FPF móti KAF - nýggjur lønarskali

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3))
Umboð
Jógvan Ellefsen, Páll Nielsen
Partar
Føroya Pedagogfelag - FPGF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - KAF
Rættarlimir
Halgir Winther Poulsen, Maria á Dul, Torleivur Hoydal
Mál
1
Ár
2009
Lyklaorð
almenn lønarflokking, eftirlíkaði krøvum, felags fatan, felags fundarfrágreiðingar, flokking, fortreytir, greiður yvir, ikki framlagt skjøl, innplasering, karmur, løn, lønarflokking, lønarflokkur, lønarseðlar lønarstigi, lønartalva, meiningsleyst, misskiljing, prógvað, semjuskjal, serfund, sersamrøðu, skalagongd, stig skorið av í niðara enda, stig lagt afturat, umplasera, umplasering, útgangsstøði, útrokningar, útum avtalaða karmin, vegleiðing, vikið frá orðaljóðinum, yvirflyting,
Lýsing
Træta um tulking av nýggjum lønarstiga.

Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdu sáttmála við áseting um nýggjan lønarstiga við fleiri stigum og vegleiðing um at flyta úr gamla í nýggja stigan. Ymiskt var ásett fyri ymsar bólkar av størvum. Ósemja stóðst nú tulking av hesum ásetingum.
Mannagongdir
Málið viðgjørt sum mál um tulking av sáttmála.
Viðgerðin
Mál 1/2009-0007.

Kærurit dagfest 20. desember 2008.

Fyrireikandi fundur hildin 24. februar. 2009.

Freist ásett fyri supplerandi kæruriti og svarriti.

Úrskurðarfundur var hildin 3. juni kl. 09.30 á Hotel Føroyum.
Páhald
PED helt uppá, at øll starvsfólk eiga rætt at flyta yvir á nýggju skalagongdina uttan at hava staðið á fyrra lønarstigi í ávíst áramál.

KAF kravdi frídøming.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda

Úrskurð

Føroya Pedagogfelag fær viðhald í, at semjan dagfest 17. desember 2007 skal tulkast soleiðis, sum gjørt galdandi av felagnum, tá ræður um hjálparfólk.

Hvat viðvíkur pedagogum fær Føroya Pedagogfelag ikki viðhald í tulkingini av semjuni.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín egna kostnað.

Partarnir bera sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur:
Málið snýr seg um tulking av teirri semju, ið gjørd var ímillum kærandi Føroya Pedagogfelag og innkærda Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (saman við Fíggjarmálaráðnum) tann 17. desember 2007 í sambandi við sáttmálasamráðingarnar partanna millum.

Tá ræður um sáttmálatulking er natúrligt at taka støði í orðaljóðinum, og tann týdningurin, ið fæst burturúr orðaljóðinum, og sum rímar við vanligt málbrúk er tí eitt natúrligt útgangsstøði fyri tulking av eini ósemju millum sáttmálapartar.

Undir ávísum treytum kann tó verða vikið frá orðaljóðinum, eitt nú um tað er greitt, at talan er um eina misskiljing ella okkurt, sum er gloymt, og sum ger orðaljóðið meiningsleyst. Kann tað prógvast, at partarnir hava eina felags fatan, ið ikki svarar til orðaljóðið, er tað henda felags fatanin, ið verður løgd til grund. Um ein sáttmálapartur hevur havt serligar fortreytir, tá sáttmálin var undirskrivaður, og sum ikki svarar til orðaljóðið, er tað ikki nóg mikið til broyting av orðaljóðinum. Ein treyt er, at hin parturin hevur verið greiður yvir hesa fortreytir ella í minsta lagi átti at verið greiður við tær.

