Maskinmeistarafelagið, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag móti Føroya Reiðarafelag
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Starvsendan, uppsøgn, burturvísing, Útinnan (s.b. FG §11))
Umboð
Jógvan Elias Winther Poulsen, Petur Even Djurhuus
Partar
Føroya Fiskimannafelag - FF, Føroya Reiðarafelag - FRF, Føroya Skipara- og Navigatørfelag - FS&N, Maskinmeistarafelagið - MMF
Rættarlimir
Leivur Michelsen, Rannvá Ragnarsdóttir, Vígdis Johannesen
Mál
5
Ár
2021
Úrskurðardagur
29. september 2022
Lyklaorð
Uppsøgn, Uppsagnarløn , Sáttmáli, Uppafturtøka
Ásetingar
§ 6 (3) í Sáttmála um Fasta Gerðarrætt, § 2, stk. 8 í Sáttmála millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið, § 11 (2) í Sáttmála um Fasta Gerðarrætt
Lýsing
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at limir hjá kærandi, sum hava silgt við skipinum Skørin FD 750, eru at meta sum uppsagdir, og hava krav um uppsagnarløn, sambært § 2, stk. 8 í sáttmálanum millum feløgini, tá skip verða løgd.
Viðgerðin
Tann 7. juni 2021 móttikið kærurit.
Tann 8. juli 2021 móttikið fyribils svarrit.
Tann 14. desember 2021 móttikið replikk.
Tann 21. januar 2022 móttikið endaligt svarrit.
Tann 31. mars 2022 móttikið rættarmálsskriv 1.
Tann 28. apríl 2022 móttikið rættarmálsskriv 2.
Tann 11. mai 2022 móttikið duplikk.
Tann 14. juni 2022 og 1. september 2022 úrskurðarfundir.
Tann 21. oktober 2022 Áheitan um uppafturtøku noktað

Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur samsvarandi niðurstøðu meirilutans tí henda
ÚRSKURÐ
Innkærdi, Reiðarafelagið, verður frídømt.

Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.

Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur
Meirilutin gerðarrættardómararnir, Leivur Michelsen og Rannvá Ragnarsdóttir, eru komnir til hesa niðurstøðu:
Í § 2, stk. 2 í sáttmálanum millum partarnar stendur, at tænastan byrjar beinanvegin, sum mynstrað er. Er onki serstakt tilskilað við ámynstringina er tænastan galdandi fyri ein túr í senn.
Sáttmálin ásetur fráboðanarskyldu, tá øll manningin túrin frammanundan, ikki sleppur við aftur og tá skip verða løgd fyribils eftir stk. 3. Sáttmálin sigur í stk. 4, hevur maðurin verið við skipi, og eru ikki onnur boð send honum innan 3 samdøgur áftaná, at túrur er av, kann hann rokna seg sum bidnan við aftur, um farið verður nýggjan túr hjá sama reiðarí.
Óli Jacobsen hevur greitt frá, at § 2, stk. 3 varð sett í sáttmálan í 1973. Orsøkin var, at ongar reglur vóru av nøkrum slag og menn mynstraðu ein túr í senn. Tað kundi henda, at menn vóru eftir uttan skipsboð, tá skipið fór aftur til fiskiskap. Hetta vóru øll samd um, ikki skuldi henda. Óli Jacobsen hevur somu frágreiðing sum í rættarmálinum frá 1999, at stk. 4 og stk. 5 mugu metast sum eitt kompromis, tí Føroya Skipara- og Navigatørfelag kravdi, at uppsagnarreglurnar í sjómannslógini vórðu nýttar. Føroya Reiðarafelag var ímóti uppsagnarreglum í heila tikið. Eisini framgongur av tí málinum av frágreiðingini hjá Jákup Sólstein fyrrverandi formanni í reiðarafelagnum, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag ynskti at fáa reglurnar úr sjómannslógini settar í sáttmálan. Hetta varð avvíst av Reiðarafelagnum, ið ikki kundi ganga við til, at uppsagnarreglurnar í sjómannslógini skuldu kunna nýtast á fiskiskipum. Í frágreiðingini stendur, at tað sum liggur í reglunum er, at ein reiðari ikki kann koyra ein skipara í land uttan grund. Harafturímóti hevur tað aldrin verið meiningin at seta beinleiðis uppsagnarreglur svarandi til reglurnar í sjómannslógini í sáttmálan.
