Fíggjarmálaráðið móti Ljósmøðrafelag Føroya
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Fakfeløg, meginfeløg, limafeløg, Stríðsstig
Umboð
Gunn Ellefsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Ljósmøðrafelag Føroya - LMF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Leivur Michelsen, Vígdis Johannesen
Mál
2
Ár
2017
Úrskurðardagur
14. juni 2017
Ásetingar
Skundmál , Sambært § 8, stk. 5, í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt
Lýsing
Ljósmøðrafelagið skal viðurkenna, at tað er eitt óheimilað stríðsstig, at nógvar ljósmøður, fyribils uppgjørt til 11 út av 17 ljósmøðrum, umframt 4 avloysarar, á Landssjúkrahúsinum, hava sjúkrameldað seg í mai og juni 2017.
Viðgerðin
Tann 11.06.2017 kl. 11:40 er kærurit móttikið.
Fyrireikandi fundur 12.06.2017 kl. 11:30 til 12, og uppafturtikin kl. 14:30.
Úrskurðarfundur tann 13.06.2017 kl. 15.

Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí hendan
Úrskurð
Ljósmøðrafelag Føroya verður dømt at viðurkenna, at tað er eitt óheimilað stríðsstig, at so nógvar ljósmøður sjúkrameldaðu seg, tó ikki í mai og allan juni, men serstakliga um vikuskiftið 9. – 11. juni 2017.