Teir fyri hetta málið viðkomandi partarnir av semjuni eru hesir:

“Sáttmáli I, II og III, Sáttmálaskeið
Sáttmálarnir verða endurnýggjaðir fyri tíðina frá 1. oktober 2007 til 1. oktober í 2010. Semjan byggir á ein karm, sum er á umleið 9%.
Sáttmáli I, II og III, Lønarhækkanin
1. oktober í 2007 hækkar lønin 3,0%
1. oktober í 2008 hækkar lønin 3,0%
1. oktober í 2009 hækkar lønin 3,0%”
og
“Sáttmáli I og II (løn §3), Løn stykki A. Dagstovnaøkið og dagrøktarskipanin
Hjálparfólk – ganga stigini 1 - 7
Pedagogar – ganga stigini 11 – 18
Varaleiðarar:
Bólkur: 0-79, + 1 lønarstig.
Bólkur: 80-119,+2 lønarstig
Bólkur: 120+, + 3 lønarstig
Økispedagogar ganga stigini 12-19
Dagrøktarleiðarar við útbúgving ganga somu stigini, sum leiðarar á dagstovnum.
Leiðarar á dagstovnum – Tann 1. oktober 2008 hækka lønirnar hjá leiðarum á dagstovnum 1 stig.
Dagrøktarleiðarar uttan útbúgving ganga stigini:
Bólkur 0 – 174: 11, 13 og 15
Bólkur 175 + : 12, 14 og 16

Arbeiðið á føstum frídegi – Pedagogar og hjálparfólk innan dagstovnaøkið, sum arbeiða mánadag til fríggjadag, ið fáa álagt arbeiðið leygardag, sunnudag ella á serstøkum frídegi fáa goldið + 100%.
Vegleiðing um yvirflyting frá gamlari til nýggja skalagongd:
Starvsfólk verða flutt yvir í nýggju skalagongdina sum um skalagongdin altíð hevur verið galdandi.”

Hóast onnur starvsfólk enn hjálparfólk og pedagogar eru fevnd av vegleiðingini, soleiðis sum hon stendur í semjuskjalinum, snýr hetta málið seg bert um teir báðar bólkarnar hjálparfólk og pedagogar, soleiðis sum rættarmálskravið hjá kærandi er orðað. Sambært semjuni ganga hjálparfólk stigini 1-7, meðan pedagogar ganga stigini 11-18, tvs. at hjálparfólk fáa tvey stig afturat í mun til gamla sáttmálan, og pedagogar eitt stig í mun til gamla sáttmálan. Í báðum førum verða byrjunarstigini varðveitt.

Orðaljóðini av teimum semjum, ið gjørdar vóru millum somu partar ávikavist 2003 og 2005 eru løgd fram í málinum. Av semjuni, sum gjørd varð í 2003 (sáttmálaskeið 2003-2005) sæst, at har vórðu broytingar gjørdar í bæði byrjunarstigi og endastigi hjá pedagogum. Tá var broytingin frá stigunum 9-14 til stigini 10-16. Her ljóðar “vegleiðingin” soleiðis:

“Hjá pedagogum verður lægsta stigið strikað og 2 stig verða løgd afturat endalønini. Allir pedagogar verða fluttir 1 stig, og teir pedagogar, sum hava staðið á 14. stigi í meiri enn 2 ár, verða fluttir á 16. stig”.

Her sær út sum, at allir pedagogar, sum tá vóru í starvi, vórðu viðgjørdir sum um táverandi skalagongd “altíð hevði verið”. Tí allir verða fluttir.

Í semjuni frá 2005 (sáttmálaskeiðið 2005-2007) er eisini neyvt ásett, hvussu flyting frá skalagongdini 10-16 til 11-17 skal fara fram. Har stendur:

“Assistentar verða løntir lønarstigunum 11-17

Viðm. hetta merkir, at byrjunarlønin verður smb. stig 11 í staðin fyri stig 10 og at endalønin smb. stig 17 í staðin fyri stig 16. Fyri teir pedagogar, sum í dag verða løntir smb. stigunum 11-16, verður ongin broyting við undantaki av teimum, sum hava verið tvey ár í 16. stigi – hesi verða frá 1. januar 2007 lønt smb. stig 17”.

