Heilsuhjálparafelag Føroya móti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3))
Umboð
Durita Sigmundsdóttir Djurhuus, Gunn Ellefsen
Partar
Heilsuhjálparafelag Føroya - HHF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - KAF
Rættarlimir
Elin Kamilla Sørensen, Gurið Joensen, Leivur Michelsen
Mál
2
Ár
2023
Úrskurðardagur
19. mai 2025
Ásetingar
§ 6, nr. 2, litra d (sáttmálabrot) og § 6, nr. 3, litra c (tulking av sáttmála), og § 4, stk. 2 í sáttmálanum millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Lýsing
Málið snýr seg um arbeiðstíðina í § 4, stk. 2 í sáttmálanum millum partarnar: "Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin. Tó eru møguleikar at gera avtalur um frávik, um arbeiðsgongdin á starvsstaðnum krevur tað[...]".

Málið snýr seg um hvørt talan er um sáttmálabrot tá heilsuhjálparar, av arbeiðsgevaranum, verða bidnir at arbeiða vaktir, ið eru annað enn 8 tímar, tá eingin avtala fyriliggur millum partarnar.
Viðgerðin
Tann 30. mai 2023 móttikið kærurit.
Tann 18. oktober 2023 móttikið svarrit.
Tann 1. februar 2024 móttikið replikk.
Tann 3. apríl 2024 móttikið duplikk.
Tann 11. juli 2024 móttikið procesrit 1.
Tann 22. august 2024 móttikið procesrit A.



Niðurstøða
Innkærdi, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, verður frídømt.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur

Sáttmálin millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

§ 4 stk. 2 í sáttmálanum partanna millum er soljóðandi:

“Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin. Tó eru møguleikar at gera avtalur um frávik, um arbeiðsgongdin á starvsstaðnum krevur tað. Partarnir eru samdir um, at arbeiðið skal skipast uttan brot í arbeiðstíðini, har tað letur seg gera ...”

Kærandi HHFF hevur gjørt galdandi, at orðingin í § 4 stk. 2 um 8 tímars dag ikki kann skiljast annarleiðis enn eftir sínum orðaljóði, at høvuðskravið sambært sáttmálanum er, at limir hjá HHFF hava krav um 8 tímars dag, at hetta ikki er tengt at starvsbrøkinum hjá einstaka starvsfólkinum ella at full tíð er í miðal 40 tímars vika. Eisini hevur HHFF gjørt galdandi, at frávik frá høvuðsregluni bert kann gerast sambært avtalu við HHFF.

Sum stuðul fyri sínum sakarkravi hevur kærandi m.a. víst á, at áseting hevur samband við ynski hjá HHFF at tryggja limum sínum ein samanhangandi arbeiðsdag við nóg nógvum tímum, at ásetingin hevur stórt virði, tí innkærdi hevur í fleiri samráðingum bjóðað ágóðar afturfyri at strika ásetingina. Kærandi vísir á, at tað er HHFF sum er sáttmálapartur, og tí er tað felagið, sum stovnarnir mugu gera avtalu við, og ikki tað einstaka starvsfólki. Kærandi hevur í hesum sambandi víst til, at forkvinnurnar báðar hava greitt frá, at stovnar ringja um frávik og vísa á, at tað ikki er formligt krav um skrivliga avtalu.

Innkærdi KAF, sum krevur frídøming hevur víst á óvissuna um, hvør ætlanin upprunaliga var við hesi 35 ára gomlu áseting, og at alt bendir á, at 8 tímars reglan er knýtt at fullum vikunormi á 40 tímar. Víst er í hesum sambandi á søguliga tilknýti til FA sáttmálan, sum heimahjálpararnir vóru partar av áðrenn 1990, og sum verður mett sum upprunin til ásetingina.

Innkærdi hevur lagt fram prógv um, at hóast ásetingina um 8 tímars dag, so er siðvenja fyri, at tað hevur verið og verður arbeitt styttri enn 8 tímar. Innkærdi hevur í hesum sambandi eisini víst á, at kærandi ikki hevur lagt fram prógv fyri, at har tað verður arbeitt stytti enn 8 tímars dag, er tað sambært avtalu um frávik við HHFF, og at frágreiðingar frá stovnum á eldraøkinum vísa, at talan er um viðurskifti, sum eru avtalaði á staðnum og ikki umvegis HHFF. Eisini hevur innkærdi víst á, at fyrrverandi forkvinnan greiddi frá, at tað sum hon kendi um avtalur um frávík, vóru støður har ynski var um at arbeiða longri enn 8 tímars dag, í flest førum 12 tímar. Innkærdi hevur eisini víst á, at kærandi setti kravið um, at fráviksavtala bert kann gerast við HHFF, fram sum sáttmálakrav í 2017. Hetta var tó avvíst av innkærda, og metir innkærdi, at kærandi tí ikki kann seta hetta fram sum sakarkrav í gerðarrættinum.