Talan er sostatt um viðurskifti, ið fyrr eru umrødd millum partarnar uttan, at § 1, stk. 2 um, at tænastan er galdandi ein túr í senn er broytt og ásetingin er soleiðis í samsvar við § 6, stk. 5 í lóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki sum sigur, at á fiskiskipum er starvssetanin galdandi ein túr í senn, tá túrur byrjar og endar í Føroyum, tá annað ikki er avtalað.
Sáttmálin sjálvur lýsir ikki ítøkiliga, nær og hvat skal til fyri, at talan er um eina uppsøgn. Sáttmálin sigur tó í stk. 9, at tá reiðari/skipari ynskir at siga skipara ella manning upp, eigur hetta at verða gjørt skrivligt. Sáttmálin tekur í § 2, stk. 11 støðu til, at undir uppiløgu, verftsuppihaldi v.m. av tí skipi, skipari og manning vanliga gera tænastu umborð á, kunnu hesir og reiðari gera skrivliga avtalu um, at skipari og manning fær loyvi til at gera tænastu við øðrum skipi hjá øðrum reiðara, uttan at missa rætt til uppsagnarfreist, men at hendan tænasta ikki telur við í hansara starvsaldri. Sáttmálin gevur sostatt møguleika fyri, at skip liggja fyribils uttan, at talan er um uppsøgn. Sambært skrivinum frá reiðarínum, dagfest 5. mars 2021 verður upplýst, at Skørin ikki fer aftur til fiskiskap í løtuni orsakað av manglandi manning. Eftir 5. mars 2021 eru royndir gjørdar at manna Skørina, men hetta hevur ikki eydnast. Skørin hevur fiskiloyvi í 2022, og sambært upplýsingum frá reiðaranum, klár at fara avstað til fiskiskap, um hon verður mannað.
Vísandi til hesi viðurskifti heldur Fasti Gerðarrættur ikki orðingarnar í sáttmálanum millum partarnar kunnu tulkast soleiðis, at orðingarnar víðkast til, at talan er um uppsøgn, tá skip sum í hesum føri verða løgd fyribils. Fasti Gerðarrættur heldur ikki, at kærandi hevur prógvað, at reiðaríið hevur uppsagt manningina í tí beinleiðis samskifti, teir hava havt sínámillum. Innkærdi verður tí frídømdur.
Sergrundgeving:
Gerðarrættardómarin Vigdis Johannesen er komin til fylgjandi niðurstøðu:
Av teimum grundum, sum kærarin hevur ført fram, atkvøði eg fyri, at Fasti Gerðarrættur gevur teimum kærandi viðhald soleiðis at:
Innkærdi verður dømdur at viðurkenna, at limir hjá kærandi, sum sigldu við M/S Skørin FD750, tá skipið varð lagt tann 19. februar 2021, sum ikki sjálvir fóru í land, eru at meta sum uppsagdir og hava krav um uppsagnarløn sambært grein 2, stk. 12, tá skip verða løgd.
Serliga vísi eg á, at tá reglan um uppsøgn og uppsagnarfreistir eru ásettar í kollektivum sáttmála, so kann ein reiðari ikki lata skipið liggja, uttan at siga manningini frá, at tey eru uppsøgd, soleiðis at tey vita, at setanarliga tilknýti til reiðarin er av. Ein arbeiðsgevari á landi kann jú heldur ikki steingja sítt virkið, og harvið gerast leysur av skyldum sínum mótvegis teimum starvsfólkum, hann hevur í starvi.