Hetta vísir, at her er góðtikið, at broytingin í skalagongdini verður viðgjørd øðrvísi enn við semjuni í 2003, hóast broytt er bæði uppá byrjunar- og endastig í skalanum. T.v.s. at hvørja ferð broytt verður í skalagongdini, verður ásett, hvussu henda broyting skal fremjast. Og nýtist hetta ikki at vera sami háttur frá semju til semju.

Viðvíkjandi semjuni frá 2007, sum hetta málið snýr seg um, ger kærandi felagið galdandi at, vegleiðingin um yvirflyting frá gamlari til nýggja skalagongd skal skiljast soleiðis, at allir pedagogar skulu innplaserast av nýggjum samsvarandi nýggju skalagongdini. Meðan innkærda felagið ger galdandi, at tað bert kann verða talan um at flyta fólk av gamla endastigi yvir á nýggj endastig samsvarandi starvsaldri.

Sum nevnt frammanfyri, verður ásett í semjuni, at hon byggir á ein karm, sum er á umleið 9%, og er hesin karmur sambært semjuni býttur upp í tríggjar lønarhækkingar á 3% um árið í sáttmálaskeiðinum. Tað sæst sostatt, at allur tann avtalaði karmurin er nýttur til beinleiðis lønarhækkingar. Tað framgongur tó av málinum, og herundir serliga teimum frágreiðingum, ið givnar vórðu á úrskurðarfundinum, at kærandi felagið hevði onnur krøv enn lønarkrøv, og at innkærda felagið í ávísan mun eftirlíkaði hesum krøvum, svarandi til uml. 1/2 prosent eyka, t.v.s. útum avtalaða karmin.

Undir málinum eru framlagdar útrokningar, ið báðir partar hava gjørt, og sum vísa útreiðslurnar av sáttmálakrøvunum. Av hesum útrokningum sæst, at báðir partar, hvør sær, hava roknað út, hvat tað kostar, at leggja stig afturat skalagongdini hjá hjálparfólki og pedagogum, meðan ongar útrokningar síggjast at vera gjørdar av útreiðsluni av møguligum umplaseringum av øllum pedagogum.

Sambært kærandi felagnum var orsøkin til hetta, at avtalað varð, at rættast skuldi uppá tey mistøk, sum tey mettu vóru íkomin sum avleiðing av semjuni fyri 2005-2007, og at tey høvdu gjørt greitt, at tey ikki vildu rinda nakað fyri hetta.

Innkærda felagið, hinvegin, gjørdi galdandi, at onki hevði verið ført fram undir samráðingunum í 2007 um mistøk frá 2005-semjuni, sum skuldu rættast.

Spurningurin er nú, hvat vegleiðingin sigur um framflytingarhátt hjá ávikavist hjálparfólki og pedagogum sambært semjuni.

Vegleiðingin í semjuni má eftir orðaljóðinum skiljast soleiðis, sum báðir partar tykjast samdir um, at hjálparfólk skulu viðgerast, og sum tey eru viðgjørd, tá talan bert er um at skalin er longdur og ongi byrjanarstig eru tikin burtur.

Gerðarrætturin metir ikki, at kærandi parturin hevur kunnað prógvað, at vegleiðingin skal skiljast ymiskt fyri hesar báðar starvsfólkabólkar, hjálparfólk og pedagogar

Verður fyrst hugt at hjálparfólkunum, skuldi henda mannagongd verið galdandi: Tey, sum hava staðið 2 ár ella meira á stig 5, verða flutt á stig 6, meðan tey, sum hava staðið 4 ár ella meira á stig 5, verða flutt á stig 7. Hetta er av teirri grund, at um núgaldandi skalagongd “altíð hevði verið”, høvdu tey, sum nú fara á stig 7, verið flutt á stig 6 fyri í minsta lagi tveimum árum síðani. Á úrskurðarfundinum vóru báðir partar samdir um, at øll hjálparfólk vóru viðgjørd á henda hátt, og at partarnir tí mettu, at viðurskiftini hjá hjálparfólkum vóru avgreidd á nøktandi hátt.

