Yrkisfelagið Miðnám móti Fíggjarmálaráðnum

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarlóggava, Brot, Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Løn, Rættindi, Viðbót, annað viðurlag
Umboð
Birita Sandberg Samuelsen, Jógvan Ellefsen, Páll Nielsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara - YF
Rættarlimir
Durita Tausen, Gurið Joensen, Niels Jørgin Nielsen
Mál
9
Ár
2017
Úrskurðardagur
27. oktober 2020
Ásetingar
§ 6, nr. 3 litra c í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt
Lýsing
Yrkisfelakið Miðnám ger galdandi, at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at vegleiðarar og próvdómarar hava rætt til 7,5 tímar hvør fyri hvørja verkætlan, tá talan er um breytaverkætlanir á fyrireikingarbreytunum á miðnámsskúlum.
Viðgerðin
Tann 20.12.2017 móttikið kærurit dagfest 05.12.2017.

-

Tann 15.02.2018 móttikið svarrit dagfest 14.02.2018.

-

Tann 16.04.2018 móttikið replikk dagfestur 03.04.2018
-



Tann 21.06.2018 móttikið rættarmálsskriv.
-

Tann 16.01.2019 móttikið duplikk dagfestur 16.01.2019
-

Tann 22.09.2109 móttikið rættarmálsskriv
-

Tann 04.11.2019 móttikið rættarmálsskriv
-

Úrskurðarfundur tann 07.10.2020


Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda

Úrskurð

Innkærdi verður frídømdur.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur

Í semjuni sum partarnir undirskrivaðu hjá Semingsstovninum tann 9. mai 2017 fekk § 35, stk. 1, sum hetta mál snýr seg um, hesa orðing:

”1. Breytarverkætlan:
Fyri at vegleiða og døma eina verkætlan fær lærari fyri hvørja uppgávu 0,15 tímar fyri hvønn tíma av útbúgvingartíð sum er sett av til verkætlanina. Eru tveir lærarar vegleiðarar verður tíðin hækkað við 50% og sum meginregla býtt javnt millum báðar.
Um útbúgvingartíðin er 50 tímar og tveir lærarar vegleiða og døma verkætlanina, fær hvør lærari og próvdómarin (0,15 x 50 (útbúgvingartíðina)) = 7,5 tímar.”

Sambært kærandi Yrkisfelag Miðnám varð semjan um § 35, stk. 1 inngingin undir tí fortreyt, at samsýningin við broytingini í § 35 bleiv líka fyri lærarar og próvdómarar og líka fyri allar breytarverkætlanir, t. v. s samsýningin gjørdist óheft av hvørjir útbúgvingartímar eru avsettir til breytarverkætlanirnar sambært útbúgvingarkunngerðini. Frágreiðingarnar frá núverandi formanni í Yrkisfelagnum Miðnám, fyrrverandi formanninum og nevndarliminum í Yrkisfelagnum stuðla allar undir hesa fatan. Sambært frágreiðingum hjá somu, vissaði svarið frá stjóranum á lønardeildini í telduposti 24. apríl 2017 teir um, at semja var um, at lærarar og próvdómarar allir fingu 7,5 tímar hvør fyri allar breytarverkætlanir t. v. s eisini tær á Fyrireikingarbreyt, tí nú varð samsýningin ikki longur heft at útbúgvingartímum, soleiðis sum hon annars hevði verið síðani 2013.

Innkærdi Fíggjarmálaráðið hevur hinvegin greitt frá, at kravið frá kærandi um at lærarar og prógvdómarar skulu fáa somu samsýning fyri allar breytarverkætlanir varð beinanvegin avvíst av Fíggjarmálaráðnum. Tó játtaði innkærdi, at líkastilla samsýningina til lærarar og próvdómarar fyri somu breytarverkætlanir. Harvið er sjálv samsýning framvegis tengd at, hvørja breytarverkætlan talan er um, og hvussu nógvir útbúgvingartímar eru avsettir til hetta slagi av breytarverkætlan í útbúgvingarkunngerðini. Sambært innkærda er hetta grundin til at dømi við 50 útbúgvingartímum enn er við í tekstinum. Hinvegin er tað ein feilur, at setningurin: “Eru tveir lærarar vegleiðarar verður tíðin hækkað við 50% og sum meginregla býtt javnt millum báðar” enn er við í tekstinum, tí í praksis er semja millum partarnar um, at samsýna við somu tímum til hvønn, eisini um talan er um tveir lærarar.

