Føroya Pedagogfelag móti Fíggjarmálaráðnum

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Umboð
Jógvan Ellefsen, Páll Nielsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Pedagogfelag - FPGF
Rættarlimir
Hanna Vang, Leivur Michelsen, Vígdis Johannesen
Mál
3
Ár
2017
Úrskurðardagur
26. mars 2019
Lýsing
Trætan snýr seg um størvini hjá autismuráðgevarum eru flokkaði sambært galdandi sáttmála um flokkingar.
Viðgerðin
Tann 15.06.2017 móttikið kærurit dagfest 14.06.2017.

Tann 27.10.2017 móttikið replikk dagfestur 27.10.2017.

Tann 31.01.2018 móttikið duplik dagfestur 31.01.2018.

Tann 06.07.2018 móttikið rættarmálsskriv A.

Tann 05.09.2018 móttikið rættarmálsskriv I.

Tann 26.09.2018 móttikið rættarmálsskriv B.

Úrskurðarfundur 27.02.2019.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur samsvarandi niðurstøðu meirilutans henda
Úrskurð

Innkærdi verður frídømdur.

Málkostnaður
Hvør parturin ber sín kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur

Meirilutin, gerðarrættardómararnir Leivur Michelsen og Hanna Vang eru komnir til fylgjandi niðurstøðu: Málskravið hjá kærandi er orðað soleiðis, at tað snýr seg um tey størv við starvsheitinum autismuráðgevar, sum Anja Djurhuus og Mary Kristbjørg Winther Petersen røkja í Almannaverkinum.


Saman við kæruni eru send inn setanarbrøvini dagfest 21. januar 2016. Sambært hesum setanarbrøvum vóru tær settar í tíðaravmarkaði størv fram til 31. desember 2016. Starvsheiti/arbeiðslýsing í setanarbrøvunum var “Tann góða tilgongdin”. Somu kvinnur vórðu við setanarbrøvum dagfest ávikavist 3. februar 2017 og 3. januar 2017, settar aftur í tíðaravmarkað størv fram til 31. desember 2017. Í hesum setanarbrøvum varð starvsheitið/arbeiðslýsingin “Námsfrøðingur”. Soleiðis sum málið er upplýst, var talan um setanir í samband við eina verkætlan, sum bleiv tillagað undir tilgongdini.

Við tað at kæran varð latin inn, meðan Anja Djurhuus og Mary Petersen enn vóru í teimum tíðaravmarkaðu verkætlanarstørvunum, er ikki grundarlag fyri at avvísa málið.

Anja Djurhuus er seinni sett í fast starv sambært starvslýsing um námsfrøðingar til “Tann góða tilgongdin” í Almannaverkinum frá 6. desember 2017, meðan Mary Petersen ikki er í starvi longur.

Soleiðis sum málskravið er orðað samanhildið við skjølunum frá kærandi, snýr málskravið seg einans um tey tíðaravmarkaðu verkætlanarstørvini hjá Anju Djurhuus og Mary Petersen, sum hildu uppat tann 31. desember 2017.

Innkærdi hevur gjørt galdandi, at ikki er vanligt flokka verkætlanarstørv. Kærandi hevur ikki ført mótprógv hesum viðvíkjandi.

Sambært § 14, stk. 3, síðsta petti, í Pedagogsáttmálanum, skulu sáttmálapartarnir samráðast um flokkan, áðrenn starv verður lýst leyst, um talan er um nýtt starv.

Sambært upplýsingunum í málinum, vóru tíðaravmarkaðu verkætlanarstørvini ikki lýst leys, áðrenn tey vóru sett. Námsfrøðingastørvini innan “Tann góða tilgongdin” vóru ikki lýst leys fyrrenn við starvslýsingini tann 6. desember 2017, tá ið verkætlanin endaði.

Í Pedagogsáttmálanum finst ikki nøkur áseting um flokkan av verkætlanarstørvum. Útgangsstøðið er tí, at sáttmálin á økinum fevnir um tey størv, sum eru á økinum. Tíðaravmarkaðu verkætlanarstørvini hjá Anju Djurhuus og Mary Petersen mugu tí metast at vera umfatað av § 3, punkt B, í Pedagogsáttmálanum.

Meirilutin gevur av hesi orsøk innkærda viðhald í sínum subsidiæra málskravið um frídøming.
Sergrundgeving
Sergrundgeving

Gerðarrættardómarin Vigdis Johannesen er komin til fylgjandi niðurstøðu:

Grundarlag er ikki fyri at avvísa málið.

Eingin grein um autismuráðgevar var í sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið, tá hesi størv vórðu lýst leys. Tískil var hetta eitt nýtt arbeiðsøki, og átti Fíggjarmálaráðið at svara játtandi uppá umbøn um, at hesi størv vórðu flokkað.

At hesi størv vórðu sett í avmarkaða tíð, gevur ikki grundarlag fyri, at tey ikki skulu flokkast. Sjálvt um fólk eru sett í tíðaravmarkað starv, hava tey sama rætt, at teirra størv vera flokkað, og lønt eftir sáttmálanum, ta tíð tey eru í starvið, sum onnur.

Heldur ikki skal tað, at hesar ikki eru í starvið longur, ávirka hetta mál, tí tað vórðu tær tá kæran varð latin inn.

Tí meti eg ikki, tað er grundarlag fyri at siga, at grein 3 í sáttmálanum fevnir um umrøddu størv.

Tískil eigur Føroya Pedagogfelag at fáa viðhald. Hetta er eitt nýtt arbeiðsøki, ið ikki hevur verið fyrr, og krevur tað aðrar førleikar enn pedagogútbúgvingin gevur.

Eg vísi í tí sambandi til úrskurð nr. 1-2015 FNS & SMF móti FMR
Aftur