Fíggjarmálaráðið móti Føroya Pedagogfelag

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðssteðgur, verkfall, verkbann, Fráboðan, fráboðanarfreist, fráboðanarformur, Stríðsstig
Umboð
Gunn Ellefsen, Páll Nielsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Pedagogfelag - FPGF
Rættarlimir
Durita Tausen, Hanna Vang, Hendrik Thomsen
Mál
8
Ár
2017
Úrskurðardagur
17. desember 2017
Ásetingar
§ 8 stk. 5
Viðgerðin
Tann 16.12.2017 kl. 20:31 móttikið kærurit.
-
Tann 17.12.2017 kl. 12:45 móttikið svarrit.
-
Tann 17.12.2017 kl. 18:52 Gerðarrættarúrskurður.
Páhald
Føroya Pedagogfelag skal viðurkenna, at tað er óheimilað stríðsstig, at Føroya Pedagogfelag, tann 15. desember 2017, kl. 23.12, hevur boðað frá, at Føroya Pedagogfelag frá mánamorgunin, 18. desember 2017, kl. 8.00, herðir áður fráboðaða verkfallið til eisini at umfata allar limir í Føroya Pedagogfelag, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum,

- tí fráboðanin ikki greitt sigur frá, hvussu víðfevndur arbeiðssteðgurin er sambært stk. 3 í avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist millum øðrumegin Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og hinumegin Føroya Pedagogfelag, dagfest 15. januar 2014, við tað at fráboðanin um undantøk er ógreið;

- uttan at viðgerð og/ella ítøkilig meting er gjørd sambært stk. 5 í avtaluni frá 2014 av, hvørji undantøk eru neyðug á teimum stovnunum ella fyriskipanum, har brúkarin kann verða til vanda fyri lív ella heilsu hjá sær sjálvum ella øðrum, um neyðug námsfrøðilig hjálp ikki verður veitt,

- tí Føroya Pedagogfelag við teimum givnu undantøkunum ikki sambært pkt. 5 í avtaluni frá 2014 hevur tikið atlit til, at arbeiðssteðgurin í minst møguligan mun skal raka fólk, sum eru óhjálpin og sum tørva námsfrøðiliga hjálp til at klára seg, og/ella til at tey undantøkini skulu játtast, sum eru neyðug fyri, at brúkarin ikki skal verða til vanda fyri lív ella heilsu hjá sær sjálvum ella øðrum ,

- tí Føroya Pedagogfelag ikki hevur givið ávís undantøk, sum eru neyðug fyri, at brúkarin ikki skal verða til vanda fyri lív ella heilsu hjá sær sjálvum ella øðrum sambært pkt. 5 í avtaluni frá 2014.


Niðurstøða
Fráboðaða herda verkfallið frá Føroya Pedagogfelag fyri allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum, sum er lýst at byrja tann 18. desember 2017, kl. 08.00, er ikki óheimilað.
Málkostnaður
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Aftur