Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar móti Fíggjarmálaráðnum

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Brot, Løn
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - FFS, Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Durita Tausen, Gurið Joensen, Hendrik Thomsen
Mál
3
Ár
2021
Úrskurðardagur
26. oktober 2021
Ásetingar
§ 6, nr. 2, litra d
Lýsing
Vegna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður sett fram málskrav um, at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna,
- at tað er brot á sáttmálan millum partarnar, at lýst verður eftir ”fakligum stjóra” til Gigni at
seta í lønarflokk sum leiðari 5
- at tað er brot á sáttmálan millum partarnar, at lýst verður eftir ”varaleiðara” til Gigni at seta
í lønarflokk sum leiðari 3
Viðgerðin
Tann 7. mai 2021 móttikið kærurit.
Tann 11. juni 2021 móttikið svarrit.
Tann 5. august 2021 móttikið replikk.
Tann 5. september 2021 móttikið duplikk.
Úrskurðarfundur tann 16. september 2021.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda

-

Úrskurð

Innkærdi verður frídømdur bæði frá prinsipalu og subsidieru málskrøvunum hjá kærandi.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur


Í FG máli nr. 02/2021, sum snúði seg um, hvørt tað var eitt óheimilað stríðsstig ella ikki, tá FFS tann 20. apríl 2021, noktaði limum sínum at søkja starvið sum fakligur stjóri í Gigni, segði Fasti Gerðarrættur soleiðis:


“Staðfestast kann, at partarnir hava sínámillum sáttmála, sum fevnir um arbeiði hjá heilsufrøðingunum í Gigni.

Leiðarastørvini hjá heilsufrøðingunum í Gigni hava broytt heiti og partvíst eisini í innihaldi í sambandi við ta bygnaðarbroyting, sum varð gjørd í 2017 og Gigni lagt undir Heilsutrygd. Innihaldsliga er broytingin tó ikki av slíkum slag, at starvið fer burtur úr sáttmálanum partanna millum, tí fakliga innihaldið í størvunum er framvegis tað sama og lønarstigin í sáttmálanum má eisini metast at rúma eina flokking av hesum størvum, tí tey eru samanbærilig við onnur leiðarastørv í sáttmálanum.

Fasti Gerðarrættur leggur tí til grund at fakligu leiðarastørvini í Gigni eru fevnd av galdandi sáttmálanum partanna millum og at friðarskyldan tískil er galdandi.

Ein ósemja um flokking av hesum størvum, tað verið seg um tey eru flokkað ella ikki, er tí ein rættartræta, sum partarnir kunnu leggja fyri Fasta Gerðarrætt. Men tá FFS í sáttmálatíðarskeiðnum setur sínum limum forboð fyri at søkja hesi størv, gerst talan um óheimilað stríðsstig.”

Innkærdi FFS varð tí dømt at viðurkenna, at fráboðanin á heimasíðu felagsins tann 20. apríl 2021, har felagið noktaði limum sínum at søkja starvið sum fakligur stjóri í Gigni, var óheimilað stríðsstig.

Í § 1, stk. 1 í sáttmálanum millum FMR og FFS er ásett soleiðis:



“§ 1. Sáttmálaøki og samráðingarpartar
Sáttmálin fevnir um sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar og sjúkrarøktarfrøðislesandi, settir í starv, har samráðingarpartarnir eru Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
1. Sjúkrahúsverk Føroya
2. Almannaverkið
3. Heilsutrygd
4. Gigni”

Sostatt fevnir sáttmálin partanna millum um teir heilsufrøðingar, sum settir eru í starv hjá Gigni/Heilsutrygd.

§ 6 í galdandi sáttmálanum er soljóðandi (yvirflutt til nýggju lønartalvuna, mín viðm.)

