Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar móti Fíggjarmálaráðnum
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Løn
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - FFS, Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Elias Zachariasen, Jógvan Jespersen, Rannvá Ragnarsdóttir
Mál
3
Ár
2024
Úrskurðardagur
29. januar 2026
Ásetingar
§ 6 (3) c í Sáttmála um Fasta Gerðarrætt í Sáttmála um Fasta Gerðarrætt, § 6 næstsíðsta petti í Sáttmáli millum og Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Fíggjarmálarráðið Fíggjarmálarráðið
Lýsing
Málið snýr seg um at innkærdi skal viðurkenna, at depilsleiðari á Landssjúkrahúsinum skal lønast eftir sáttmálanum millum AKF og Fíggjarmálaráðið, smb. § 6, næstsíðta petti í sáttmálanum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøkarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið
Viðgerðin
Tann 27. september 2024 móttikið kærurit
Tann 22. januar 2025 móttikið svarrit
Úrskurðarfundur tann 12. januar 2026 kl. 9.

Niðurstøða
Tí verður sagdur hesin
ÚRSKURÐUR
Innkærdi, Fíggjarmálaráðið, verður frídømt.

Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.

Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur
Niðurstøða:
Fíggjarmálaráðið verður frídømt.
Gerðarrætturin hevur frídømt Fíggjarmálaráðið av hesum orsøkum: Sambært kollektiva sáttmálanum millum partarnar verða leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar løntir á stig 11. Umboðið fyri FMR hevur greitt frá, at ásetingin kom í sáttmálan við, at lønin til leiðarar bleiv broytt frá at hava ymisk tilskot til lønina til at vera ein bruttoløn. Umboðið fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur greitt frá, at depilsleiðarar hava verið løntir á stig 11. Hetta er eisini upplýst í øðrum máli í Fasta Gerðarrætti (Gigni). Umboðið fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur eisini greitt frá, at ongin depilsleiðari uttan masterútbúgving er í starvi longur.
Í starvslýsingini varð skrivað, at tað kann vera ein fyrimunur at hava eina master. Hetta varð ikki sett sum treyt og førleikakrav fyri at søkja starvið. Starvslýsingin vísir á, at løn verður goldin sambært sáttmálanum millum partarnar.
Kærandi hevur gjørt galdandi, at tá tað stendur í lýsingini, at tað kann vera ein fyrimunur at hava eina masterútbúgving samanhildið við, at tann, ið varð sett í starv, hevur eina master, so hevur hetta í veruleikanum verið eitt krav, og at tann setta hevur fingið starvið, tí hon hevur eina masterútbúgving, sum hon brúkar í sínum starvi. Tað er kærandi, sum hevur próvbyrðuna fyri, at hetta er so. Sum málið er lýst eru ikki upplýsingar í málinum, sum stuðla undir hesum sjónarmiði. Gerðarrætturin heldur ikki, at kærandi hevur prógvað, at tann starvssetta hevur fingið starvið, tí hon hevur eina masterútbúgving.
Sambært orðaljóðinum í kollektiva sáttmálanum verða leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar løntir á stig 11. Depilsleiðarar hava higartil verið løntir á stig 11. Vísandi til hetta, samanhildið við, at talan í starvslýsingini ikki var um, at ein masterútbúgving var eitt førleikakrav, fær kærandi ikki viðhald í málskravi sínum.

Úrskurður sum PDF