Fíggjarmálaráðið móti Føroya Pedagogfelag
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Arbeiðssteðgur, verkfall, verkbann, Fráboðan, fráboðanarfreist, fráboðanarformur, Samhugatiltøk, Stríðsstig
Umboð
Gunn Ellefsen, Mimi Steintórsdóttir
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Pedagogfelag - FPGF
Rættarlimir
Durita Tausen, Elin Kamilla Sørensen, Rannvá Ragnarsdóttir
Mál
5
Ár
2023
Úrskurðardagur
03. november 2023
Ásetingar
Skundmál , Sambært § 8, stk. 5, í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt
Lýsing
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um tað er eitt óheimilað stríðsstig, at Føroya Pedagogfelag uttan nøktandi fráboðanarfreist hevur boðað frá samhugaverkfalli fyri sáttmálasettar limir, sum starvast á dagtilboðum hjá Almannaverkinum:
Heimaráðgevingin
Verkstaðurin Stíggjur
Verkstaðurin á Brekku
Verkstaðurin Vón
Verkstaðurin Virkni
Verkstaðurin á Bakka
Dagtilhaltið Heildin
Dagtilhaldið á Glyvrum
Dagtilhaldið Skotarók
Frítíðartilboðoð í Vági
Dagtilhaldið Liljuteigur
Heimaráðgevingin
Verkstaðurin Stíggjur
Verkstaðurin á Brekku
Verkstaðurin Vón
Verkstaðurin Virkni
Verkstaðurin á Bakka
Dagtilhaltið Heildin
Dagtilhaldið á Glyvrum
Dagtilhaldið Skotarók
Frítíðartilboðoð í Vági
Dagtilhaldið Liljuteigur
Viðgerðin
Tann 2. november 2023 kl. 23:08 móttikið kærurit
Tann 3. november 2023 kl. 09:30 fyrireikandi fundur
Tann 3. november 2023 kl. 11:04 móttikið svarrit
Tann 3. november 2023 kl. 11:30 úrskurðarfundur

Niðurstøða
Fráboðaða samhugaverkfallið, ið Føroya Pedagogfelag fráboðaði Fíggjarmálaráðnum tann 2. november 2023 var ikki fráboðað við nøktandi freist sambært avtalu partanna millum frá 15. januar 2014 um fráboðanarform og fráboðanarfreist. Samhugaverkfallið er tí óheimilað.
Málkostnaður
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur:
At sambært sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt stendur í § 8, stk. 5, at í málum um óheimilað stríðsstig skal fyrireikandi fundurin vera innan 24 tímar eftir kærurit er innlatið, og úrskurðarfundur verða hildin og úrskurður sagdur innan 72 tímar. Talan er sostatt um skundmál, tá Fasti Gerðarrættur skal viðgera spurning um óheimilað stríðsstig, sum í hesum máli.
Málið snýr seg um, hvørt samhugaverkfallið er fráboðað við rættari freist sambært avtalu millum partarnar. Samhugaverkfallið hevur tilknýti til lóg, ið er samtykt í sambandi við verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Lógin fevnir ikki um tey fakfeløg, ið eru partar í hesum máli. Avtalan um fráboðanarfreist hevur reglur um uppsøgn. Avtalan er ikki uppsøgd. Tá talan er um, at lógin frá 2. november 2023 um at leingja sáttmálan hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, ikki fevnir um partar í hesum máli samanhildið við, at avtalan ikki er uppsøgd eftir reglunum í avtaluni, metir Fasti Gerðarrættur, at avtalan um fráboðanarform og fráboðanarfreist er í gildi millum partarnar. Fráboðanin um samhugaverkfallið er ikki givin við freist sambært avtaluni. Fasti Gerðarrættur heldur tí, at talan er um eitt óheimilað stríðsstig.