KAM móti Kjølbro

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarlóggava
Umboð
Onnur
Partar
Aðrir, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag - KAM
Rættarlimir
Ár
1980 - 1989
Úrskurðardagur
05. februar 1991
Lyklaorð
donsk lóg, fastlønt, frítíð, frítíðarískoyti, frítíðarlóg, lógarviðmerkingar, mánaðarlønt, mandat, mandatur, viðmerkingar
Lýsing
Træta um tulking av frítíðarlóg viðvíkjandi yvirtíð hjá fastløntum.

Mánaðarløntur limur í arbeiðsmannafelag fekk eftir frítíðarlógini 1 ½ % í ískoyti fyri yvirtíð, men helt seg ikki fáa fulla frítíð av yvirtíðini við bert at fáa 1 ½ % í ískoyti. Ósemja um tulking av frítíðarlóg.
Viðgerðin
Málið lagt fyri 2. mars 1989.

Klaksvíkar arbeiðsmannafelag stevnur fyritøkuni Kjølbro sum mandatur fyri lim sín Sigfríð Hansen.
Páhald
Klaksvíkar arbeiðsmannafelag krevur, at gjaldast skal 12% í frítíðarløn fyri yvirtíð, sum limur tess hevur arbeitt í 1988.

Stevni krevur frídøming.
Niðurstøða
Tí verður dømt:
Stevndi, Pf. J.F. Kjølbro, verður frídømdur í hesum rættarmáli sum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag sum mandatur fyri Sigfríður Hansen hevur byrjað.
Málkostnaður
Stevnandi skal innan 14 dagar rinda stevnda 3.000 kr. í málskostnað.
Grundgeving
Rætturin skal viðmerkja.
Frítíðarlógin undan galdandi frítíðarlóg hevði ongar reglur um frítíð við løn, men ásetti at løntakarar áttu rætt til at halda frí í eitt ávíst dagatal árliga, og fyri at fíggja hesa frítið høvdu teir krav uppá ein ávísan prosentpart av útgoldnu lønini sum frítíðarløn. Sambært § 5, 2. stk. í frítíðarlógini frá 1951 (løgtingslóg nr. 31 frá 19. mars 1951) skuldi løn, sum varð veitt sum serligt endurgjald fyri serligum úreiðslum, eins væl og serlig tillegg fyri yvirtíðararbeiði ikki nýtast sum grundarlag undir útroknan av frítíðarløn.

Í 1960 varð henda regla broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 23. juni 1960 har orðingin bleiv broytt soeliðis: "Við útrokning av frítíðarlønini teljast tílíkar viðbøtur ikki við, sum koma ikki undir skatt." Stigið til hesa lógarbroyting varð tikið av verkamannafeløgunum Havnar Arbeiðsmannafealg og Føroya Arbeiðarafelag. Uppskot teirra var meira víttgangandi við tað, at tundantakið í grein 5 skuldi strúkast í síni heild; men undir viðgerðini í løgtinginum fekk undantakið tað orðaljoðið sum tilskilað omanfyri. (Løgtingstíðindi 1959 bls. 126-127)´.

Frítíðarlógin undan galdandi frítíðarlóg hevði ikki beinleiðis nakrar reglur um at halda frí við løn, men landsstýrið kundi sambært grein 6, 2. stk., fyriseta, at lógin ikki skuldi galda starv ella starvsøki, har við sáttmála ella fyriskipan var vissað starvsfólkinum frítíð við løn eftir reglum, sum bjóðaðu ikki ringari kor, enn fyrisetanarnar í frítíðarlógini ásettu.

Galdandi lógin um frítið við løn (løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986) hevur harafturímóti reglur um mánaðarlønar løntakarar í § 11. Teir hava sambært § 11, 2. stk. umframt frí við løn eisini rætt til 1 1/2% í frítíðarískoyti av vunnari løn í undanfarna innvinningarári. Aðrir løntakarar hava rætt til frítíðarløn (í danska tekstinum feriegodtgørelse) sambært grein 10 í lógini. viðvíkjandi frí við løn og frítíðarløn eru reglarnar í føroysku lógini og donsku frítíðarlógini rættuliga líkar. Tó hava danskir løntakarar, ið eru mánaðarløntir, rætt til í staðin fyri frítíð við løn at krevja at fáa frítíðarløn, men skal hetta gerast í seinasta lagi, tá innvinningarárið byrjar, sí § 14, stk. 2, í "arbejdsministeries bekendtgørelse nr. 352 af 2 .juli 1981 af lov om ferie (som ændret ved lov nr. 89 af 14. marts 1984)".

Í Danmark er vanliga fatanin tann, at mánaðarlntur løntakari, sum heldur frítíð við løn ikki hevur rætt til frítiðarløn av yvirtíð, sí t.d. Ferieloven med kommentarar v/Lisbeth Lollike, 6. útg. bls. 125.

Viðmerkingarnar til galdandi frítíðarlóg siga einki um spurningin, men út frá orðaljóðinum í grein 10 "frítíðarløn" "(feriegodtgørelse)" og § 11 "frítíð´við løn" "(ferie med løn)" mótvegis orðaljóðinum í § 13, stk. 1, og stk. 2 "frítíðarløn" "(feriegodtgørelse)" heldur rætturin, at § 13 ikki viðvíkur mánaðrløntar løntakara, sum hava rætt til frítíð við løn. Teir eiga sostatt bert at viðgerast eftir § 11 í lógini, og er hetta eisini samsvarandi teirri áskoðan, sum kemur til sjóndar í skrivinum frá 15. september 1987 frá Føroya Landsstýri til Føroya Arbeiðsgevarafelag. Stevndi verður tí at frídøma, og stevnandi verður at rinda stevnda málskostnað sum tilskilað niðanfyri.
Úrskurður sum PDF
Aftur