“§ 6. Flokkingar við FMR
Sjúkrarøktarfrøðingar ganga stigini: 1, 2, 3, 4, 5 og 6
Varaleiðarar ganga á stig 8 (leiðari 2)
Deildarleiðarar ganga á stig 9 (leiðari 3)
Varastjóri Gigni gongur á stig 10 (leiðari 4)
Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar, Fyristøðufólk við viðgerðar- og hvíldarheim, ganga á stig 11 (leiðari 5)
Stjóri Gigni, Varastjórar á KS og SSH ganga á stig 12 (leiðari 6)
Varastjóri á LS gongur á stig 13 (leiðari 7)”

Í § 6 eru nevndir bólkar av leiðarum, sum hava almenn heiti sum t.d. deildarleiðarar, varaleiðarar v.m. og uttan tilskilan til hvønn stovn talan er um, meðan nøkur leiðarastørv eru nevnd serskilt t.d. stjóri Gigni, varastjóri Gigni v.m.. Eingin áseting er í § 6 um, at greinin er úttømandi, soleiðis at skilja, at er eitt starv ikki nevnt í § 6, so er tað ikki flokkað. Hetta samsvarar eisini við frágreiðingina frá umboðnum fyri FMR, sum greiddi frá, at eisini leiðslustørv við øðrum heiti eru ella hava verið flokkaði eftir § 6, uttan at verða nevnd har t.d. økisleiðarar. Fasti Gerðarrættur heldur, at § 6 ikki kann lesast sum ein úttømandi áseting fyri, hvørji størv eru flokkaði eftir sáttmálanum.

§ 5 í galdandi sáttmála millum partarnar er soljóðandi:

“§ 5. Løn
Lønartalvan, sum var galdandi til 30.09.2019, verður broytt samsvarandi hjáløgdum lønartalvum. Flokking á stig 7 kann bert gerast við semju millum partarnar.”

Í mótsetning til § 5 er eingin áseting í § 6 um, at flokking eftir § 6 er treytað av semju partanna millum. M.a, av hesum heldur Fasti Gerðarrættur, at tað er ikki grundarlag fyri at siga, at flokkingarnar eftir § 6 bert kunnu gerast við semju millum partarnar.

Ein liður í leiðslurætti arbeiðsgevarans er, at arbeiðsgevarin hevur tulkingarrætturin um ósemja er um, hvussu sáttmálin millum partarnar skal skiljast. Arbeiðstakari eigur tí sum meginregla í fyrstu syftu at rætta seg eftir avgerð arbeiðsgevarans, t.v.s. inntil onnur avgerð er tikin ella tulkingin er tilsíðissett av einum trætustovni. Soleiðis er eisini við flokkingum. Grundað á, at § 6 ikki er úttømandi og ikki setir sum treyt, at flokking krevur semju millum sáttmálapartarnar, soleiðis sum § 5 ger, kann FMR, um semja ikki fæst við FSS, nýta sín tulkingarrætt og sostatt sum arbeiðsgevari gera eina flokking. Er FFS ikki samt við flokkingini, kann málið leggjast fyri Fasta Gerðarrætt.

Sum grundgevingin fyri, at málini um flokking ikki eru rættartrætur men áhugatrætur, vísir kærandi til frágreiðingina frá forkvinnuni í FFS, har hon sigur, at flokkingarnar vóru umrøddar undir semingini hjá Semingsstovninum í 2020. Hesum hevur innkærdi tó víst aftur og vísti umboðið hjá FMR eisini hesum aftur í frágreiðing sínari, har hon greiddi frá, at flokkingarnar ikki vóru partur av semingini í 2020. Eingin prógv eru framløgd um, at flokkingarnar vóru evni í samráðingunum ella semingini partanna millum í 2020. Vísandi hertil og til § 1 í sáttmálanum og til viðmerkingarnar um, at § 6 ikki er úttømandi ella krevur semju millum partarnar, metir Fasti Gerðarrættur tí framhaldandi, at talan er um rættarósemju, sum Fasti Gerðarrættur sambært sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt hevur heimild at taka støðu til.

Umboðið fyri FMR hevur greitt frá, at teksturin í § 6 um leiðslustørvini í Gigni varð orðaður í 2017 uttan atlit til nýggja bygnaðin í Gigni, og at hetta komst av, at bygnaðarbroytingin og sáttmálaundirskrivingin umskaraðust, og at tað er ein feilur, at teksturin ikki var broyttur í 2020. Partarnir tykjast annars samdir um, at flokkingin sum leiðari 6 og leiðari 4 eftir nýggja lønarstiganum, hevði verið galdandi fyri leiðslustørvini í Gigni, um bygnaðarbroytingin ikki varð framd.