Avleiðingin av, at manningin onga fráboðan fær, er, at fólkið ikki veit um tey framvegis hava skyldur sum starvssett hjá reiðaranum.
Tað at reiðarin onga fráboðan um uppsøgn letur manningini, kann ikki betra rættarstøðu reiðarans, soleiðis at reiðarin sleppur undan skyldum sínum, og tí má ein støða sum henda í roynd og veru metast sum ein uppsøgn.
Serliga greitt má hetta vera, tá als eingin trupulleiki er hjá einum reiðara, at geva manningini fráboðan um, at fólkið ikki longur er í starvið hjá reiðaranum.
Tað at sáttmálin harumframt hevur reglu um, at tænastan er galdandi fyri ein túr í senn, kann ikki frítaka reiðaran fyri skyldur hansara, tá manningin skal sigast upp, tí løgfrøðiliga má skiljast millum starvssetanina og sjálva tænastuna umborð á skipinum.
Málsliga má skiljast millum hugtøkini tænasta, sum vanliga merkir sjálvt tað at røkja arbeiði, mynstra umborð, og starvssetan ella starv, sum er at seta í starv ella loysa úr starvið. Sprotin.fo.
Hesin munur í orðingum kann, samanborið við regluna í sáttmálanum grein 2, stk. 11, sum vísir at uppiløga ikki slítur starvssetanina, stuðlar avgerandi teimum sjónarmiðum, sum kærarin hevur ført fram og tá einki er lagt fram sum prógv fyri hvussu sáttmálapartarnir upprunaliga hava ætlað at orðingin skal tulkast, og heldur einki avgerandi prógv fyri hvussu grein 2 hevur verið praktisera, so mugu vit brúka natúrligu málsligu tulkingina í sáttmálagreinini, og geva kæraranum viðhald.

Sergrundgeving
Úrskurður í gerðarrættarmáli nr. 05/2021
Maskinmeistarafelagið, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag ímóti Føroya Reiðarafelag
Áheitan um uppafturtøku:
Jógvan Elias Winther Poulsen hevur tann 30. september 2022 vegna Maskinmeistarafelagið, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag heitt á Fasta Gerðarrætt um at uppafturtaka málið sambært § 11, stk. 2 í sáttmálanum.
Tann 12. oktober 2022 hevur Jógvan Elias Winther Poulsen vegna Maskinmeistarafelagið, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag latið Fasta Gerðarrætti hesar grundgevingar fyri áheitanini:
“Sum grundgeving fyri áheitanini skal eg vísa til, at talan er um avgerð, sum viðvíkur sera týðandi reglum í sáttmálanum hjá feløgunum, sum eru partur av málinum. Spurningurin um, hvussu reglurnar um uppsøgn, sum eru í sáttmálanum, skulu skiljast, hava avgerandi týdning fyri feløgini og limirnar hjá feløgunum, sum eru fevndir av sáttmálanum.
Avgerðin hevur týdning sum fordømi fyri onnur líknandi mál frameftir og fyri rættarstøðuna í einstøku málunum millum føroysk reiðarí og limir hjá manningarfeløgunum. Allir limir hjá Føroya Fiskimannafelagi, Maskinmeistarafelagnum og Føroya Skipara- og Navigatørfelagi, sum sigla við føroyskum fiskiskipum, kunnu í starvsviðurskiftum sínum verða ávirkaðir av avgerðini í hesum málinum.
Tað talar fyri at lata allan Fasta Gerðarrættin viðgera málið, at talan er um tulking av sentralum parti av sáttmálanum, nevniliga reglunum um uppsøgn og hvussu hesar skulu skiljast í mun til eina ávísa faktuella støðu. Avgerðin í hesum málinum avgerð tí ikki bara konkretu ósemjuna, men vil eisini hava týdning fyri hvussu sáttmálin frameftir verður brúktur.
