Fíggjarmálaráðið móti Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Arbeiðssteðgur, verkfall, verkbann, Fráboðan, fráboðanarfreist, fráboðanarformur, Stríðsstig
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - FFS, Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Durita Tausen, Gurið Joensen, Hanna Vang, Hendrik Thomsen, Jógvan Jespersen, Leivur Michelsen, Niels Jørgin Nielsen, Vígdis Johannesen
Mál
6
Ár
2017
Úrskurðardagur
04. oktober 2019
Ásetingar
Skundmál , Sambært § 8, stk. 5, í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt, Uppafturtøka sambært § 11 stk. 2 í Sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt
Lýsing
Vegna Fíggjarmálaráðið verður sett fram málskrav um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skal viðurkenna, at tað vegna ikki nøktandi fráboðan er óheimilað stríðsstig, at allir narkosusjúkrarøktarfrøðingarnir á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi fóru í arbeiðssteðg fríggjakvøldið tann 3. november 2017.
Viðgerðin
Tann 04.11.2017 kl. 15:44 er kærurit móttikið.
Fyrireikandi fundur 04.11.2017 kl. 18.
Úrskurðarfundur tann 05.11.2017 kl. 9.
---
Tann 23.01.2018 Uppafturtøka.
Tann 19.04.2018 móttikið rættarmálsskriv 1.
Tann 18.05.2018 móttikið processkriv A.
Tann 30.05.2018 móttikið rættarmálsskriv 2.
Tann 06.06.2018 móttikið processkriv B.
Tann 13.07.2018 móttikið rættarmálsskriv 3.
Tann 17.08.2018 móttikið processkriv C.
Tann 27.09.2018 móttikið processkriv I.
Tann 22.10.2018 móttikið rættarmálsskriv 4.
Tann 26.08.2019 úrskurðarfundur kl. 9.

Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fær viðhald í kravinum um frídøming.

Málkostnaður
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur hevur viðgjørt málið sum skundmál samsvarandi § 8, stk. 5 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt.
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um arbeiðssteðgurin sum narkosusjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í fríggjakvøldið tann 3. november 2017 er eitt óheimilað stríðsstig frá FFS vegna ónøktandi fráboðan.
Stykki 4 í avtaluni millum partarnir um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi ásetir, at um sáttmálin er farin úr gildi, kann arbeiðssteðgur ikki verða fráboðaður, fyrr enn samráðingar um nýggjan sáttmála eru endaðar.
Sambært frágreiðingunum og skjalatilfarinum var langt millum partarnir undir samráðingunum um nýggjan sáttmála. FFS vildi sum ta fremsta samráðast um lønarkarmar og fíggjarlig viðurskifti, og sá ikki orsøk til at halda áfram við samráðingum, tá ið FMR tann 27. oktober 2017 - eftir ásetta freist - ikki vildi viðgera hetta kravið. Soleiðis sum málið er upplýst, metir Fasti Gerðarrættur, at FMR var vitandi um kravið og sjónarmiðið frá FFS.
Út frá frágreiðingunum frá pørtunum, umstøðunum í málinum og tí skjalatilfarinum, metir Fasti Gerðarrættur tí, at samráðingarnar um nýggjan sáttmála vóru endaðar, tá ið FFS gav fráboðan um arbeiðssteðg tann 27. oktober 2017.
Fasti Gerðarrættur metir, at fráboðanin um arbeiðssteðg tann 27. oktober 2017 leyk krøvini til fráboðanarform og fráboðanarfreist sum ásett í stk. 2 og stk. 3 í avtaluni millum partarnir.
Eftir at fráboðan um arbeiðssteðg var móttikin hjá FMR, boðsendi FMR semingsstovninum.
Hóast FMR hevði sipað til møguliga seming í teldupostsamskifti áðrenn arbeiðssteðgurin varð lýstur, metir Fasti Gerðarrættur ikki, at tað er at rokna sum, at semingsstovnurin var boðsendur áðrenn.
Soleiðis sum stykki 4 í avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist er orðað, metir Fasti Gerðarrættur ikki, at avtalan inniheldur eitt krav um nýggja fráboðan um arbeiðssteðg, um so er at semingsstovnurin - aftaná eina lógliga fráboðan um arbeiðssteðg - kemur upp í málið.
Semingsmaðurin útsetti arbeiðssteðgin uttan nakra tíðaráseting, og Fasti Gerðarrættur metir ikki, at fráboðanin um arbeiðssteðg fall burtur við útsetingini.
Fasti Gerðarrættur metir tí, at arbeiðssteðgurin sum narkosusjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í fríggjakvøldið tann 3. november 2017, eftir at semingsmaðurin hevði boðað frá at semingin var endað, var lógliga fráboðaður við skrivinum frá FFS tann 27. oktober 2017.