Mál 04/2024 Føroya Arbeiðsgevarafelag móti Starvsfelagnum

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Brot, Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Samhugatiltøk, Siðvenja, Stríðsstig
Umboð
Jógvan Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Føroya Arbeiðsgevarafelag - FAG, Starvsfelagið - SMF
Rættarlimir
Durita Tausen, Elias Zachariasen, Gurið Joensen
Mál
4
Ár
2024
Úrskurðardagur
04. desember 2025
Lýsing
Málið snýr seg um at innkærdi skal viðurkenna, at tað var brot á friðarskylduna og/ella eitt óheimilað stríðsstig og/ella í stríð við galdandi siðvenju, tá Starvsfelagið við skrivi, dagfest 8. juni 2024, boðaði Føroya Arbeiðsgevarafelag frá samhugaverkfalli.
Viðgerðin
Tann 15. november 2024 móttikið kærurit.
Tann 11. desember 2024 móttikið fyribils svarrit.
Tann 21/3-2025 móttikið rættarmálsskriv og processkriv.
Tann 28/3-2025 formalitetsprocedura um kravið um avvísing.
Tann 5/5-2025 móttikið endaligt svarrit.
Tann 6/6-2025 móttikið replikk.
Tann 11/7-2025 móttikið duplikk.
Tann 2/9-2025 móttikið rættarmálsskriv 1.
Tann 23/9-2025 móttikið processkriv A.
Tann 31/10-2025 úrskurðarfundur.






Niðurstøða
Tí verður sagdur hesin

ÚRSKURÐUR


Innkærda Starvsfelagið skal viðurkenna, at tað var eitt óheimilað stríðsstig, tá Starvsfelagið við skrivi, dagfest 8. juni 2024, boðaði Føroya Arbeiðsgevarafelag frá samhugaverkfalli fyri allar limir felagsins, sum vóru umfataðir av sáttmálaøkinum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið t.e. sáttmálarnir, sum umfata sáttmálaøkið vegna Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.
Málkostnaður
Hvør partur ber egnan kostnað.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur

Málið er reist sambært § 6 (2) d (um brot er framt á høvuðssavtalu ella sáttmála) og e (um fráboðað ella tikin stríðsstig eru heimilað) og § 6 (3) a (um siðvenja er galdandi innan ávíst øki), c (hvussu sáttmáli skal tulkast og d (hvussu siðvenja skal tulkast).

Sakarkravið frá kærandi er, at Starvsfelagið skal viðurkenna, at tað var brot á friðarskylduna og/ella eitt óheimilað stríðsstig og/ella í stríð við galdandi siðvenju, tá Starvsfelagið við skrivi, dagfest 8. juni 2024, boðaði Føroya Arbeiðsgevarafelag frá samhugaverkfalli við skjali 1.

Kærandi hevur sum grundgeving fyri sakarkravinum m.a. víst á, at sáttmálar millum FAG og SF um Posta, Føroya Tele og Vága Floghavn vóru í gildi, tá samhugaverkfalli varð lýst, friðarskyldan var galdandi og SF var ikki partur av verkfallinum og hevði ikki ein so ítøkiligan áhuga í verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum, at hetta kann heimilað teirra samhugaverkfall. Hartil metir kærandi, at samhugaverkfallið fer út um mark, bæði tí tað er lýst á privata arbeiðsmarknaðinum uttan tíðaravmarking, og at vera galdandi fyri bæði faklærdar og ófaklærdar limir og kundi fáa óproportionalar fylgur, um tað varð sett í verk. Kærandi hevur í hesum sambandi víst á dømir uppá samhugaverkføll á bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðinum og á dómin frá 1991 í málinum BS 4592/88 og at hesi øll hava verið tíðaravmarkað.

Innkærdi hevur sum grundgeving fyri kravinum um frídøming m.a. víst á, at SF hevur áhuga í verkfallinum, tí tann karmur, sum verður lagdur í hesum sáttmálum fær ávirkan á, hvat úrslit limir hjá SF kunnu vænta sær í eini seinni sáttmálasamráðing. Eisini hevði felagið áhuga at stuðla undir at drúgva verkfallið fekk ein endað. Høvuðsverkfallið var lógligt, og samhugastríðsstigið var lýst við freist samsvarandi galdandi avtalu millum partarnar, og tað var einki í fráboðanin sum gav grundarlag fyri at halda, at samhugaverkfalli fór at vera óproportionalt.

Fasti Gerðarrættur leggur til grund fyri síni viðgerð, at fráboðanin frá Starvsfelagnum tann 8. juni 2024 um samhugaverkfall at byrja kl. 6 tann 11. juni 2024, var ein fráboðan um stríðsstig sambært § 6 (2) e í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt. Víst verður í hesum sambandi til úrskurðin frá Fasta Gerðarrætti frá 2. apríl 2025 um ikki at avvísa málið. Fasti Gerðarrættur metir seg tí hava málsføri at viðgera málið, hóast at fráboðaða samhugaverkfallið ikki varð sett í verk, tí verkfallið endaði 9. juni 2024.