Tað talar eisini fyri at leggja málið fyri allan gerðarrættin, at talan er um mál, sum greitt hevði verið kært til landsrættin, um talan var um avgerð, ið Føroya Rættur hevði tikið.
Av tí orsøk, at talan er um mál, sum er av stórum týdningi fyri, hvussu sáttmálin millum partarnar skal skiljast, og tí at talan er um mál, sum hevur týdning fyri so stóran skarða av limum, er tað metingin hjá Maskinmeistarafelagnum, Føroya Fiskimannafelagi og Føroya Skipara- og Navigatørfelagi, at málið er so mikið týðandi, at tað eigur at verða roynt av øllum gerðarrættinum.
Tí verður heitt á Fasta Gerðarrætt um at taka málið upp sum sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimir eru við.”
Í viðmerkingum frá Petur Even Djurhuus, adv. vegna Føroya Reiðarafelag latið Fasta Gerðarrætti tann 17. oktober 2022 eru sakarkrav og -grundir:
SAKARKRAV:
Vegna innkærda verður við hesum mótmælt umbønini frá kærandi um at taka málið upp aftur, og verður kravt, at Fasti Gerðarrætturin avvísir umbønini.
SAKARGRUNDIR:
Innkærdi skal við hesum grundgeva soleiðis nærri fyri hesum kravi sínum um, at umbønin verður avvíst:
Fylgjandi framgongur av grein 11 til sáttmálan um fasta gerðarrættin:
(1) Úrskurður hjá Fasta Gerðarrættinum er endaligur og kann ikki skjótast inn fyri hægri rætt.
(2) Í serligum føri kunnu formenninir tó í semju, eftir áheitan frá parti, innan fyri fýra vikur frá úrskurði, taka málið upp aftur av nýggjum sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimir eru við.
Úr viðmerkingunum til sáttmála um Fasta Gerðarrætt kann hetta vera tikið fram hesum viðvíkjandi:
Undir yvirskriftini “Mannagongdir” (s. 4 í viðmerkingunum), loksins í teimum er ført fram:
“Endaligir úrskurðir hjá Fasta Gerðarrætti kunnu ikki kærast. Í heilt serligum førum kann Fasti Gerðarrættur tó innan fýra vikur frá endaliga úrskurði sínum taka mál uppaftur, um málspartur kann vísa á prinsipiellar spurningar í úrskurðinum, sum Fasti Gerðarrættur eigur at viðgera nærri. Tá eru allir gerðarrættarlimirnir við í viðgerðini.”
Víðari er í viðmerkingunum til sáttmála um fasta gerðarrætt í § 5 ”Úttiknir gerðarrættarlimir” (s. 10 í viðmerkingunum) nevnt m.a. hetta:
“Mál tikin upp aftur sambært § 11 (2) eru mál, ið eftir úrskurðin vísa seg at vera um prinsipiellar spurningar, ið hava týdning út um ítøkiliga málið, og sum allir gerðarrættarlimir eiga at fáa høvi til at taka støðu til”
Loksins er í viðmerkingunum til sáttmála um Fasta Gerðarrætt í § 11 (s. 18 í viðmerkingunum) undir yvirskrift “Endaligur úrskurður” m.a. framført hetta:
“Sáttmálapartarnir binda seg við sáttmálanum til at góðtaka, at úrskurðir hjá Fasta Gerðarrætti eru endaligir. Undantak frá hesum er møguleikan hjá gerðarrættarformanninum og næstformanninum at semjast um, at taka málið uppaftur sum týðandi mál, ið allir gerðarrættarlimir eiga at hoyra. Hetta kann henda í serliga prinsipiellum málum, sum kunnu fáa týdning sum fordømi fyri allan arbeiðsmarknaðin ella tað á annan hátt er týðandi at allir gerðarrættarlimir taka støðu til. Í slíkum málum eigur eftir grundreglunum í rættargangslógini at vera loyvt øðrum pørtum á arbeiðsmarknaðinum at leggja uppí málið.”
