Starvsmannafelagið móti Fíggjarmálaráðnum
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Brot, Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Løn, Tíð, arbeiðstíð, úrtíð, matartíð, arbeiðsdagar
Umboð
Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Durita Tausen, Hanna Vang, Hendrik Thomsen
Mál
3
Ár
2018
Úrskurðardagur
12. apríl 2019
Ásetingar
§ 6 nr. 2 litra d, § 6 nr. 3 litra c
Lýsing
Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at tað er brot á § 40, stk. 3 í sáttmálanum millum partarnar, at limir Starvsmannafelagsins umborð á Tjaldrinum ikki fingu yvirtíðarløn svarandi til siglingstíð eftir vanligar í vaktarskipan + 30% fyri allar klokkutímarnar frá klokkan 12:00 fríggjadagin 09.06.2017 og til klokkan 18:00 leygardagin 10.06.2017 – subsidiert, at § 40, stk. 3 í sáttmálanum skal tulkast í samsvari við hetta.
Viðgerðin
Tann 17.05.2018 móttikið kærurit.
Tann 24.08.2018 móttikið svarrit.
Tann 02.11.2018 móttikið svarrit.
Tann 19.11.2018 móttikið replikk.
Úrskurðarfundur 20.03.2019.
Tann 24.08.2018 móttikið svarrit.
Tann 02.11.2018 móttikið svarrit.
Tann 19.11.2018 móttikið replikk.
Úrskurðarfundur 20.03.2019.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
ÚRSKURÐ
Innkærdi Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at § 40, stk. 3 í sáttmálanum millum partarnir skal tulkast soleiðis, at limir Starvsmannafelagsins umborð á Tjaldrinum høvdu rætt til yvirtíðarløn eftir § 40, stk. 3 fyri 12 klokkutímar teir fyrstu 24 tímarnir og fullar 6 tímar teir síðstu 6 tímarnir (íalt 18 klokkutímar) í tíðarskeiðinum frá kl. 12:00 fríggjadagin tann 9. juni 2017 og til kl. 18:00 leygardagin tann 10. juni 2017.

Málkostnaður
Hvør parturin ber sín kostnað.
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.

Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur
Partarnir eru samdir um, at hetta dømi fellur undir § 40, stk. 3 í sáttmálanum teirra millum. Tjaldrið var seinkað 30 tímar vegna bjarging, sum strekti seg inn í avspákingartíðina hjá manningini.
Sambært § 40, stk. 3 skal manningin í slíkum føri fáa somu løn og avspákan, sum fyri siglitíð eftir vanligari vaktarskipan + 30% yrkadagar og 40% sunnu- og halgidagar, tó ikki minni enn fyri 12 tímars arbeiði.
Ein seinking útyvir 3 tímar, sum er umfatað av § 40, stk. 3, vil tí altíð viðføra minst 12 tímar løn.
Siglitíð eftir vanligari vaktarskipan er eftir tí upplýsta og útfrá § 38 í sáttmálanum 12 tímar fyri hvørjar 24 tímar.
Sambært § 40, stk. 1 hevur manningin ikki rætt til yvirtíðarløn, uttan í teimum førum sum eru serliga ásett.
Starvsmannafelagið hevur ikki eins og Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið áseting um vaktarbrot (§ 4, stk. 4), har ið tímaløn fyri meirarbeiði verður latin, um arbeitt verður meira enn 12 tímar um døgnið. Manningin hevur tí ikki krav uppá meiri løn enn 12 tímar fyri hvørjar 24 tímar sambært § 40, stk. 3.
Gerðarrætturin metir út frá teimum frágreiðingum sum givnar eru og tær serligu umstøður sum gjørdu seg galdandi, at øll manningin má metast at hava verið á vakt allar 30 tímarnar, sum seinkingin vardi.
Teir tímarnir, sum liggja útyvir fyrstu 24 tímarnar, mugu tí lønast eftir vanligari vaktarskipan, sum eftir § 38 má tulkast sum verandi í mesta lagið 12 tímar fyri hvørjar 24 tímar.
Gerðarrætturin metir ikki, at ásetingin í § 38 í sær sjálvum ásetir, at um tímatalið tað næsta døgnið er lægri enn 24 tímar, so skal løn einans gevast fyri helvtina av tímunum.
Gerðarrætturin metir ikki, at tey dømini sum innkærdi hevur víst til, vitnisfrágreiðingarnar ella sjálvur sáttmálin, geva grundarlag fyri eini tulking, sum sigur at manningin einans hevur krav uppá helvtina av tímunum, um so er at talan er um færri enn 12 tímar.
Gerðarrætturin metir tí, at manningin sambært sáttmálanum hevði krav uppá 12 tímar samsýning fyri teir fyrstu 24 tímarnir, sum skipið var seinkað. Teir høvdu harumframt krav uppá samsýning fyri allar teir síðstu 6 tímarnar, inntil teir byrjaðu avspákan tann 10. juni kl. 18:00.
Kærandi fær sostatt partvís viðhald í sínum subsidiæra kravið, soleiðis § 40, stk. 3 má tulkast soleiðis, at manningin hevði rætt til yvirtíðarløn eftir § 40, stk. 3 fyri 18 klokkutímar frá kl. 12:00 fríggjadagin 9. juni 2017 til kl. 18 leygardagin tann 10. juni 2017.

Úrskurður sum PDF