Starvsfelagið móti Fíggjarmálaráðnum og Semingsstovninum

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarlóggava, Samráðing, samráðingarrættur, seming
Umboð
Gunn Ellefsen, Ken Nónklett, Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Semingsstovnurin, Starvsfelagið - SMF
Rættarlimir
Leivur Michelsen, Niels Jørgin Nielsen, Rannvá Ragnarsdóttir
Mál
1
Ár
2021
Úrskurðardagur
02. juni 2021
Ásetingar
Heimildir Semingsstovnsins smb. § 4, stk. 3 í Lóg um Semingsstovn
Lýsing
Málið snýr seg um heimildir Semingstovnsins, smb. § 4, stk. 3 í lóg um semingstovn
Viðgerðin
Tann 23. mars 2021 móttikið kærurit
Tann 13. apríl 2021 móttikið svarrit frá Semingsstovninum
Tann 20. apríl 2021 móttikið svarrit frá Fíggjarmálaráðnum
Tann 28. apríl 2021 móttikið replikk frá Starvsfelagnum
Tann 4. mai 2021 móttikið duplik frá Semingsstovninum
---
Úrskurðarfundur 17. mai 2021
Páhald
Tey innkærdu skulu viðurkenna, at semingsstovnurin hevur heimild til at royna semju millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið um sáttmála fyri starvsfólk á Familjufyrisitingini.
Niðurstøða

Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
ÚRSKURÐ

Innkærdi, Semingsstovnurin, verður frídømdur.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sín triðing av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur

Sambært § 1 í Semingslógini verður skipaður semingsstovnur at finna semju í kollektivum áhugatrætum á øllum arbeiðsmarknaðinum, jvb. løgtingslóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn.

Løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum (Ll. nr. 81 frá 14. mai 2005) er galdandi fyri allar løntakarar, ið ikki eru tænastumenn, og sum starvast hjá ríkismyndugleikunum í Føroyum við málum og málsøkjum, tá ið landsstýrið yvirtekur tey, jvb. § 1 í lógini.

Í almennu viðmerkingunum til lógina stendur “Í sambandi við samráðingarnar millum Føroya Landsstýri og donsku ríkisstjórnina hevur tað havt stóran týdning at tryggja løntakarum góðar treytir í sambandi við yvirtøku av málsøkjum. Úrslitið av hesum er, at løgtingslóg verður sett í gildi í Føroyum, sum byggir á meginreglurnar í donsku “virksomhedsoverdragelsesloven”. Hon skal tryggja rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum.”

Danska virksomhedsoverdragelsesloven virkar tí sum tulkingaríkast til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í samband við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum.

Í § 2 í somu lóg stendur “Tá landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum, tekur landsstýrið beinleiðis við teimum rættindum og skyldum, sum eru galdandi tann dagin, yvirtøkan fer fram, sambært sáttmála ella avtalu, ásetingum um løn og arbeiðsviðurskifti, sum eru ásett ella góðkend av almennum ríkismyndugleika, persónligum avtalum um løn og arbeiðsviðurskifti.”

§ 2 merkir, at Landsstýrið hevur skyldu til at halda tær individuellu skyldur, undir hesum tær lønar- og setanartreytir, sum fylgja av tí kollektiva sáttmála, ið ríkismyndugleikarnir hava gjørt fyri tey starvsfólk, ið eru í starvi, tá økið verður yvirtikið. Sáttmálin hjá Ríkismyndugleikanum verður sum so ikki galdandi fyri Landsstýrið, jvb. Prosa-dómin (AT 91/78).

Partarnir eru samdir um, at Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at Fíggjarmálaráðið ikki ynskir at ganga inn í kollektivu sáttmálarnar, sum vóru galdandi fyri starvsfólkini á Familjufyrisitingini og runnu út tann tann 1. apríl 2021.

Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið hava gjørt kollektivan sáttmála, ið seinast varð undirskrivaður í januar 2020. Spurningurin er hereftir, um starvsfólkini á Familjufyrisitingini eru fevnd av hesum sáttmála ella talan er um nýggj størv, ið eru uttanfyri sáttmálan. Talan er um størv sum skrivstovufulltrúar, skrivstovufólk og barnaserkønan ráðgeva (sosialráðgevi).

