Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar móti Fíggjarmálaráðnum
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Løn
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - FFS, Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Gurið Joensen, Jógvan Jespersen, Vígdis Johannesen
Mál
4
Ár
2021
Úrskurðardagur
08. apríl 2022
Ásetingar
§ 6, nr. 3, litra c í Sáttmála um Fasta Gerðarrætt
Lýsing
Vegna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður sett fram málskrav um, at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at starvsfólk hjá Heilbrigdi eigur rætt til munin millum útgoldna løn og løn sum "leiðari 5" ávíst tíðarskeið eftir nýggjari lønartalvu hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Málið varð avvíst frá Føroya Rætti sum verandi tulkingarmál.
Viðgerðin
Tann 4. juni 2021 móttikið kærurit.
Tann 11. august 2021 móttikið svarrit
Tann 24. mars 2022 kl. 9 úrskurðarfundur

Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð
Innkærdi Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at NN í starvi sínum hjá Heilbrigdi eigur rætt til munin millum útgoldna løn og løn sum ”Leiðari 5” eftir lønartalvuni hjá Felagnum Føroyskir Sjukrarøktarfrøðingar í tíðarskeiðnum frá tann 1. oktober 2017, til hon fór úr táverandi starvi sínum tann 28. februar 2020.

Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.

Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur
Sambært § 6 (1) í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt hevur Fasti Gerðarrættur altíð førleika at gera av, um mál hoyra undir Fasta Gerðarrætt. Sambært § 6 (3) c kann Fasti Gerðarrættur, um sáttmáli ella annað loyvir tí, taka støðu til, hvussu sáttmáli skal tulkast.
Í hesum føri hevur Føroya Rættur avvíst málið vísandi til, at sakarkravið um frídøming varð grundað á ósemju um tulkingin av semjuni frá 2018 millum FFS og FMR, og at sambært § 35 í sáttmálanum skulu mál um tulking av sáttmálanum leggjast fyri Fasta Gerðarrætt.
Við semjuna millum FFS og FMR kom nýggj lønartalva (skjal 7) í gildi afturvirkandi frá 1. oktober 2017. Sum málið er lagt fram, snýr ósemjan seg um, hvørt NN frá 1. oktober 2017 og til hon fór úr starvinum á Heilbrigdi tann 28. februar 2020, skuldi lønast sum Leiðari 2 á stig 8 ella sum Leiðari 5 á stig 11. Tá ein tulking av sáttmálanum sostatt er avgerðandi fyri málið, metir Fasti Gerðarrættur seg hava málsføri at viðgera málið.
NN varð sett í starv á Heilbrigdi tann 1. november 1988 við starvsheitinum yvirsjúkrasystur (skjal 1) og lønt sambært avtalu við stovnin og Dansk Sygepleråd, Føroya Deild sambært klassiferingsnøgle E á skala 27. Eftirfylgjandi er starvsheitið broytt til “leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur“. Hetta sæst m.a. av skrivi frá 2009 frá táverandi leiðaranum á Heilbrigdi (skjal 2), har kunnað varð um lønarviðurskiftini hjá NN. Óvist er tó, hvønn hetta skrivið var sent til. Av sama skrivi sæst eisini, at NN um hetta mundi var lønt sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur eftir 40 lønarstigi í sáttmálanum millum FFS og FMR.
Í samband við at Heilbrigi í 2010 fekk boð um, at lønarútgjaldingarnar skuldu avgreiðast umvegis lønarskipan landsins, skuldi Heilsumálaráðið m.a. frá Heilbrigdi hava yvirlit yvir størvini á Heilbrigdi, starvheiti og lýsing av innihaldinum í starvinum (AU) og verandi innplasering av starvsfólkunum. Út frá hesum gjørdi Heilsumálaráðið tann 1. november 2010 eina niðurstøðu um innplaseringina av einkultu størvunum (AW). Um starvið hjá NN stóð m.a. sjúkrarøktarfrøðingur og “Fær løn sambært sáttmálan við Føroya Sjúkrarøktarfrøðingarfelag, stig 40. ... Mett verður, at lønin verður óbroytt. Eisini við atliti til, at hon hevur verið í starvi síðan 1988. Um NN fer úr starvi, skal innplaseringin fyri avloysaran takast upp til revisión.” Vitni HS greiddi í hesum sambandi frá, at hóast hetta, so kom starvsheiti “leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur” á lønarseðilin hjá NN. Hon helt, at hetta mátti verða hent í sambandi við innleggingina á Gjaldstovuni, og tí lønin ella grundlønin hjá NN var sum hjá teim leiðandi sjúkrarøktarfrøðingunum.
Tá leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar frá tann 1. oktober 2014 blivu løntir á lønastigi 42, fór lønin hjá NN eisini uppá lønarstig 42, og varð hon á lønarstigi 42, tá FFS og FMR í 2018 gjørdu semju um nýggja lønartalvu við gildi frá tann 1. oktober 2017. Ávísur krónumunur var tó millum lønina hjá NN og leiðarum innan sjúkrahúsverkið, sum eisini vóru á lønarstigi 42. Hetta skyldaðist einamest áramálsviðbótina, sum fylgdi við teim áramálsettu størvunum.