Innkærdi hevur afturvíst at hava lovað ágóðar fyri striking av orðingini um 8 tímar og víst á, at ynski um broyting á hesum øki, er grundað á ynski um at fáa sáttmálan partanna millum at líkjast meira sáttmálanum fyri heilsurøktarar.

Fasti Gerðarrættur leggur til grund, at hóast ásetingin um 8 tímars dag í § 4 stk. 2 í sáttmálanum partanna millum, er tað ein sannroynd, at heilsuhjálparar/heimahjálparar hava arbeitt og enn arbeiða styttri enn 8 tímar pr. dag.

Hetta framgongur bæði av yvirlitinum í skjal 1 og yvirlitinum í skjali WW, sum ávikavist kærandi og innkærdi hava lagt fram, og av frágreiðingunum, sum eru givnar undir úrskurðarfundinum, og av teimum dømum um mál um stytri enn 8 tímars dag, ið innkærdi hevur framlagt. Fleiri av hesum málum liggja langt aftur í tíð, og er tað tí at undrast á, at innkærdi ikki hevur lagt hetta málið fyri gerðarrættin fyrr enn nú.

Fasti Gerðarrættur er samdur við kærandi í, at 8 tímars dagur er ein høvuðsregla sambært sáttmálanum, men Fasti Gerðarrættur metir, at út frá tí framlagda um søguligu gongdina í sáttmálanum, er tað meira sannlíkt, at 8 tímars ásetingin er tengd at fullari arbeiðstíð á 40 tímar í miðal um vikuna (§ 4 stk. 1) enn, at ásetingin als einki hevur við starvsbrøkin hjá tí einstaka at gera. Eisini heldur gerðarrætturin, at frágreiðingarnar frá forkvinnunum í HHFF geva eina ábending um, at fatanin, sum felagið hevur havt av 8 tímars regluni, er broytt yvir tíð, og at ásetingin upprunaliga ikki var sædd sum eitt absolut krav um 8 tímars dag fyri allar heimahjálparar óansæð setanarbrøk.

Í ásetingini í § 4 stk. 2 er ikki beinleiðis orðing um, at frávik einans kann gerast sambært avtalu við HHFF, men orðingin tilskilar, at fortreytin fyri avtaluni um frávik er, at arbeiðsgongdin á starvsstaðnum krevur tað.

Fasti Gerðarrættur er samdur við kærandi í, at tað vildi verið mest natúrligt, at fráviksavtalur nevndar í sáttmálanum, eiga at verða gjørdar við sáttmálapart. Tað eru tó ikki framløgd prógv fyri, at føst siðvenja hevur verið fyri, at frávikini bara eru gjørd við avtalu við HHFF. Tvørturímóti hevur innkærdi ført prógv fyri, at frávikini sum oftast verða gjørd á staðnum við innanhýsis umskipanum og avtalum. At kærandi hevur sett hetta fram sum krav undir samráðingunum í 2017 bendir eisini á, at talan í roynd og veru er um eina áhugatrætu heldur enn eina rættartrætu.

Fasti Gerðarrættur metir sostatt, at tað ikki er grundarlag fyri at halda:


- at orðingin um 8 tímars regluna skal skiljast so bókstavliga sum kærandi krevur tað
- at frávík einans kann gerast við avtalu við HHFF.

Tað verður tí ikki sæð sum eitt brot á § 4 stk. 2 í sáttmálanum partanna millum, at arbeiðstíðin hjá heilsu- og heimahjálparum á arbeiðsætlan er annað enn 8 tímar um dagin, hóast avtalan um frávik ikki er gjørd við kæraran. Kærandi fær tí ikki viðhald í sínum principala sakarkravi.

Tá tað framlagda heldur ikki talar fyri, at § 4 stk. 2 skal tulkast soleiðis, at arbeiðstíðin hjá heilsu- og heimahjálparum á arbeiðsætlanini ikki kann vera annað enn 8 tímar um dagin, uttan so at avtala um frávik er gjørd við HHFF, fær kærandi heldur ikki viðhald í sínum subsidiera sakarkravi.
Aftur