Starvsfelagið móti Fíggjarmálaráðnum
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Kor, arbeiðsumstøður, starvstreytir, Løn, Rættindi, Tíð, arbeiðstíð, úrtíð, matartíð, arbeiðsdagar, Viðbót, annað viðurlag
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsfelagið - SMF
Rættarlimir
Elias Zachariasen, Jógvan Jespersen, Rannvá Ragnarsdóttir
Mál
3
Ár
2023
Úrskurðardagur
22. november 2024
Ásetingar
§ 6 (3) c í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt (tulkingarmál), § 14, stk. 2, smb. § 22 í sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið
Lýsing
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at lærlingur skal avroknast
eftir § 14, stk. 2, smb. § 22 í sáttmálanum, fyri ferðing til og frá yrkisskúla í Danmark í 2022.

Viðgerðin
Tann 11. juli 2023 móttikið kærurit.
Tann 30. oktober 2023 móttikið svarrit.
Úrskurðarfundur 4. november 2024 kl. 9.
Tann 30. oktober 2023 móttikið svarrit.
Úrskurðarfundur 4. november 2024 kl. 9.
Niðurstøða
Tí verður sagdur hesin
ÚRSKURÐUR (avvísing)
Fasti Gerðarrættur avvísir ikki málið.
Tí verður sagdur hesin
ÚRSKURÐUR (tulking)
Innkærdi, Fíggjarmálaráðið, verður frídømt.

Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.

Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur
1. Avvísing:
Løgfrøði:
Í Løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 8. desember 2023 er ásett í § 40: “Ósemja millum lærling og lærupláss kann einans verða løgd fyri yrkisnevndina, sum skal royna semju.
Stk. 2. Um so er, at semja ikki fæst í lag eftir 1. stk., kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd, smb. § 41.
Stk. 3. Ósemja kann ikki leggjast fyri dómstól ella aðrar myndugleikar enn teir, sum nevndir eru í stk. 1 og 2, samanber tó § 42, stk. 4.”
Sambært § 42, stk. 2 kann Sáttmálanevndin bert taka støðu til spurningar um tulking av arbeiðsmarknaðarsáttmálum, tá ið sáttmálanevndarlimirnir eru samdir.
Í § 1, stk. 5 í kollektiva sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið stendur, at ivaspurningar um at tulka sáttmálan verða at leggja fyri Fasta Gerðarættin.
Serligu viðmerkingarnar til § 40 í Løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar avmarka ikki tær ósemjur millum lærling og lærupláss, sum kunnu leggjast fyri sáttmálanevndina á nakran hátt. § 42, stk. 2 avmarkar tó málsræðið á tann hátt, at sáttmálanevndin bert kann taka støðu til spurningar um tulking av arbeiðsmarknaðarsáttmálum, um sáttmálanevndarlimirnir eru samdir. Tá Starvsfelagið hevur valt at leggja málið fyri Fasta Gerðarrætt, verður hetta skilt, sum Starvsfelagið ikki er samt í, at Sáttmálanevndin í hesum máli skal tulka sáttmálan við Fíggjarmálaráðið.
Undir proceduruni hevur Sigmund Poulsen avmarkað ósemjuna til at vera ein tulkingarspurning av § 14, stk. 2 jvb. § 22 í sáttmálanum millum partarnar og upplýst, at talan ikki er um ítøkiligu ósemjuna millum lærlingin og arbeiðsgevaran, hóast orðaljóðið á málskravinum.
Tá Starvsfelagið hevur lagt málið fyri Fasta Gerðarrætt og undir úrskurðarfundinum upplýst, at talan er um ein tulkingariva av § 14, stk. 2, jvb. § 22 í sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og ikki ítøkiligu ósemjuna millum lærlingin og arbeiðsgevaran samanhildið við § 42, stk. 2 í lóg um yrkisútbúgvingar um, at sáttmálanevndin bert kann taka støðu til spurningar um tulking av arbeiðsmarknaðarsáttmálum, tá ið sáttmálanevndarlimirnir eru samdir, metir Fasti Gerðarrættur seg hava málsræðið at viðgera málið. Viðgerðin verður avmarkað til tulking av sátt-málanum millum partarnar. Fasti Gerðarrættur tekur ikki støðu til ítøkiligu ósemjuna millum lærlingin og arbeiðsgevaran. Starvsfelagið fær tí viðhald í hesum parti av málskravi sínum.
2. Tulking av § 14, stk. 2 jvb. § 22 í sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið:
Í 14, stk. 2 í sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið stendur: “Ferðing í arbeiðsørindum til og frá ikki vanligum arbeiðsstaði er at rokna sum arbeiðstíð. Henda skal tó í mest møguligan mun liggja í vanligari arbeiðstíð. Ferðing millum kl. 22.00 og 08.00 verður ikki íroknað um starvsmaður fær ávíst og goldið seingjarpláss.”
Í § 22, stk. 8 í sáttmálanum stendur: “Stk. 8. Hava lærlingar undantaksvís yvirarbeiði, fáa teir yvirtíðarløn á 1. stigi í lønarflokkinum, teir koma í, tá ið teir eru útlærdir.”
Spurningurin er hereftir, um skúlin er eitt “ikki vanligt arbeiðsstað”.
Næmingaútbúgving er skipað við lóg um yrkisútbúgvingar. Í lógini er m.a. annað ásett í § 29, stk. 2, at tað er landsstýrismaðurin, sum, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, ásetur reglur um, hvussu mannagongdin skal vera, tá lærlingur fær boð um at koma í skúla.
Sambært § 30, stk. 2 í lógini um yrkisútbúgvingar er tað landsstýrismaðurin, sum eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, ásetur gjøllari reglur um, nær lærlingar kunnu verða útihýstir frá undirvísingini.
Sambært § 33, stk. 4 í lógini um yrkisútbúgvingar endurrindar landskassin partvíst læruplássinum lønina, sum tað hevur goldið lærlingi, meðan lærlingurin hevur tikið ta til læruna hoyrandi skúlagongd.
Sambært § 33, stk. 5 í lógini um yrkisútbúgvingar veitir landskassin læruplássum eitt fast gjald til ferðaútreiðslur, sum standast av, at lærlingur er noyddur at fara til Danmarkar fyri at fáa ta til læruna hoyrandi skúlagongdina.
Sambært § 34, stk. 2 í lógini um yrkisútbúgvingar kann eitt lærupláss bert sum undantak áleggja lærlingi arbeiði, sum ikki hevur samband við útbúgvingina.
Sambært § 34 í lógini galda avtalur í arbeiðsmarknaðarsáttmála ella ásetingar í lóggávu í útbúgvingartíðini.
Sáttmálin millum partarnar hevur serliga reglur fyri næmingar m.a. vísir § 16, stk. 3 til, at fyri lærlingar galda tó ásetingarnar í løgtingslóg nr. 94 frá 29.12.1998 um Yrkisútbúgvingar ella løgtingslóg nr. 107 frá 29.12.1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skriv-stovuøkið.
Sambært § 35 um næmingar í sáttmálanum millum partarnar verða lærlingar løntir 1., 2., 3. og 4. læruárið við ávikavist 40, 50, 60 og 70 % av byrjanarlønini fyri útlærd. Er lærutíðin stytri enn 4 ár, verða seinastu lønarstigini nýtt, soleiðis at seinasta heila læruár verður lønt eftir 4. lønarstigi (70 %). Er lærutíðin longri enn 4 ár, verður lønin eftir 4. læruár 80 % av lønini fyri útlærd. Stk. 2. Har lærlingur gongur á handilsskúla um dagin, verður givið honum frítt at fara í arbeiðstíðini, uttan at tíðin verður frádrigin í løn hansara. Verður skúlagongdin uttanfyri vanligu arbeiðstíðina, skal het-ta gevast aftur í vanligum tímatali. Fer skúlagongdin fram frídagar ella leygardagar, skal lærling-urin hava samsvarandi frítíð onkran av yrkadøgunum.
Sambært frágreiðingini hjá Onnu Johannesen er tað ikki er leiðslan, sum áleggur skúlan.
Læruplássið er tann verkligi parturin av útbúgvingini og skúlin er tann ástøðiligi parturin. Vísandi til, at næmingurin verður biðin um at koma í skúla til ástøðiliga partin av útbúgvingini, at arbeiðsgevari lutvíst fær endurrindað løn undir skúlagongd og ferðaútreiðslur, og at arbeiðsgevari ikki hevur leiðslurættin yvir næminginum, meðan hann er í skúla, men skúlin avgerð, hvørjar skilhaldsreglur eru galdandi fyri næmingin, herundir kunnu burturvísa næmingin, meðan hann er í skúla, heldur Fasti Gerðarrættur, at útbúgvingarstaðið ikki kann javnsetast við eitt "ikki vanligt arbeiðsstað” hjá læruplássinum, sambært § 14 í sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
§ 35 í sáttmálanum millum partarnar viðger ikki spurningin um ferðing til og frá skúla í Danmark. Grundarlag er tí ikki fyri at víðka § 35 til eisini at fevna um arbeiðstíð í samband við ferðing til og frá skúla í Danmark. Grundað í hesum fær Starvsfelagið ikki viðhald í hesum parti av málskravi sínum.