Við nýggju lønartalvuni komu leiðaralønirnar at ganga stigini 7-13 og heitini í lønartalvuni blivi L1 til L7. Í semjuni sæst, at Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar, og Fyristøðufólk við viðgerðar- og hvíldarheim eru Leiðari 5 og ganga á stig 11, meðan Leiðari 2 eru varaleiðarar og ganga á stig 8 (skjal 6).
Spurningurin í hesum máli gerst hareftir, hvussu yvirflyting av starvinum hjá NN skal fremjast. Kærandi hevur grundgivið fyri, at tá NN í mong mong ár hevur verið sett og lønt sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, skal hon flytast yvir í nýggju lønartalvuna sum Leiðari 5 á stig 11, eins og onnur sum vóru á lønarstigi 42 áðrenn nýggju lønartalvuna – hetta uttan mun til starvsinnihald. Hesum hevur innkærdi avvíst, og hevur út frá meting av starvsinnihaldinum í starvinum hjá NN mett, at hon skal yvirflytast sum Leiðari 2 í stig 8. Innkærdi hevur víst á fortreytirnar fyri nýggju lønartalvuni, og at starvið hjá NN ábyrgdarliga og innihaldsliga als ikki lýkur treytirnar fyri at yvirflytast sum Leiðari 5, hetta uttan mun til, hvat starvsheiti hevur verið nýtt um hennara starv. Víst varð m.a á, at sambært leiðaranum á Heilbrigdi, so var NN ikki leiðari og hevði ikki starvsfólkaábyrgd. Innkærdi vísti eisini á, at hon við eini innplasering sum Leiðari 2 ikki fer niður í løn, men verður flutt nærmast yvir, at starvið hjá NN í roynd og veru ongantíð er flokkað, og at FMR tí kann nýta sín tulkingarrætt at flokka starvið. Hesum mótmælti kærandi við tilvísing til, at NN hevur verið meir enn 20 ár í starvinum á Heilbrigdi, at hon hevur eina starvsavtalu við arbeiðsgevaran um løn og starvsheiti, og at øll broyting í hesum skal fremjast við respekt av hennara setanaravtalu og freistum sambært lógini um starvsmenn.
Fasti Gerðarrættur heldur, at tá lønirnar hjá Heilbrigdi blivu lagdar inn í almennu lønarskipanina í 2010 hevði tað almenna við HMR møguleika at rætta uppá møguligar skeivleikar í lønum í mun til kollektiva sáttmálan millum partarnar – men eftir teimum reglum, sum eru galdandi fyri broytingar í starvinum. Tá HMR í 2010 gjørdi sína meting av starvinum og lønarinnplaseringini av starvinum hjá NN, so varð góðkent, at hon varð lønt í lønarstigi 40, sum tá varð lønini fyri leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar. Lønin fylgdi eisini eftirfylgjandi hesum leisti heilt upp til semjuna í 2018, uttan at nakar setti spurningartekin við lønina, starvsheiti ella starvsinnihaldi.
Hóast HMR ikki bað um góðkenning frá FMR í 2010, tá mett varð um starv og løn, so metir Fasti Gerðarrættur, at ikki kann síggjast burtur frá hesi góðkenning. Fasti Gerðarrættur heldur, at góðkenningin eigur at verða síðistilla við eina flokking, og at ikki kann sigast, at talan er um eitt nýtt starv, sum nú skal flokkast. Vísast kann í hesum samband til vegleiðingina hjá FMR frá 1999 um flokkingar og umflokkingar. Harvið er eisini sagt, at verður starvið broytt innihaldsliga ella lønarliga, er hetta at meta sum ein umflokking. Um umflokkingin inniber eina munandi broyting í innihaldi ella løn, so kann broytingin bert fremjast við teimum uppsagnarfreistum, sum eru galdandi fyri ítøkiliga starvið. Innkærdi hevur í hesum sambandi víst á, at tá lønin hjá NN ikki lækkar við flokkingini/yvirflytingini sum Leiðari 2 í stig 8, so kann broytingin gerast uttan uppsagnarfreist.
Fasti Gerðarrættur heldur, at hóast lønin hjá NN ikki lækkar í somu løtu, sum hon verður flutt yvir sum Leiðari 2, so versna hennara lønarfortreytir so munandi í mun til hennara viðurskifti higartil, at broytingin eigur at verða framd við teim uppsagnarfreistum, sum annars eru galdandi fyri starvið hjá NN. Tað kann í hesum sambandi eisini staðfestast, at tá NN varð uppsøgd í 2019, varð hon uppsøgd úr starvinum sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur (skjal 10) og metir Fasti Gerðarrættur at hetta eisini stuðlar undir, at hon inntil hon fer úr hesum starvi, skal lønast sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur.
Fasti Gerðarrættur heldur sostatt, at tá lønarbroytingin er framd uttan uppsagnarfreist, hevur NN krav uppá at verða lønt eftir sama leisti, sum hennara starv varð flokkað áðrenn nýggju lønartalvuna t.v.s. eftir lønarskipanini fyri leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar, sum í nýggju lønartalvuni er Leiðari 5 á stig 11.
Spurningurin um støddina á lønarmuninum hevur ikki verið serskilt viðgjørdur av pørtunum undir málsviðgerðini í Fasta Gerðarrætti, og tekur Fasti Gerðarrættur tí ikki støðu til útrokning av lønarmuninum, men letur hetta upp til partarnar at semjast um.

Úrskurður sum PDF