Eftir er so at hyggja at viðurskiftunum hjá pedagogunum. Skalagongdin 11-17 hevur verið galdandi síðani 1. januar 2007 og er ein partur av teirri semju, sum varð undirskrivað tann 8. november 2006 fyri sáttmálaskeiði 2005-2007.

Sambært vanligari mannagongd hevði ikki verið talan um at flutt starvsfólk (pedagogar ella onnur) inni í skalagongdini, tá talan bert er um broyting av endastigum, uttan so at hetta var serliga tilskilað í viðkomandi semju. Spurningurin er tí, um vegleiðingin í semjuni frá 2007 kann føra til annað úrslit. Vegleiðingin er, sum kunnugt, tann, at “starvsfólk verða flutt yvir í nýggju skalagongdina, sum um skalagongdin altíð hevur verið galdandi”.

Gerðarrætturin metir ikki, at nakað er komið fram í próvførsluni, sum stuðlar undir, at vegleiðingin skal skiljast soleiðis, at allir pedagogar skulu umplaserast, og harvið viðgerast øðrvísi enn hjálparfólk.

Mett verður heldur ikki, at tað hevur eydnast kærandi felagnum at prógva, at tey uttan kostnað skuldu fáa rættað uppá møguligar skeivleikar í gomlum semjum við at innplasera allar pedagogar av nýggjum.

Kærandi felagið vísti í vitnifrágreiðingunum hjá Jarvin Feilberg Hansen og Katrin Hammershaimb á serligan fund millum Bjarna Mortensen vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Jarvin Feilberg Hansen og Katrin Hammershaimb vegna Pedagogfelag Føroya, har tað skuldi verið fingið uppá pláss, at vegleiðingin skuldi skiljast, sum at allir pedagogar skuldu innplaserat av nýggjum.

Um hetta greiddi Bjarni Mortensen frá sum vitni, at hann í dag ikki kann minnast nakað um, at hann hevur havt eina sersamrøðu við tey bæði, men um tey siga tað, so er tað óivað so. Hann kann tó ikki í dag siga, hvat tey skuldu havt tosað um. Hann kennir tó ikki til nakra avtalu um umplasering av øllum starvsfólkunum. Heldur ikki var nøkur fundarfrágreiðing ella notat frá hesum fundi løgd fram av kærandi felagnum, sum kundu dokumentera tað.

Í fundarfrágreiðingunum frá innkærda felagnum, sum vórðu løgd fram, stóð heldur onki um slíkan serfund, heldur ikki var nakrar staðir útgreinað, hvussu vegleiðingin skuldi skiljast.

Víst hevur verið á, at í tveimum semjuuppskotum, ið løgd hava verið fram undir sáttmálasamráðingunum, vóru tvær ymiskar orðingar til vegleiðing. Tann fyrra var soljóðandi: “Viðvíkjandi framflyting verða tey, sum hava verið meiri enn 24 mánaðir á endastigi, flutt á nærmasta stig omanfyri við stavsaldri tann 1. oktober 2007”. Henda orðingin, sum ikki kundi góðkennast av kærandi felagnum, varð avloyst teirri orðingini, sum endaði í semjuni sum “vegleiðing um yvirflyting frá gamlari til nýggja skalagongd.”

Við fyrru orðingini høvdu hjálparfólk verið verri stillað, tí tey tá bert høvdu havt møguleika at flyta eitt stig, hóast tey høvdu starvsaldur at flyta tvey. Hetta verður broytt við seinnu orðingini.

