Fíggjarmálaráðið móti Havnar Arbeiðskvinnufelag
							Støða
							
					Avgreitt
						
							Rættur
							
					Fasti Gerðarrættur
						
							Umboð
							
					Djóni Thomassen, Gunn Ellefsen
						
							Partar
							
					Fíggjarmálaráðið - FMR, Havnar Arbeiðskvinnufelag - HAK
						
							Rættarlimir
							
					Durita Tausen, Elin Kamilla Sørensen, Rannvá Ragnarsdóttir
						
							Mál
							
					9
						
							Ár
							
					2023
						
							Úrskurðardagur
							
					03. november 2023
						
							Ásetingar
							
					Skundmál ,  Sambært § 8,  stk. 5,  í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt
						
							Lýsing
							
					Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um tað er eitt óheimilað stríðsstig, at Havnar Arbeiðskvinnufelag uttan nøktandi fráboðanarfreist hevur boðað frá samhugaverkfalli fyri allar limir felagsins, ið arbeiða undir sáttmála við Fíggjarmálaráðið.
						
							Viðgerðin
							
					Tann 2. november 2023 kl. 23:52 móttikið kærurit
Tann 3. november 2023 kl. 09:30 fyrireikandi fundur
Tann 3. november 2023 kl. 10:56 móttikið svarrit
Tann 3. november 2023 kl. 11:30 úrskurðarfundur

							Niðurstøða
							
					Fráboðaða samhugaverkfallið, ið Havnar Arbeiðskvinnufelag fráboðaði Fíggjarmálaráðnum tann 2. november 2023 var ikki fráboðað við nøktandi freist sambært avtalu partanna millum frá 1. juli 2014 um fráboðanarform og fráboðanarfreist. Samhugaverkfallið er tí óheimilað.
						
							Málkostnaður
							
					Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
						
							Grundgeving
							
					Fasti Gerðarrættur heldur: 
At sambært sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt stendur í § 8, stk. 5, at í málum um óheimilað stríðsstig skal fyrireikandi fundurin vera innan 24 tímar eftir kærurit er innlatið, og úrskurðarfundur verða hildin og úrskurður sagdur innan 72 tímar. Talan er sostatt um skundmál, tá Fasti Gerðarrættur skal viðgera spurning um óheimilað stríðsstig, sum í hesum máli.
Málið snýr seg um, hvørt samhugaverkfallið er fráboðað við rættari freist sambært avtalu millum partarnar. Samhugaverkfallið hevur tilknýti til lóg, ið er samtykt í sambandi við verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Lógin fevnir ikki um tey fakfeløg, ið eru partur í hesum máli. Avtalan um fráboðanarfreist hevur reglur um uppsøgn. Avtalan er ikki uppsøgd. Tá talan er um, at lógin frá 2. november 2023 um at leingja sáttmálan hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, ikki fevnir um partar í hesum máli samanhildið við, at avtalan ikki er uppsøgd eftir reglunum í avtaluni, metir Fasti Gerðarrættur, at avtalan um fráboðanarform og fráboðanarfreist er í gildi millum partarnar. Fráboðanin um samhugaverkfallið er ikki givin við freist sambært avtaluni. Fasti Gerðarrættur heldur tí, at talan er um eitt óheimilað stríðsstig.