Sum partarnir hava víst á í skriftvekslingini, er ikki nøkur lóg ella nakrar avtalaðar reglur millum partarnar um samhugaverkfall, annað enn tað, sum framgongur av avtaluni partanna millum um fráboðanarform og fráboðanarfreistir undan arbeiðssteðgi frá 16. januar 2015, framlagt sum skjal A.

Framlagdu skjølini og frágreiðingin frá samráðingarleiðaranum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag vísa, at av samhugaverkføllum á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum gott og væl síðstu 100 árini, er tað bert hent 2 ferðir, at man er farin út um sítt egna felag. Tey hava tó ikki verið bæði fyri ófaklærd, faklærd og starvsmenn, og hava verið lýst tíðaravmarkað til 24 tímar. Eisini samhugaverkføllini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava verið tíðaravmarkaði til 24 tímar. Samráðingarleiðarin hjá FAG vísti eisini á, at nøkur av hesum stríðsstigum ikki bera brá av at vera samhugaverkføll, men hava meira verið sum mótmælir yvirfyri politisku myndugleikunum, og at í Føroyum er ikki nøkur føst ramma um, hvat verður kallað samhugaverkfall. Eisini varð víst á, at hetta er fyrsta ferð, at SF hevur lýst samhugaverkfall mótvegis FAG.

Báðir partar hava víst á og viðgjørt dómin frá Føroya Rætti frá 5. februar 1991 ( BS 4592/1988), sum sambært kærandi er einasti dómur í rættarskipanini í Føroyum, sum viðgerð samhugatiltak. Sambært kærandi sigur dómurin, at tað í Føroyum er loyvt at seta samhugatiltak í verk, um samhugatiltøkini halda seg innanfyri teir í dóminum nevndu karmar, og er ein av høvuðstreytunum, at talan er um somu høvuðspartar í høvuðstiltakinum og samhugatiltakinum. Innkærdi hevur hinvegin víst á, at dómurin tekur útgangsstøði í donskum arbeiðsrætti og danska arbeiðsmarknaðinum, sum ikki er sambærligur við føroyska arbeiðsmarknaðin, tí í Føroyum hevur man ikki skipað seg í høvuðspartar eins og í Danmark.

Hartil hevur samráðingarleiðarin hjá FAG greitt frá, at í Danmark verða samhugaverkføll ikki nýtt í sambandi við sáttmálasamráðingar, men heldur sum tiltak yvirfyri einkultum arbeiðsgevara, sum ikki er organiseraður.

Fasti Gerðarrættur heldur, at tá eingin lóg ella avtala, annað enn nevnda avtalan um freistir og fráboðanarform, er, sum setir karmar um stríðstigini ella tiltøkini vit vanliga nevna samhugaverkfall, so eigur nevndi dómur at vera nýttur sum fordømi. Av dóminum kunnu vit draga paralellir til føroyska arbeiðsmarknaðin, hetta eisini um dómurin er um viðurskifti á almenna arbeiðsmarknaðinum, og hetta mál snýr seg um privata arbeiðsmarknaðin. Tí givið er, at – sum dómurin tykist vísa á – samhugaverkføll eru eisini ein realitetur í Føroyum, og hóast vit ikki í lógum og avtalum hava sett orð og reglar á hetta hugtak, so mugu onkrar rammur vera um eitt samhugaverkfall, m.a. so hetta ikki gerst høvuðsstríðið framum verkfallið, sum er grundarlagið fyri samhugaverkfallinum.

Í Føroyum hava vit ikki somu skipan sum í Danmark við høvuðspørtum v.m., og hvussu hetta stýrir hvussu sáttmálasamráðingar verða skipaðar. Hinvegin hava vit í Føroyum eins og í Danmark, eitt uppbýti millum almenna og privata arbeiðsmarknaðin og eitt slag av bólkabýti av arbeiðsfjøldini í ymiskar fakbólkar so sum starvsmenn, faklærd og ófaklærd, og fagkfeløgini hava skipað seg hareftir.

Tá sáttmáli er í gildi millum partarnar, er útgangsstøði, at friðarskylda er galdandi. Hetta hevur tó higartil ikki verðið sæð sum ein forðing fyri einum samhugaverkfalli í tilknýti til eitt verkfall. Tað tykist eisini hava verið støðan í dømum um samhugaverkføll, sum eru nevnd undir úrskurðarfundinum. Fasti Gerðarrættur heldur, at friðarskyldan generelt ikki forðar einum stríðsstigi í form av einum samhugaverkfalli, heldur ikki í hesum ítøkiliga førinum, men at tað kunnu vera ávísar fortreytir, sum skulu vera loknar, fyri at samhugarverfallið sum stríðsstig kann sigast at vera heimilað. Greitt er m.a., at fráboðanarfreistin í avtaluni frá 2015 skal vera hildin.