Málkostnaður
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur
Fasti Gerðarrættur hevur viðgjørt málið sum skundmál samsvarandi § 8 stk. 5 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt. Hetta merkir, at úrskurður skal verða sagdur innan 72 tímar, frá at kæruritið varð móttikið, og at viðgerðin av málinum av hesum er avmarkað mest møguligt.
Fasti Gerðarrættur skal í hesum máli taka støðu til, um støðan á Landssjúkrahúsinum í mai og juni 2017, har nógvar ljósmøður hava sjúkrameldað seg í stytri og langa tíð - kærudagin 11.06.2017 uppgjørt til 11 út av teim fastannsettu 17 (65% )ljósmøðrunum, og 13.06.17 uppgjørt til 12 út av teim 17 fastannsettu ljósmøðrunum (70%) – er óheimilað stríðsstig.
Sambært frágreiðingunum í málinum er stór misnøgd millum ljósmøðurnar um tær broytingar, ið leiðslan á Landssjúkrahúsinum fráboðaði 29.03.2017 um at býta Føðideildina í eina Burðardeild og eina Barsilsdeil, og hvussu leiðslan og arbeiðsbýti skuldi skipast á hesum deildum. Hetta samanhildið við lutfalsliga sera stóra talið av sjúkrameldingum í mai og juni 2017 og umstøðurnar í málinum annars ger, at Fasti Gerðarrættur metir, at Ljósmøðrafelag Føroya og ljósmøðurnar hava próvbyrðuna fyri, at talan ikki er um kollektivt stríðsstig. Viðmerkjast skal, at felagið hevur sáttmála við Fíggjarmálaráðið galdandi til oktober 2017, og at kollektivt stríðsstig í sáttmálatíðarskeiðnum sum útgangsstøði er óheimilað stríðsstig.
Av framløgdu blaðgreinum og kæruni frá ljóðsmøðrunum til Heilsu- og innlendismálaráðið og frá givnu frágreiðingunum frá ljósmøðrum metir Fasti Gerðarrættur, at Ljósmøðrafelag Føroya á sannførandi hátt hevur víst á, at vánaliga arbeiðsumhvørvið hjá ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum kann hava verið viðvirkandi til støðuni við nógvu sjúkrameldingunum. At hetta serliga hevur gjørt seg galdandi í mun til nakrar av langtíðarsjúkrameldingunum framgekk av frágreiðingum, sum vóru givnar á úrskurðarfundinum. Fasti Gerðarrættur metir tí, at allar sjúkrameldingarnar í mai og juni ikki kunnu síggjast undir einum, men at neyðugt er at skilja millum sjúkrameldingarnar fyri at metast kann um, hvør støðan er aftan sjúkrameldinginar, og um talan er um óheimilað stríðsstig ella ikki.
Tá talan er um skundmál eru tó ikki umstøður at gera neyvari kanningar í mun til allar sjúkrastøðurnar, men má Fasti Gerðarrættur halda seg til, hvat kann tulkast út frá framlagda tilfarinum og givnu frágreiðingar.
Fasti Gerðarrættur hevur í hesum sambandi kunna staðfest, at bara 9. juni 2017 vóru heili 5 ljósmøður sum sjúkrameldaðu seg uttan læknaváttan, harímillum eisini 3 avloysarar (2 sum ikki vóru limir hjá felagnum). Hetta er tíðarliga so tætt samanfallandi við ávarandi teldupostin, ið sendur varð donsku vikarskrivstovuni tann 8. juni 2017 kl. 14 – 19 frá felagsemailadressuni hjá ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum og undirskrivað “ Alle jordemødre på Færøernes Landssygehus “, at Fasti Gerðarrættur metir tað vera sannlíkt, at talan heilt ella partvíst er um avtalað mótspæl í mun til broytingarnar, sum leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur sett í verk.
Í teldupostinum frá 8. juni 2017 til donsku vikarstovuna varð skrivað :
Hej,
Da flere af vores jordemødre er medlemmer hos jer og har fået forespørgsel om at vikariere, kan vi forstå, at I har fået henvendelse fra Landssygehuset på Færøerne. Vi skriver til jer, for at informere jer om arbejdsforholdene på fødeafdelingen.
Den akutte jordmodermangel er på grund af extrem dårlige arbejdsforhold på afdelingen. Vi har 40 % sygefravær på grund af dette. Der er på nuværende tidspunkt ingen mulighed for introduktion til vikarer, der er i risiko for at komme til at stå alene i f.eks. nattevagt – læger har tilkaldevagt hjemme.
Er I informerede om, at I sender jordemødre til disse uforsvarlige tilstande ?
Venligst
Alle jordemødre på Færøernes Landssygehus”
Av frágreiðingunum hjá nevndarlimum í Ljósmøðrafelagnum er greitt, at vegna sjúkustøðuna hjá nevndarlimunum er felagið sera virkisskert, og at felagið ikki hevði fult yvirlit yvir sjúkustøðuna á Landssjúkrahúsinum í mai og juni.
Av frágreiðingini frá nevndarlimi, sum eitt stutt tíðarskeið hevur verið virkandi formaður í Ljósmøðrafelag Føroya, framgekk, at felagið fekk kunning um teldupostin til donsku vikarstovuna fríggjadagin 9. juni 2017, tá Fíggjarmálaráðið vendi sær til hana. Hon greiddi frá, at felagið ikki stóð aftanfyri hendan teldupost og at felagið annars á ongan hátt hevði fyriskipað nakað tiltak at mótarbeiða fráboðaðu bygnaðarbroytingunum. Men felagið hevði tó við greinum og samskifti víst á sína ónøgd. Felagið hevði fingið onkran fyrispurning frá limum í felagnum um, hvat var at gera í mun til íverksettu broytingarnar frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. Felagið hevði tá vegleitt limirnar um friðarskylduna og at limirnir ikki høvdu rætt at strekja ella at taka onnur stríðsstig, meðan sáttmálan var í gildi. Felagið hevði tó ikki gjørt nakað aktivt í mun til akuttu støðuna, sum varð uppstaðin í vikuskiftinum 9 – 11. juni og hevði heldur ikki verið í samband við donsku vikarstovuna um teldupostin fyri at kunna um, at felagið ikki hevði sett nakað tiltak í verk mótvegis Landssjúkrahúsinum.
Fasti Gerðarrættur metir, at av frágreiðingunum kann leggjast til grund, at Ljósmøðrafelag Føroya ikki hevur havt ein aktivan leiklut í mun til tær sjúkraskrivingar, sum hava verið í mai og juni mánað, men at felagið hinvegin í akuttu støðuni 9. – 11. juni ikki hevur verið nóg aktivt virkandi fyri, at sáttmálin og friðarskyldan vera hildin.
Eisini metir Fasti Gerðarrættur at akutta støðan sum uppstóð vikuskiftið 9. – 11. juni eftir umstøðunum í málinum isolerað sæð kann metast sum avtalað mótstøða, sum hóast Ljósmøðrafelag Føroya ikki sæst at hava havt aktivan leiklut í hesum, er at meta sum óheimilað stríðsstig.

Úrskurður sum PDF