvinnufelag, verða frídømd.

Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.

Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur:
Niðurstøða:
Innkærdu verða frídømd.
Gerðarrætturin hevur frídømt innkærdu av hesum orsøkum.
Avvísing:
Innkærdu eru avtalupartar í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt. Í § 6, stk. 1 sáttmálanum fyri Fasta Gerðarrætt stendur um málsførleikan (1) ”Fasti gerðarrættur hevur altíð førleika at gera av, um mál hoyra undir Fasta Gerðarrætt.”
Í § 6, stk. 2 litra e stendur: “Fasti gerðarrættur kann altíð taka støðu til hesi mál: e) um fráboðað ella tikin stríðstig eru heimilað;”
Tá talan er um, at innkærdu hava gjørt sáttmála um Fasta Gerðarrætt um hendan málsførleikan, og kæran er um, at innkærdu eru farin óheimilað í verkfall, hevur Fasti Gerðarrættur málsførleika at viðgera kæruna. Málið verður tí ikki avvíst.
Frídøming:
Partarnir eru samdir um, at teir ikki hava gjørt kollektivan sáttmála. Eisini eru partarnir samdir um at fylgja tí kollektiva sáttmála, sum innkærdu hava við Føroya Arbeiðsgevarafelag, og sum í hesum føri var uppsagdur. Tá partar hava gjørt kollektivan sáttmálan, hevur hetta ávís rættindi og ávísar skyldur við sær, bæði fyri arbeiðsgevara og arbeiðstakara, herundir friðarskyldan, sum arbeiðstakari er bundin av, so leingi sum sáttmáli er millum partarnir. Tá partarnir ikki hava gjørt kollektivan sáttmála vil útgangsstøðið vera, at talan er um einstøk setanarviðurskifti millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, ið kunnu uppsigast við uppsagnarfreistini í setanarsáttmálanum. Í hesum føri eru partarnir samdir um, at einstøku setanaravtalurnar fylgja kollektiva sáttmálanum millum innkærdu og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Verkføll hava áður verið á sáttmálaøkinum – seinast í 2001 og 2003. Tá vóru limir hjá innkærdu, sum vóru í starvi hjá kærandi eisini í verkfalli. Lønardeildin og Sjóvar Kommuna gjørdu vart við, at kollektivur sáttmáli ikki var avtalaður, og tí vóru tey í starvi hjá landinum og Sjóvar Kommunu, ikki fevnd av verkfallinum. Limirnir vóru tó í verkfalli saman við teimum á privata økinum. Sum málið er lýst, er onki, sum bendir á, at hetta fekk starvsrættarligar ella aðrar fylgjur fyri starvsfólkini.
Thomas Magnussen fyrrverandi deildarstjóri á lønardeildini hevur greitt frá, at í 2001 og 2003 byrjaði man at brúka Fútarættin at steðga óheimilaðum fráboðaðum um verkføll. Hetta bleiv brúkt, tá talan var um brot á friðarskylduna, og varð ikki brúkt, tá limirnir hjá innkærdu fóru í verkfall.
Vitni, Ingeborg Vinther, hevur m.a. greitt frá, at tá arbeiðsgevarar hava lýst verkbann, so hevur hetta eisini fevnt um starvsfólk í starvi hjá kærandi.
Tá verkfall varð lýst í 2024, gjørdu kærandi vart við, at kollektivur sáttmáli ikki var gjørdur partanna millum, og avleiðingin av hesum var, at innkærdu ikki vóru fevnd av verkfallinum. Eisini var gjørt vart við, at freistin ikki var hildin og neyðugt var við nøvnunum á teimum starvsfólkum, sum fóru í verkfall.
Í fráboðanini um verkfall var ikki nevnt, hvørji ítøkilig starvsfólk vóru fevnd av verkfallinum, men at talan var um øll starvsfólk, sum vóru limir hjá innkærdu. Á úrskurðarfundinum varð greitt frá, at arbeiðsgevarar rinda limagjaldið til innkærdu soleiðis, at arbeiðsgevarar longu hava upplýsingarnar at lata kærandi. Tá hetta er støðan, metir Fasti Gerðarrættur, at fráboðanin um verkfall í sær sjálvum ikki verður ólóglig av, at nøvnini ikki vóru upplýst, tá talan var um øll starvsfólk, sum eru limir hjá innkærdu, og arbeiðsgevarin hevur upplýsingar um, hvørji hesi eru.
Tá verkfallið varð lýst í 2024, sendi Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Fasta Gerðarrætti kærurit um óheimilað stríðsstig. Málið varð tó tikið aftur. Vitni, Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu hevur greitt frá, at orsøkin til, at málið varð tikið aftur, var, at Tórshavnar Kommuna hevði ta fatan, at limirnir hjá innkærdu høvdu rætt sambært siðvenju at fara í verkfall.
Lønardeidin legði ikki málið fyri Fasta Gerðarrætt. Jan Mortensen, fyrrverandi stjóri á lønardeidlini hevur greitt frá, at orsøkin til hetta var, at politikarar ikki ynsktu at viðgera málið sum skundmál, men hetta skuldi viðgerast í friðartíð.
Sum málið er lýst skilir Fasti Gerðarrættur, at verkfallið ikki hevur havt starvsrættarligar ella aðrar fylgjur fyri limir hjá innkærdu, men at tey eru hildin fram í starvinum eftir verkfallið, sum vanligt er.
Vísandi til, at ongin kollektivur sáttmáli er millum partarnar, at limir hjá innkærdu áður hava verið í verkfalli uttan starvsrættarligar ella aðrar fylgjur – hvørki áðrenn ella eftir verkfall, at man fylgir sáttmálanum, at áður lýst verkbann eisini fevndu um limir á hesum øki, at verkfallið var lýst við somu freist, sum fyri limir á privata økinum og frágreiðing frá Heðin Mortensen um, at hetta er ein viðurkendur rættur, sum limirnir hava, at tað ikki er upplýst nøkur starvsrættarlig fylgja av verkfallinum í 2024 heldur Fasti Gerðarrættur, at verkfallið, sum innkærdu lýsti í 2024, var í samsvar við tað, sum partarnir vanliga hava gjørt, tá talan var um verkfall á privata økinum. Partarnir hava ikki, áðrenn verkfallið í 2024, tikið stig til broytingar í hesum. Undir hesum umstøðum var verkfallið ikki óheimilað. Innkærdu verða tí frídømd fyri málskravinum hjá kærandi.

Úrskurður sum PDF