Fíggjarmálaráðið móti Føroya Pedagogfelag
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðssteðgur, verkfall, verkbann, Fráboðan, fráboðanarfreist, fráboðanarformur, Stríðsstig
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Pedagogfelag - FPGF
Rættarlimir
Durita Tausen, Eyðstein Djurhuus, Hanna Vang
Mál
7
Ár
2017
Úrskurðardagur
15. desember 2017
Ásetingar
§ 8 stk. 5
Viðgerðin
Tann 14.12.2017 kl. 18:10 móttikið kærurit.
-
Tann 15.12.2017 kl. 09:47 móttikið svarrit.
-
Tann 15.12.2017 kl. 19:06 gerðarrættarúrskurður.
-
Tann 15.12.2017 kl. 09:47 móttikið svarrit.
-
Tann 15.12.2017 kl. 19:06 gerðarrættarúrskurður.
Páhald
Føroya Pedagogfelag skal viðurkenna, at tað er óheimilað stríðsstig, at Føroya Pedagogfelag, tann 13. desember 2017, kl. 14.49, hevur boðað frá, at Føroya Pedagogfelag frá leygarmorgunin, 16. desember 2017, kl. 8.00, herðir áður fráboðaða verkfallið til eisini at umfata allar limir í Føroya Pedagogfelagið, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum, uttan at nøktandi viðger av undantøkum er farin fram, og uttan at nøktandi avtala um undantøk er gjørd.
Niðurstøða
Fráboðaða verkfallið frá Føroya Pedagogfelag fyri allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum, er óheimilað, tí at tað ikki í seinasta lagi samstundis eru givin ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk sambært avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist, stykki 5, síðsta punktum.
Málkostnaður
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Úrskurður sum PDF