Útgangsstøðið er soleiðis greitt, at úrskurðir hjá FG eru endaligir og kunnu ikki skjótast inn fyri hægri rætt. Bert í serligum førum kunnu mál takast upp aftur sum týðandi mál. Í viðmerkingunum til gerðarrættarsáttmálan er um hetta undir § 5 viðmerkt, at talan skal vera um mál “ið eftir úrskurðin vísa seg at vera um prinsipiellar spurningar, ið hava týdning út um ítøkiliga málið, og sum allir gerðarrættarlimir eiga at hava høvi til at taka støðu til.”
Sera avgerandi er innan gerðarrættarinstituttið, at gerðarrættarúrskurðir eru endaligir og soleiðis ikki kunnu avgerast aftur av nýggjum. Hetta er júst ætlanin við hesum institutti, og verður tí vanliga nýtt innan virksemi har partar hava tørv á at fáa eina skjóta og endaliga avgerð, at greiða eina íkomna fløkju í kontinuerligum samstarvi millum tveir partar. Á arbeiðsmarknaðinum hevur ein júst tørv á skjótum og endaligum avgerðum í tvídráttum og er Fasti Gerðarrætturin eisini júst avtalaður fyri arbeiðsmarknaðin. Var hetta ikki so, kundu partarnir á arbeiðsmarknaðinum nýtt vanligu rættarskipanina.
Við hesum, sáttmálaásetingunum og autoriseraðu viðmerkingunum til gerðarrættarsáttmálan í huga, má avgjørt bert kunna koma uppá tal at taka avgjørt og avsluttað gerðarrættarmál upp aftur til nýggja viðgerð tá hesi kriterium eru lokin:
1) Talan skal vera um heilt serlig føri
2) Talan skal um mál av týdningi
3) Talan skal vera um viðurskifti, ið eru komin upp eftir úrskurðin
4) Málið skal viðvíkja serliga principiellum viðurskifti, ið røkka útum ítøkiliga málið.
Ad. heilt serlig føri
Avvíst verður greitt at slík serlig føri fyriliggja í hesum máli. Hetta málið snúði seg bert um spurningin hvørt reiðarin á Skørini, tá skipið kom inn av túri 19. februar 2021, hevði lagt skipið endaliga og sagt manningini upp ella um skipið tá bert var lagt fyribils og manningin ikki søgd upp. Fyri at fáa greiði á hesum spurningi vóru skriv reiðarans til menn í manningini løgd fram, umframt at reiðari, skipari og manning vóru avhoyrd í rættinum fyri at fáa greiði á hvussu reiðarin hevði fyrihildið seg mótvegis teimum einstøku pørtunum av manningini tá skipið kom inn av túrinum 19. februar 2021 og í tíðini eftir.
Talan er soleiðis um eitt mál, har spurningurin var um prógvað var at manning var søgd upp ella ikki. Gerðarrættarmeirilutin kom til ta niðurstøðu, at sáttmálin ikki kann tulkast so víðkandi, at talan er um uppsøgn, tá skip sum í hesum føri verða løgd fyribils. Víðari sigur gerðarrætturin tí at “Fasti Gerðarrætturin heldur ikki, at kærandi hevur prógvað, at reiðaríið hevur uppsagt manningina í tí beinleiðis samskifti, teir hava havt sínámillum. Innkærdi verður tí frídømdur.” Gerðarrætturin sjálvur leggur soleiðis í avgerð síni áherðslu á prógvini í málinum. Eitt slíkt konkret grundað mál verður ongantíð serligt.