Fyri pedagogarnar hevði tað minni týdning, um fyrra orðingin varð verandi tann sama, tí ongin pedagogur hevði staðið meira enn 24 mánaðir á stigi 17, og teir fingu bert eitt stig afturat.

Hetta kundi bent á tað, sum innkærda felagið førdi fram um, at tey skiltu broytingina sum eina orðing, ið gav hjálparfólkunum betri sømdir.

Undir málsviðgerðini hevur innkærda felagið lagt fram fundarfrágreiðingar, ið fevna um tíðarskeiðið 21. september 2007 til 17. desemeber 2007 ella alt samráðingarskeiðið.

Kærandi felagið hevur, hóast biðið, ikki framlagt sínar frágreiðingar frá fundunum. Undir úrskurðarfundinum kom fram, at felagið hevði tikið notatir frá fundinum, men at nevndin hevði samtykt, at hesi notatir ikki skuldu leggjast fram, tá tey meintu, at tey betri kundu lýsa málið við vitnifrágreiðingum. Tær framløgdu fundarfrágreiðingarnar geva onki avgerandi íkast til tulking av vegleiðingini, og vitnini hjá kærandi felagnum hava ikki ført fram, at frágreiðingarnar eru skeivar, men bert at tað vanta nógv í frágreiðingunum. Hinvegin hevur kærandi felagið ikki megnað at fylla møgulig hol í frágreiðingunum hjá innkærda felagnum.

Gerðarrætturin metir, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur, um partarnir høvdu havt felags fundarfrágreiðingar.

Víst hevur verið á praksis, eftir at semjan varð gjørd, og í hesum sambandi eru lagdir fram nakrir lønarseðlar.

Hesir lønarseðlar eru partvíst ófullfíggjaðir, við tað at tað vantar starvsheiti og upplýsingar um, nær nøkur av viðkomandi eru byrjaði í starvi.

Tað sær kortini út til, at so gott sum allir lønarseðlarnir, sum viðvíkja hjálparfólki, soleiðis sum Gerðarrætturin dugir at lesa teir, vísa, at tey eru viðgjørd svarandi til ta tulking av semjuni, sum partarnir tykjast at vera samdir um hjálparfólkum viðvíkjandi.

Lønarseðlar hjá teirri einu kommununi tykjast at viðvíkja pedagogum, men her vanta upplýsingar um, nær viðkomandi eru sett í starv og starvsheiti. Eitt nú eru ávís starvsfólk farin frá stig 19 til stig 22, og kunnu sostatt ikki vera beinleiðis fevnd av teirri í hesum máli umrøddu semju.

Undir vitnifrágreiðingunum kom fram, at tvær av teimum stóru kommununum, umboðandi meiri enn 60% av samlaðu lønini á økinum, hava fylgt vegleiðingini hjá innkærda felagnum.

Samanumtikið metir Gerðarrætturin, at semjan, soleiðis sum hon er orðað viðvíkjandi hjálparfólkum og pedagogum, er reiðiliga greið, nevniliga at ávikavist 2 og 1 stig verða løgd afturat skalanum hjá hesum starvsfólkabólkunum. Eftir vanligari mannagongd hevði hetta ført við sær, at tey starvsfólk, ið vóru á endastigi í gamla skalanum, tá semjan varð gjørd, vórðu flutt, meðan aðrar flytingar ikki vórðu gjørdar, av tí at onki stig varð skorið av í niðara endanum.

Vegleiðingin er ikki serliga greitt orðað, men tó eru partarnir samdir um, hvussu hon skal skiljast, tá ræður um hjálparfólkini.

Ósemja er um týdningin av semjuni, tá ræður um pedagogar, og sum omanfyri nevnt, hevur tað ikki eydnast kærandi felagnum at sannføra Gerðarrættin um, at teirra tulking er tann beina. Fasti Gerðarrættur gevur tí kærandi viðhald hvat viðvíkir hjálparfólki, men ikki viðvíkjandi pedagogum.
Úrskurður sum PDF
Aftur