Fasti Gerðarrættur er samdur við kærandi í, at § 5, stk. 2 í lóg um rættindi løntakaranna ikki er ein forðing fyri kollektivum samráðingum.

Sambært § 1 í sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið fevnir sáttmálin um starvsfólk í landsins tænastu, sum eru ikki tænastumenn ella nú verða lønt eftir øðrum lønarskipanum. Sáttmálin fevnir um tey størv, sum flokkað eru sambært § 30. Sambært § 37 situr starvsmetingarnevnd við tveimum umboðum fyri hvønn partin. Uppgávan hjá nevndini er at útbyggja og eftirmeta lønarskipanina, viðgera øll flokkanarmál og flokka nýggj størv. Sambært frágreiðingunum í málinum hevur starvsmetingarnevndin einar fýra til fimm fundir um árið og fleiri fundir hava verið í nevndini um flokkingina í hesum føri. Fíggjarmálaráðið hevur tann 27. august 2020 og 17. september 2020 sent teldupostar til Starvsfelagið um flokking av størvunum. Hetta sum liður í arbeiðinum í starvsmetingarnevndini. Í málinum framgongur ikki, at Starvsfelagið hevur boðað frá undir viðgerðini í starvsmetingarnevndini, at Starvsfelagið metir, at størvini ikki eru fevnd av sáttmálanum.

Starvsfelagið hevur tann 13. januar 2017 gjørt viðmerkingar til lógaruppskot um yvirtøku av persóns-, húsfólk- og arvarættinum har m.a. verður skrivað, at Starvsfelagið hevur sáttmála fyri økið, hagar nøkur av starvsfólkunum eftir ætlan verða flutt. Eisini skrivar Starvsfelagið, at nýggj starvsfólk í Familjufyrisitingini, sum verða sett í starv í sáttmálaøkinum hjá Starvsfelagnum, skulu hinvegin setast á vanligan hátt eftir sáttmálanum, eins og onnur starvsfólk hjá landinum verða.

Partsfrágreiðingarnar hava samsvarandi greitt frá, at tá sáttmálasamráðingar vóru á heysti 2019, ið endaðu við sáttmála í januar 2020, vórðu starvsfólkini á Familjufyrisitingini ikki umrødd undir samráðingunum.

Sambært frágreiðingini hjá formanninum í Starvsfelagnum kundi Starvsfelagið taka undir við flokkingaruppskotinum frá stjóranum á Familjufyrisitingini. Flokkingaruppskotið var innanfyri sáttmálan.

Í málinum er upplýst, at starvsfólkini eru limir í starvsfelagnum. Talan er um skrivstovufólk og sosialráðgeva, ið eru vanligir starvsbólkar innan fyri sáttmálan millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Fasti Gerðarrættur heldur ikki, at tað av Starvsfelagnum er gjørt sannlíkt ella prógva, at størvini ikki eru samsvarandi líknandi størv fevnd av sáttmálanum, og at størvini tí fella uttanfyri fortreytirnar fyri sáttmálan.

Undir hesum umstøðum og vísandi til meginreglur um, at ein kollektivur sáttmáli fevnir um alt arbeiði millum sáttmálapartar á økinum, og at sáttmálasamráðingar gera upp við øll millumverandi hjá pørtunum sum teir hava kunnleika til, um fyrivarni ikki verður tikið, heldur Fasti Gerðarrættur, at størvini á Familjufyrisitingini, ið talan er um í hesum máli, eru fevnd av sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

§ 4 í sáttmálanum um, at nýggj størv skulu lýsast leys og skulu flokkast áðrenn, broytir ikki niðurstøðuna, tí talan er ikki um størv, ið skulu lýsast leys.

Semja er í hesum føri ikki fingin um flokking av størvunum. Fíggjarmálaráðið hevur tí sjálvt flokkað størvini. Tá sáttmáli er á økinum, hevur arbeiðsgevarin í fyrsta umfari tulkingarrættin, jvb. FS 2-3066/2001, hvussu sáttmálin skal skiljast, undir hesum hvussu størvini skulu flokkast.

Tá talan ikki er um eina kollektiva áhugatrætu á arbeiðsmarknaðinum sambært § 1 í Semingslógini fær kærandi ikki viðhald í sínum málskravi. Innkærdi verður tí frídømdur.
Aftur