Føroya Fiskimannafelag og Maskinmeistarafelagið móti Føroya Reiðarafelag
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Løn, Rættindi
Umboð
Jógvan Elias Winther Poulsen, Petur Even Djurhuus
Partar
Føroya Fiskimannafelag - FF, Føroya Reiðarafelag - FRF, Maskinmeistarafelagið - MMF
Rættarlimir
Durita Tausen, Gurið Joensen, Súni Selfoss
Mál
7
Ár
2021
Úrskurðardagur
13. desember 2022
Ásetingar
§ 6 (3) í Sáttmála um Fasta Gerðarrætt, § 17, stk. 3, (e) í sáttmálanum millum limafeløgini í Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini - Føroya Skipara og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag.
Lýsing
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at limir hjá innkærda ikki hava rætt at taka søluútreiðslur á kr. 0,25 pr. kg. av avrokning fyri túr 2020-33 frá 10. desember 2020 og avrokning fyri túr 2020-34 frá 14. desember 2020 hjá M/S Gøtunes, FD950. Víst er í hesum sambandi til § 17, stk. 3, (e) í sáttmálanum millum limafeløgini í Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini - Føroya Skipara og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag.
Viðgerðin
Tann 12. oktober 2021 móttikið kærurit.
Tann 7. februar 2022 móttikið svarrit.
Tann 6. apríl 2022 móttikið replikk.
Tann 23. mai 2022 móttikið duplikk.
Tann 9. september 2022 úrskurðarfundur ásettur.

Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð
Innkærdi, Reiðarafelagið verður frídømdur.

Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.

Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur
Spurningurin í hesum málið er, um tað fór fram ein keyp/søla av kvotu millum tvey føroysk skip, ið ikki er loyvdur frádráttur eftir § 17, stk. 3 e) í manningarsáttmálanum, tá M/S Gøtunes tilhoyrandi P/F Desin (leigað av P/F Driftin) í desember 2020 fiskaði av svartkjaftakvotu tilhoyrandi P/F Hvalnes.
Sjófeingislógin hevur ásetingar, sum áseta reglur um avhending av kvotum. Tá talan er um viðurskifti, sum fóru fram í november – desember 2020 (avtala frá november 2020 og fiskarí í desember 2020), heldur Fasti Gerðarrættur, at atlit má takast til, hvussu reglurnar um avhending av kvotum í Sjófeingislógini vóru um hetta mundi, og nær tað í hesum høpi kann sigast at vera talan um keyp og sølu av fiskirættindum.
Um avtalumundi vóru fiskirættindini hjá P/F Hvalnes ikki knýtt at ávísum skipi. Rættindahavi P/F Hvalnes kundi sostatt eftir avtalu við annan og við fráboðan til Vørn avgera, hvat skip, harundir eisini skip hjá øðrum felag, fiskaði teirra kvotu.
Fasti Gerðarrættur heldur, at bæði avhending av kvotum sambært § 31 í Sjófeingislógini og sambært § 42 í Sjófeingisfyristingarlógini eru ein meira endalig støða, enn støðan í hesum máli, har avtalað varð, at skip í eini serstøðu fiskaðu ávíst tonsatal fyri annan rættindahava. Hetta verður eisini stuðlað av, at fráboðanin, sum bleiv givin til Vørn um, at Gøtunes skuldi fiska av kvotuni hjá P/F Hvalnes, varð givin eftir reglunum um at fiska av kvotu hjá øðrum og ikki sum avhending av kvotuparti.
Fasti Gerðarrættur heldur, at tá talan ikki er um avhending av kvotu sambært Sjófeingislógini, so er hetta eisini avgerðandi fyri metanina av støðuni í hesum máli. Í hesum sambandi verður viðmerkt, at § 17, stk. 3 e) er avtalað undir aðrari fiskivinnulóggávu, og hevur sum útgangsstøði, at tað eru føroysk skip, sum eiga kvotur og selja kvotur millum sín. Hetta er ikki støðan í hesum máli. Her eru tað ikki skip, sum gera avtalu um keyp og sølu av kvotum, men um eitt reiðarí, sum hevur kvotu og við avtalu um ávíst gjald, letur skip hjá øðrum reiðaríi fiska av síni kvotu. Eisini av hesi grund, er § 17, stk. 3 e) ikki avgerðandi fyri støðuna í hesum máli.
Av frágreiðingunum, sum givnar vórðu undir úrskurðarfundinum, varð greitt, at broytta fiskivinnnulóggávan, har farið varð yvir til, at rættindi blivu slitin frá stálinum, og at bæði persónar og feløg kundu vera rættindahavarar, ávirkaði støðuna í sáttmálasámráðingunum í 2019. Hetta tí fleiri viðurskifti millum reiðarí og manning kravdu nýggjar ásetingar, tí verðandi sáttmáli varð ikki tilpassaður nýggju støðuni.
Innkærdi hevur í hesum sambandi dokumenterað, at í sáttmálasamráðingunum í 2019 umrøddu partarnir støðuna, har rættindahavari ikki er skipaeigari og hvørji krøv manningarfeløgini høvdu í hesum sambandi, men sum Reiðarafelagið avvísti. Semja fekst ikki og endin varð, at Semingsstovnurin kom uppí. Partarnir báðir góðkendu at loysa støðuna við at seta eitt stk. 5 inn í § 20, sum er soljóðandi: “Tá skip fiskar fyri annan rættindahavara, skal manningin frammanundan hava at vita, hvussu skipið verður avroknað fyri túrin, áðrenn mynstrað verður.”
Tilgongdin til hesa áseting saman við frágreiðingini frá Ólavi Gunnarsson, fyrrverandi formanni í Maskinmeistarafelagnum, Kristoffur Laksá, ráðgeva hjá Reiðarafelagnum og Stefan í Skorini, stjóra í Reiðarafelagnum gera, at Fasti Gerðarrættur heldur, at hendan áseting er gjørd sum seráseting fyri støðuna, har skip fiskar fyri annan rættindahavara. Fasti Gerðarrættur heldur tí, at partarnir við orðingini av § 20, stk. 5 góðkendu, at onnur avtalað, sum ikki sæst fastløgd í stk. 5 ella í sáttmálanum annars, er galdandi fyri støðuna, har skip fiskar fyri annan rættindahava.
Ásetingin í § 20, stk. 6, sum eisini kom inn í sáttmálan við semjuni í 2019 (nágreinað í 2020), varð avtalað sum framhald av støðuni í stk. 5, har fiskað verður fyri annan. Stk. 6 snýr seg um støðuna, har skip fiskar av felags- ella eginkvotu hjá skipi í øðrum skipabólki, og hvat søluvirði tá skal koma til avrokning. Meðan stk. 6 sostatt snýr seg um at fiska kvotu í øðrum skipabólki, má stk. 5 mótsetningsvís fatast sum at fiska av kvotu fyri annan í sama skipabólki, sum er tilfeldi í hesum máli. Hetta bendir eisini á, at tá fiskað verður fyri annan í sama skipabólki, so eru eisini aðrar reglur galdandi fyri avrokning fevnd av avtaluni, ið nevnd er í stk. 5, enn fyri avrokning eftir stk. 6.
Tá avhending ikki er farin fram av kvotu ella kvotuparti, er frádráttarforboðið í § 17, stk. 3 e) ikki av týdningi fyri málið. Fasti Gerðarrættur heldur, at heldur ikki onnur áseting í sáttmálanum kann metast at seta forboð fyri, at avtalaða gjaldið millum P/F Driftin/P/F Desin og P/F Hvalnes fór av óbýttum, tá Gøtunes í desember 2020 fiskaði av kvotu hjá P/F Hvalnes. Fasti Gerðarrættur gevur tí ikki kærandi viðhald í sínum málskravi, men fríkennur innkærda frá málskravinum hjá kærandi.
Viðmerkt verður, at frágreiðingin, sum skiparin gav undir úrskurðarfundinum, gav ikki vissu fyri, at øll manningin varð kunnað um, hvussu teir blivu avroknaðir, áðrenn mynstrað varð, soleiðis sum ásett er í § 20, stk. 5. Tað eru tó ongar ásetingar í sáttmálanum um, hvat manglandi kunning førir til. Tá tað heldur ikki eru framløgd skjøl ella frágreiðingar sum ítøkiligt prógv fyri, at onkur av manningini ikki varð kunnaður áðrenn mynstring, hevur Fasti Gerðarrættur ikki grundarlag fyri at staðfesta, at talan er um brot í § 20, stk. 5.

Úrskurður sum PDF