Starvsmannafelagið móti Fíggjarmálaráðnum
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Brot, Starvsendan, uppsøgn, burturvísing
Umboð
Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Durita Tausen, Hanna Vang, Hendrik Thomsen
Mál
1
Ár
2017
Úrskurðardagur
24. november 2017
Lýsing
Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at tað er brot á § 6, stk. 4 í sáttmálanum millum partarnar, at Starvamannafelagið og limur tess ikki fekk 14 daga hoyringsfreist í sambandi við uppsøgn, og at hoyringsfreistin er galdandi siðvenja fyri bæði limin og fyri Starvsmannafelagið eftir § 5, stk. 2 í sáttmálanum.
Viðgerðin
Tann 11.05.2017 er kærurit móttikið dagfest 10.05.2017.
Tann 14.06.2017 er svarrit móttikið dagfest 14.06.2017.
Tann 20.06.2017 fyrireikandi fundur.
Tann 14.07.2017 er replikkur móttikin dagfestur 14.07.2017.

Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð
Innkærdi, Fíggjarmálaráðið, verður dømt at viðurkenna, at tað er brot á § 6, stk. 4 í sáttmálanum at S, próvbólkasamskipari á Fróðskaparsetri Føroya, ikki fekk 14 daga hoyringsfreist, áðrenn hon varð søgd úr starvi tann 31. mars 2017.
og
Innkærdi, Fíggjarmálaráðið verður dømt at viðurkenna, at tað er brot á § 6, stk. 4 í sáttmálanum at, Starvsmannafelagið ikki fekk 14 dagar hoyringsfreist áðrenn S varð søgd úr starvi sum próvbólkasamskipari á Fróðskaparsetri Føroya tann 31. mars 2017.

Málkostnaður
Hvør parturin ber sín kostnað.
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.

Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur
Málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt sambært § 6 (2) d, subsidiert § 6 (3) c, mest subisidiert § 6 (3) a, í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt.
Fasti Gerðarrættur metir ikki, at málið snýr seg um lóg um starvsmenn ella treytirnar fyri at nýta 120 daga regluna til uppsøgn.
120 daga reglan er lógarfest í starvsmannalógini og krevur, at starvsfólki skrivar undir hana í hvørjum einstøkum føri. Reglan um uppsøgn eftir 120 døgum er fastur partur av setanarbrævinum. Eitt setanarbræv er altíð ein avtala millum starvsfólki og arbeiðsgevaran, har setanartreytir og sáttmálaviðurskifti verða avtalað. Tað, at 120 reglan er avtalað í setanarbrævinum og ikki finst í sáttmálanum, verður tí ikki mett at skulla føra til avvísing.
Setanarbrævið hjá S ásetur, at setanartreytirnar eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið hevur í § 6 eina áseting um uppsøgn, har uppsagnarfreistir fyri tey, sum eru sett eftir sáttmálanum, verða ásettar, um ikki onnur semja er. Hoyringsfreistin í § 6, stk. 4 er 14 dagar til bæði starvsfólki og Starvsmannafelagið.
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt galdandi, at hoyring í samband við uppsøgn eftir 120 daga regluni ikki skal fremjast eftir sáttmálanum. Til stuðuls hevur Fíggjarmálaráðið víst á, at við tað at 120 daga reglan ikki er í sáttmálanum, skal hoyringsreglan í sáttmálanum ikki nýtast. 120 daga reglan er individuelt avtalað og hevur heimild í lóg. Víst er eisini á fimm dømir um uppsagnir, sum Almannaverkið hevur framt eftir 120 daga regluni í 2013 og 2014, har hoyringfreistirnar hava verið styttri enn 14 dagar. Felags fyri dømini er tó, at tey viðvíkja fólki, sum eru sett eftir øðrum sáttmálum enn tí hjá Starvsmannafelagnum.
Starvsmannafelagið hevur víst á, at orðingin av hoyringsregluni í § 6, stk. 4 í sáttmálanum ikki avmarkar seg til ávíst slag av uppsøgn. S er sett eftir sáttmálanum, og hon og Starvsmannafelagið hava tí rætt til ta hoyring, sum er ásett í sáttmálanum. Starvsmannafelagið hevur sum stuðul undir hesi fatan lagt fram 9 dømi frá tíðarskeiðnum 2008 til 2017, sum øll viðvíkja uppsøgnum av fólki, sum eru sett eftir teirra sáttmála. Talan er um uppsagnir eftir 120 daga regluni og ein uppsøgn í royndartíð. Í øllum førunum verður nýtt 14 daga hoyringsfreist til Starvsmannafelagið og starvsfólkið, og tað verður antin sent avrit til Starvsmannafelagið ella kunning um ætlanarskriv verður til Starvsmannafelagið.
Starvsmannafelagið hevur harumframt víst á, at Fróðskaparsetrið ikki hevur heimild at senda ætlanarskriv og uppsagnarskriv við persónligum upplýsingum til Starvsmannafelagið, uttan so at tað er eftir sáttmálanum. Fíggjarmálaráðið hevur ikki víst á aðra heimild.
Fasti Gerðarrættur metir, at dømini frá Starvsmannafelagnum staðfesta, at síðani 2008 hevur hoyring verið framd eftir sáttmálanum í samband við uppsøgn eftir 120 daga regluni, av fólki sum hava verið sett eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.
Vísandi til, at S var sett eftir sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, at Starvsmannafelagið ígjøgnum mong ár fast hevur verið hoyrt eftir sáttmálanum í samband við uppsagnir eftir 120 daga regluni, at Fíggjarmálaráðið ikki hevur víst á nakað dømi um uppsøgn eftir 120 daga regluni, har Starvsmannafelagið og starvsfólkið ikki eru hoyrd við 14 daga freist, og at Fíggjarmálaráðið ikki hevur víst á aðra heimild enn sáttmálan til at hoyra Starvsmannafelagið, metir Fasti Gerðarrættur, at uppsøgnin eftir 120 daga regluni av S skuldi viðgerast eftir § 6, stk. 4 í sáttmálanum.
Starvsmannafelagið og S áttu tí at verið hoyrd við 14 daga freist í samband við uppsøgnina.
Av hesum grundum gevur Fasti Gerðarrættur kærandi viðhald í báðum principalu sakarkrøvunum.

Úrskurður sum PDF