Føroya Pedagogfelag móti Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3))
Umboð
Jógvan Ellefsen, Mimi Steintórsdóttir
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Pedagogfelag - FPGF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - KAF
Rættarlimir
Elin Kamilla Sørensen, Gurið Joensen, Jógvan Jespersen
Mál
1
Ár
2022
Úrskurðardagur
30. oktober 2023
Ásetingar
§ 6 (3) í Sáttmála um Fasta Gerðarrætt., § 5, stk. 1 í Sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið
Lýsing
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna:
- At semjan frá 14. januar 2018, sum hevur við sær at lønarstig fella burtur pr. 1. oktober 2019, skal tulkast soleiðis, at tá ið eitt stig fellur burtur, og starvsfólk sjálvvirkandi fer á hægri stig, skal forvunnin starvsaldur á fyrra stiginum fylgja við, soleiðis at starvsfólkið stendur samanlagt 24 mánaðir á niðurlagda stiginum og nýggja lønarstiginum, áðrenn flutt verður aftur á næsta stig.
- At § 5, stk. 1, í sáttmálanum partanna millum um starvsaldur, tá ið annað ikki serskilt er avtalað, skal tulkast soleiðis, at starvsfólk flyta við fullum starvsaldri á nærmasta hægri stig, tá ið lønarstigið, sum starvsfólkið stendur á, fellur burtur.
Viðgerðin
Tann 10. februar 2022 móttikið kærurit dagfest 9. februar 2022.
Tann 6. mai 2022 móttikið svarrit frá Fíggjarmálaráðnum.
Tann 1. november 2022 móttikið svarrit frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Tann 31. januar 2023 móttikið rættarmálsskriv 1
Tann 31. mars 2023 móttikið duplikk
Tann 2. oktober 2023 úrskurðarfundur
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda

Úrskurð

Innkærdi Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið verða frídømd.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur:

Tað er ósemja partanna millum um tulking av semjuni inngingin á Semingsstovninum 14. januar 2018.

Í semjuni verður ikki komið inn á spurningin um, hvussu flytingin av teimum starvsfólkum, sum pr. 1. oktober 2019 skuldu flyta av burturdotnu stigunum 12, 15 og 18 á nærmasta hægri stig, skuldi gerðast, t.e. um longu vunnin starvsaldur á nevndu stigum, sum falla burtur, verður varðveittur, ella um starvsfólkini fáa nýggjan starvsaldur í sambandi við flytingin á hægra stigi.

Í sáttmálanum partanna millum er í § 5 stk. 1 ásett: “Starvsaldur er tvey ár á hvørjum lønarstigi.”

Meirilutin gerðarrættardómararnir, Jógvan Jespersen og Gurið Joensen eru komnir til hesa niðurstøðu:

Meirilutin undrast á, at kravið frá kærandi ikki er lagt fyri Fasta Gerðarrætt fyrr enn í februar 2022, tá tað longu í oktober 2019 var greitt, at partarnir høvdu ymiska fatan av støðuni. Eisini undrast meirilutin á, at partarnir ikki góðu til kennar, hvussu skuldi verða við ósemjuni um semjuna frá 2018, tá semjan frá juni 2021 varð gjørd. Nevndu viðurskifti kunnu tó ikki bara lastast kærandi. Meirilutin metir tí, at passivitetur ikki eigur at hava ávirkan á hetta málið, og at tað ikki er grundarlag fyri at staðfesta, at semjan frá 2021, ger upp við 2018 ósemjuna.

Við ásetingini í § 5 stk. 1 í sáttmálanum partanna millum hava partarnir avtalu um, at starvsaldurin er 2 ár á hvørjum lønarstigi. Partarnir eru samdir um, at í hesum føri er ikki talan um at umflokka størv ella setan í hægri starv. Eisini eru partarnir samdir um, at í sambandi við semjuna frá 14. januar 2018 er einki serskilt avtalað um, hvussu flytingini frá lønarstigunum, sum fullu burtur 1. oktober 2019 til hægri stig, skal fara fram, ella hvussu hesi skulu ganga á nýggja lønarstigunum. Í hesum sambandi kann tó vísast á, at spurningurin um flyting við ella uttan lønaraldur varð umrøddur í semjuni frá 2018, tí avtalað varð millum partarnar, at leiðarar skuldu flyta yvir í nýggja lønaraskalan við fullum starvsaldri.

Meirlutin metir, at § 5 stk. 1 í sáttmálanum er at síggja sum ein avtalað meginreglan um, at starvsaldurin er 2 ár á hvørjum lønarstigi. Hendan avtalað kann frávíkjast við avtalu partanna millum og møguliga eisini við fastari siðvenju. Í hesum máli er eingin avtala gjørd um frávik frá 2 ára regluni.

Mett verður, at natúrligi málsligi týdningurin av orðingini í semjuni frá 2018, “Námsfrøðingar ... flyta á nærmasta hægra stig” samanhildið við 2 ára regluni í § 5 stk. 1 í sáttmálanum, er, at flytingin fylgir vanligu regluni um 2 ár á hvørjum lønarstigi. Meirlutin heldur, at umstøðurnar í málinum ikki tala fyri aðrari tulking, og at ásetingin í semjuni, at leiðarar flyta á nýggjan lønarskala við fullum starvsaldri, stuðlar undir, at hetta ikki er galdandi generelt fyri aðrar flytingar.

Kærandi hevur ført fram, at felagið ikki hevði góðkent semjuna frá januar 2018, um felagið visti, at innkærdu ætlaðu, at yvirflytingin skuldi vera uttan vunnan starvsaldur frá lægra lønarstiganum. Tað er tó greitt, at kærandi ikki hevur sett nakra treyt ella tikið fyrivarni hesum viðvíkjandi, áðrenn undirskriving av semjuni. Meirlutin metir, at áður gjørdu semjurnar ikki góðu kærda haldgott grundarlag at ganga út frá, at yvirflytingin skuldi gerast uttan atlit til 2 ára regluna í § 5 stk. 1 í sáttmálanum.

Sostatt verður mett, at kærandi ikki hevur lyft próvbyrðuna fyri, at føst siðvenja er, at innvunnin starvsaldur frá lægra lønarstigi fylgir við í yvirflyting til hægri lønarstig, tá einki ítøkiligt er avtalað um starvsaldur.

Meirlutin er tí komin til ta niðurstøðu, at innkærdu skulu frídømast frá kravinum frá kærandi.

Minnilutin, gerðarrættardómarin Elin Sørensen hevur fylgjandi grundgeving fyri síni niðurstøðu:

Minnilutin Elin Sørensen er ikki samd við meirilutanum í, at málsliga orðingin av semjuni í sjálvum sær stuðlar sjónarmiðunum hjá teimum innkærdu.

Minnilutin heldur, at grundreglan má vera, at vunnin starvsaldur eigur at varðveitast, um ikki annað er avtalað, beinleiðis ella óbeinleiðis, partanna millum, tá broytingar verða gjørdar í lønarstigunum.

Minnilutin metir tó, at frágreiðingin um at partarnir undir samráðingunum skrivliga avtalaðu, at leiðarar skuldu flyta yvir við fullum starvsaldri, men einki varð avtalað fyri restina av starvsfólkunum, mest náttúrliga má skiljast soleiðis, at partarnir hava verið samdir um, at tað bert eru leiðararnir, sum skulu flyta yvir við fullum starvsaldri.

Við hesum grundgevingum er minnilutin komin til ta niðurstøðu, at tey innkærdu skulu frídømast frá kravinum frá kærandi.
Úrskurður sum PDF
Aftur