Ad. serliga principiel viðurskifti, ið røkka útum ítøkiliga málið
Tulkingin í málinum snýr seg bert um tulking av § 2 í sáttmálanum millum øðrumegin Føroya Reiðarafelag (innkærda) í málinum og hinumegin manningarfeløgini Føroya Skipara- & Navigatørfelag, Maskinmeistarfelagið og Føroya Fiskimannafelag (kærararnar í málinum) og hevur soleiðis onga ávirkan á aðrar partar av arbeiðsmarknaðinum. Allir partar, ið eru raktir av hesi tulking, vóru soleiðis umboðaðir í gerðarrættarmálinum. Málið hevur soleiðis á ognan hátt virkna útum sjálvt málið, nevniliga spurningurin um tað at leggja eitt skip fyribils er at meta sum ein uppsøgn av manningini eftir § 2 í galdandi sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini.
Soleiðis gerst slíkt mál á ongan hátt principielt og røkkur als ikki útum málið sjálvt.
Ad. Viðurskifti eftir at úrskurður fyriliggur
Í § 5 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrættin er ásett, at gerðarrættarformaðurin ger av hvussu gerðarrætturin skal vera mannaður í einstøku málunum, herundir ger formaðurin av um um gerðarrætturin í serliga prinsipiellum ella týðandi málum skal vera mannaður við øllum gerðarrættarlimunum (§ 5 (3) c). Í hesum gerðarrættarmáli, varð hildin fyrireikandi fundur hin 12. oktober 2021 og boðaði gerðarrættarformaðurin tá frá, at gerðarrætturin bleiv mannaður við trimum limum og spurdi um partarnir høvdu viðmerkingar til tess. Tað høvdu hvørgir av pørtunum og tískil bleiv málið avgjørt av trimum gerðarrættarlimum.
Gerðarrættarmálið hevur á ongan hátt broytt karakter frá málið byrjaði og fram til nú úrskurðurin fyriliggur. Er tað so, at kærarin metir málið at vera prinsipielt ella av stórum týdningi, so átti kærarin undir fyrireiking av málinum, at ført hetta fram og kravt at gerðarrætturin verður mannaður av øllum gerðarrættarlimum. Tað gjørdi hann ikki. So nú at koma við slíkum eftirfylgjandi, tá úrskurður fyriliggur í málinum, eigur bert av vera loyvt um viðurskiftini, ið gera eitt mál prinsipielt ella av stórum týdningi, eru komin fram eftir at málsviðgerðin av einum gerðarrættarmáli er farin í gongd. Tað er als ikki galdandi í hesum máli, har viðkomandi fakta, nevniliga um tað at leggja eitt skip fyribils skal tulkast sum ein uppsøgn av manning.
Hetta framgongur eisini beinleiðis av autoriseraðu viðmerkingunum til sáttmálan, har ásett er, at talan skal vera um mál “ið eftir úrskurðin vísa seg at vera um prinsipiellar spurningar, ið hava týdning út um ítøkiliga málið, og sum allir gerðarrættarlimir eiga at hava høvi til at taka støðu til”.
Ad. mál av týdningi (viðmerkingar til umbøn kærarans).
Kærarin førir í grundgeving síni fyri at málið eigur at vera tikið upp aftur, fram, at talan er um avgerð sum viðvíkur sera týðandi sentralum reglum í sáttmálanum hjá feløgunum og sum kann vera fordømi fyri onnur líknandi mál millum somu partar.
Avvíst verður at málið eigur at vera tikið upp aftur av hesi grund tíansheldur at kravið um at málið m.a. skal vera av týdningi, er lokin.
Fyrst er hertil at viðmerkja, at reglurnar um uppsøgn á ognan hátt eru av slíkum týðandi slagi, at tulking av hesi áseting av sær sjálvum eigur at viðføra, at málið skal vera tikið upp aftur. Her skal vera lagt afturat, at tulkingarspurningurin hevur verið hin sami alla tíðina og er tað so, at málið hevði slíkan týdning, so átti kærarin at biðið um at fáa gerðarrættin mannaðan við øllum gerðarrættarlimunum smb. § 5 (3) c í sáttmálanum, men varð tað ikki gjørt (sí viðmerking omanfyri hesum viðvíkjandi). At koma við slíkari umbøn nú, eftir at avgerð er fallin, er avgjørt ein roynd at “appellera” málið, ið als ikki hevur heimild í sáttmálanum fyri gerðarrættin.