Kærandi hevur víst á, at um heimild yvirhøvur er fyri at fara í samhugaverkfall, skal samhugaverkfallið, fyri at vera eitt heimilað stríðsstig, í øllum førum lúka fylgjandi treytir:

• Høvuðverkfallið skal vera eitt heimilað stríðsstig, harundir skal tað verða lýst við nøktandi freist;
• ein nøktandi interessufelagsskapur skal vera til staðar;
• samhugaverkfallið skal vera egnað til at ávirka høvuðsverkfallið, og
• samhugaverkfallið skal vera innan fyri rímiligt mark.

Innkærdi afturvísir ikki, at nevndu fortreytir kunnu setast sum krav fyri, at eitt samhugaverkfall skal verða heimilað stríðsstig, og hevur gjørt galdandi, at fráboðaða samhugaverkfallið hjá innkærda leyk allar hesar treytir.

Hóast nevndu fortreytir ikki síggjast avtalaðar í nakrari avtalu partanna millum, men eru fortreytir sum eru kendar í donskum arbeiðsrætti, so tykja hesar fortreytir at seta so mikið saklig og rúmlig krøv til eitt samhugaverkfall, at Fasti Gerðarrættur ikki sær nakra grund til at halda, at hesar ikki eisini - skrivaðar ella óskrivaðar - eiga at vera galdandi leiðreglur í føroyskum arbeiðsrætti.

Partarnir eru samdir um, at høvuðsverkfallið var heimilað og at fráboðanarfreistin varð hildin í samband við fráboðanina frá Starvsfelagnum um samhugaverkfall.

Verkfallið, sum fráboðaða samhugaverkfallið knýtti seg at, var verkfall lýst av arbeiðarafeløgunum (Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag) fyri limir teirra á privata arbeiðsmarknaðinum, eftir at seming um nýggjan sáttmálan var miseydnað. Verkfallið var mótvegis Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Starvsfelagið var ikki partur av høvuðsverkfallinum.

Fráboðanin frá Starvsfelagnum fevndi um allar tess limir, sum arbeiddu hjá Posta, Føroya Tele og Vága Floghavn, t.v.s. bæði um faklærdar og ófaklærdar umframt starvsmenn fevndir av sáttmálunum við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fasti Gerðarrættur heldur, at hóast áhugin hjá Starvsfelagnum at fara í verkfall kann tykjast nóg ítøkiligur fyri ófaklærdu limirnar á nevndu arbeiðsplássum, so er hann so mikið generellur í mun til limirnar, sum eru starvsmenn ella faklærdir, at hetta kann samberast við generella áhugan, sum øll fagfeløg hava í, hvussu karmurin verður lagdur í sáttmálasamráðingum bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Fasti Gerðarrættur heldur tí, at fyri hendan partin av limunum, ið fráboðanin hjá Starvsfelagnum fevndi um, kann ikki sigast, at interessufelagsskapurin var nøktandi.

Formaðurin í Starvsfelagnum greiddi frá, at afturmeldingarnar felagið hevði fingið var, at sjálv fráboðanin um samhugaverkfallið hevði verið viðvirkandi til, at verkfallið endaði. Tað, at fráboðanin hjá Starvfelagnum fevndi bæði um faklærd og ófaklærd og starvsmenn, sum ikki hava sama nátúrliga interessufelagsskap sína millum, kann annars eisini verða við til at skapa iva um, í hvønn mun lýsta samhugaverkfalli var egna til at ávirka høvuðsverkfallið.

Tá fráboðanin um samhugaverkfall fevndi um bæði ófaklærdar, starvmenn og faklærdar limir hjá Starvsfelagnum á teim nevndu arbeiðsplássum, meðan tað viðkomandi verkfallið bert var fyri ófaklærda partin av privata arbeiðsmarknaðinum, heldur Fasti Gerðarrættur, at Starvsfelagið ikki hevði nøktandi interessufelagsakap fyri allar limirnar fevndir av fráboðanin um samhugaverkfall. Fasti Gerðarrættur heldur tí, at fráboðanin um samhugaverkfall fór út um mark. Fasti Gerðarrættur metir í hesum sambandi, at markið í hesum føri er ein natúrlig fylgja av, at arbeiðsfjøldin er bólkað í faklærd, starvsmenn og ófaklærd, og at feløgini, sum vóru í verkfalli, og sum Starvsfelagið vildi stuðla, vóru arbeiðararfeløgini, hvørs limir eru tey ófaklærdu.

Longu av hesum heldur Fasti Gerðarrættur, at fráboðaða samhugaverkfallið var óheimilað stríðsstig. Tí verður ikki tikin støða til, hvørt tað var í stríð við nakra galdandi avtalu ella siðvenju, at stríðsstigið ikki var lýst tíðaravmarkað.
Aftur