Fíggjarmálaráðið móti Starvsmannafelagnum, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Stríðsstig, Tíð, arbeiðstíð, úrtíð, matartíð, arbeiðsdagar, Viðbót, annað viðurlag
Umboð
Jógvan Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Skipara- og Navigatørfelag - FS&N, Maskinmeistarafelagið - MMF, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Leivur Michelsen, Vígdis Johannesen
Mál
6
Ár
2014
Úrskurðardagur
23. desember 2014
Ásetingar
§8(5), Skundmál
Lýsing
Vegna Fíggjarmálaráðið verður sett fram málskrav um, at Starvsmannafelagið, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið skulu viðurkenna, at tað er óheimilað, at feløgini nokta limun teirra at sigla sum manning við skipum hjá Strandfaraskip Landsins frá kl. 00:00 til kl. 24:00 jóladag 25. desembur 2014.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda

Úrskurð

Tann lýsti arbeiðssteðgurin er óheimilaður, og eigur ikki at vera settur í verk.
Málkostnaður
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Aftur