Áherðsla skal eisini vera løgd á, at málið snýr seg bert um sjálvan sáttmálan, ið er galdandi fyri allar partar fevndar av gerðarrættarmálinum. Málið hevur soleiðis als ikki týdning útum málið sjálvt. Sakarkravið í málinum varð júst, at innkærdi skuldi viðurkenna, at limir hjá kærandi, sum sigldu við M/S Skørini FD 750, tá skipið varð lagt tann 19. februar 2021, og sum ikki sjálvir fóru í land, eru at meta sum uppsagdir og hava krav uppá uppsagnarløn sambært § 2, stk. 12, tá skip verða løgd. Málið hevur onga ávirkan á nakran annan part á arbeiðsmarknaðinum.
Ad. verandi praksis hjá Fasta Gerðarrættinum
Bert í tveimum førum hevur Fasti Gerðarrætturin tikið mál upp aftur eftir § 11 (2) í sáttmálanum og er tað í málinum 01 og 02 / 2010 FMR ctr. Starvsmannafelagið og málið FG 06/2017 FMR ctr. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Í báðum førum er talan um mál, har úrskurðurin hevur haft týdning útum sjálvt málið. Sum framført omanfyri, so røkkur hetta mál á ongan hátt útum verandi málið og verandi partar og tí stuðlar verandi praksis hjá Fasta Gerðarrættinum fyri nær mál kunnu takast upp aftur á ongan hátt umbønini hjá kæraranum um at taka málið upp aftur.
Formenninir í Fasta Gerðarrætti hava umrøtt málið og eru komnir til hesa niðurstøðu:
Í niðurstøðuni hjá meirilutanum í úrskurðinum í FG 05/2021 framgongur m.a. “Sambært skrivinum frá reiðarínum, dagfest 5. mars 2021 verður upplýst, at Skørin ikki fer aftur til fiskiskap í løtuni orsakað av manglandi manning. Eftir 5. mars 2021 eru royndir gjørdar at manna Skørina, men hetta hevur ikki eydnast. Skørin hevur fiskiloyvi í 2022, og sambært upplýsingum frá reiðaranum, klár at fara avstað til fiskiskap, um hon verður mannað.
Vísandi til hesi viðurskifti heldur Fasti Gerðarrættur ikki orðingarnar í sáttmálanum millum partarnar kunnu tulkast soleiðis, at orðingarnar víðkast til, at talan er um uppsøgn, tá skip sum í hesum føri verða løgd fyribils. Fasti Gerðarrættur heldur ikki, at kærandi hevur prógvað, at reiðaríið hevur uppsagt manningina í tí beinleiðis samskifti, teir hava havt sínámillum. Innkærdi verður tí frídømdur.“
Talan er um eina meting av ítøkiligu umstøðunum í málinum, ið førir til, at tulkingin av § 2 um uppsøgn í sáttmálanum millum partarnar ikki víðkast til, at talan er um uppsøgn í hesum føri. Vísandi til hetta meta formenninir, at talan er ikki um eitt serliga prinsippielt mál, sum kann fáa týdning sum fordømi fyri allan arbeiðsmarknaðin ella tað á annan hátt er týðandi, at allir gerðarrættarlimirnir taka støðu. Grundarlag er tí ikki fyri at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð sum týðandi mál.
Formenninir eru samdir um at nokta áheitanini um uppafturtøku av FG 05/2021.
Formenninir avgera sostatt:
Noktað verður áheitanini um uppafturtøku av FG 05/2021.
Tórshavn 21. oktober 2022
Gurið Joensen og Rannvá Ragnarsdóttir

Úrskurður sum PDF