Umboðið fyri innkærda og lønarstjórin viðurkendu í sínum frágreiðingum, at telduposturin frá lønardeildin tann 24. apríl 2017, har skrivað varð “Punkt 16: Óneyðug viðmerking, tí hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri HF.” kann tykjast óheppin. Báðir gjørdu tó vart við, at hendan viðmerking má síggjast í samanhangi við, at kravið um somu samsýning fyri allar breytarverkætlanir varð avvíst frammanundan, og at hóast óbroytt dømi í tekstinum, hevur kærandi skrivað undir semjutekstin. Innkærdi hevur eisini víst á, at grundin til at lønartalvan bert nevnir eina samsýning, er, at hetta er roknað út frá døminum í tekstinum, og at hetta eisini hevur verið støðan síðani 2013, hóast sáttmálin hevur havt 2 ymiskar samsýningar.

Kærandi hevur ikki víst aftur, at innkærdi í byrjanini av samráðingunum hevði avvíst upprunaliga kravi teirra.

Greitt er, at partarnir eru ósamdir um, hvussu § 35, stk. 1 skal skiljast og hvat partarnir hava gjørt semju um í mun til § 35, stk. 1.

Fasti Gerðarrættur heldur, at sum teksturin í § 35, stk. 1 varð orðaður í semjuni frá 9. mai 2017, og har dømi uppá breytarverkætlan uppá 50 tímar framvegis er við í tekstinum, ber ikki til at siga, at ein orðamálstulking førir til, at § 35, stk 1 er broytt soleiðis, at samsýningin ikki er tengd at útbúgvingartímunum, sum viðkomandi breytarverkætlan er sett til í útbúgvingarkunngerðini.

Skal broytti teksturin í § 35, stk. 1 fatast soleiðis, at útbúgvingartímar ikki hava týdning fyri samsýningina, soleiðis sum teir vóru áðrenn broytingini í § 35, stk. 1, liggur tað á kærandi, sum krevur slíka fatan av § 35, stk. 1, at prógva, at partarnir hava gjørt semju um annað enn tað, sum ein orðamálstulking førir til.

Kærandi sigur, at viðmerkingin í teldupostinum frá lønarstjóranum gav Yrkisfelagnum eina fatan av, at broytingin til fastan tímasats uppá 7,5 tímar eisini skuldi verða galdandi fyri breytarverkætlanirnar á Fyrireikingarbreytini. Fasti Gerðarrættur heldur tó, at grundað á, at innkærdi frammanundan hevði avvíst kravinum um, at samsýningin skuldi vera óheft at útbúgvingartímum, so kann viðmerkingin ikki lesast leys av samráðingargongdini ella semjutekstinum. Eisini heldur Fasti Gerðarrættur, at kærandi í sambandi við undirskriving av semjuni, burdi havt varnast, at teirra fatan av semjuni ikki sampakkaði við tekstin í § 35, stk. 1 í semjuuppskotinum, ið felagið undirskrivaði.

Av hesum heldur Fasti Gerðarrættur, at kærandi ikki hevur nóg greitt grundarlag fyri at halda fast um, at semjan frá 9. mai 2017 millum kærandi og innkærda, eigur at skiljast soleiðis, at samsýning sambært § 35, stk. 1 ikki er tengd at útbúgvingartíðini fyri ávísu breytarverkætlanirnar.

Semjan varð undirskrivað 9. mai 2017 og longu í august 2017 gjørdi innkærdi kærandi vart við sína fatan av semjuni. Fasti Gerðarrættur heldur, at tá so stutt tíð gekk frá, at semjan varð undirskrivað og til innkærdi gjørdi sína fatan galdandi yvirfyri kærandi, so hevur innkærdi ikki drála við at taka málið upp yvirfyri kærandi.

Fasti Gerðarrættur heldur tí, at sambært § 35, stk. 1 í sáttmálanum millum partarnar er samsýningin framvegis tengd at útbúgvingartíðini, so sum ásett var í útbúgvingarkunngerðini. Tí fær kærandi ikki viðhald í kravi sínum.

Aftur