Sum munurin millum starvsinnihaldi í størvunum sum stjóri og varastjóri í Gigni, og nú størvunum sum fakligur stjóri og varaleiðari í Gigni, er lýstur, er Fasti Gerðarrættur samdur við FMR í, at størvini eiga at flokkast av nýggjum. Hetta er eisini tað, sum fyrrverandi fakligi stjórin í Gigni víst á í síni frágreiðing frá september 2017 til HIMR (skjal D).

Fasti Gerðarrættur heldur, at tá starvsheitini stjóri fyri Gigni og varastjóri Gigni vórðu broytt sum fylgja av bygnaðarbroytingini í Gigni í 2017, so er ikki grundarlag fyri at siga, at hesi starvsheiti framvegis eru til og at leiðslustørvini í nýggja bygnaðinum – uttan mun til broyting í ábyrgd og innihaldi – eru flokkaði sum áður. Eisini metir Fast Gerðarrættur, at tá tað er greitt, at heitini, sum § 6 í sáttmálanum nýtir um leiðslustørvini í Gigni, ikki eru til longur, og tað sambært innkærda er ein feilur, at sáttmálateksturin um hesi viðurskifti ikki varð rættaður áðrenn undirskrivingina í 2020, er grundarlag hjá pørtunum fyri at taka hesi viðurskifti við í sáttmálasamanskrivingini. Hvat eigur at standa um flokkingina velst tó um, hvør endalig flokking er galdandi.

Hvat viðvíkur flokkingini av starvinum sum fakligur stjóri fyri Gigni, so vísa skjølini í málinum og frágreiðingarnar, at starvið sum fakligur stjóri hevur verið lønt sum leiðari 5 síðani februar 2018, t.v.s. at tveir fakligir stjórar hava verið settir eftir hesi treyt. Hóast hetta var tað ikki fyrr enn í apríl 2021, at felagið noktaði limum sínum at søkja starvið. Tað er sostatt staðfest, at flokkingin sum leiðari 5 hevur verið praktiserað í gott 3 ár uttan stórvegis mótstøðu frá felagnum. Undir hesum umstøðum metir Fasti Gerðarrættur, at fakliga stjórastarvið er flokkað sum leiðari 5, og at FFS við sínum passiviteti eisini hevur góðkent hesa flokking. Flokkingin er tí ikki at meta sum brot á sáttmálan partanna millum, og Fasti Gerðarrættur hevur ei heldur grundarlag fyri at siga at flokkingin er skeiv.

Tá kemur til flokkingina av varaleiðarastarvinum er støðan nakað annarleiðis, tí vegna ætlanina um heldur at fara yvir til samskiparar og vegna ósemjuna um flokkingina, hevur starvið ikki verið sett av nýggjum síðani bygnaðarbroytingina. Partarnir hava tó báðir umvegis HIMR og beinleiðis sínámillum havt møguleika fyri at gera sínar metingar av starvsinnihaldinum og at gera samanberingar við onnur leiðslustørv. Av skjølunum sæst eisini, at bæði FMR og FFS hava havt onnur uppskot til flokking av hesum starvi enn flokking sum leiðari 3, sum starvið nú er lýst í. Í málsskjølunum sæst eisini, at kærandi í telduposti til FMR tann 3. juni 2019 segði seg kunna ganga við til at flokka starvið sum leiðari 3 á stig 9.

Flokkingin liggur innan lønarstigan fyri tey leiðarastørv, sum frammanundan eru flokkað sambært § 6 millum partarnar. Kærandi hevur ikki ført nøkur sannførandi prógv fyri, at flokkingin sum leiðari 3 er í ósamsvari við tær uppgávur, sum nú liggja í starvinum ella at samanberingin, sum FMR hevur gjørt við onnur leiðslustørv, er skeiv. Fasti Gerðarrættur metur tí, at tá FMR í hesum føri hevur nýtt sín tulkingarætt og flokkað varaleiðarastarvið sum leiðari 3, er tað eftir umstøðunum í málinum ikki at meta sum brot á sáttmálan, og Fasti Gerðarrættur hevur ei heldur grundarlag fyri at siga, at flokkingin er skeiv.












Aftur