SMF móti Føroya Landsstýri – lønarlækkan

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarlóggava
Umboð
Onnur, Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Bjørn á Heygum, Páll Nielsen, Jónfinn Thomsen, Trygvi Jacobsen
Ár
1990 - 1999
Úrskurðardagur
14. apríl 1993
Lyklaorð
eftirlønargjald, grundløn, lønarlækkan, málslig tulking, prosenthækking, sambærligur sáttmáli, skalaløn, útsøgn, viðbøtur,
Lýsing
Træta um lønarlækkan.

Starvsmannafelagið og Føroya Landsstýri høvdu avrátt at lækka lønina, men vóru ósamd, hvussu lækkingin skuldi roknast, serliga hvussu eftirlønargjald og viðbøtur skuldu lækkast.
Viðgerðin
Nevndin helt fund 5. apríl 1993 sambært § 1, 5. petti í sáttmála millum Starvsmannafelagið og Føroya Landsstýri. 13. apríl fingu partarnir høvi at leggja fram sjónarmið.

Sigmund Poulsen og Iben Gravesen løgdu fram.
Vitni vóru Jógvan Páll Háberg, Súsanna Danielsen, Jákup Danielsen.
Niðurstøða
Tí verður ásett:

Lønalækkingin í semjuni sum gjørd var millum Føroya landsstýri og Starvsmannafelagið 05.02.1993 eigur at vera roknað við 4,5 % av sjálvari mánaðarlønini uttan eftirlønagjald og onnur ískoyti.
Málkostnaður
Útreiðslurnar til nevndarlimirnar vera at rinda av báðum pørtum við hvør sínari helvt.
Grundgeving
Nevndin heldur:

Við teimum frágreiðingum sum givnar eru fyri nevndini kann staðfestast, at í samband við tær lønarhækkingar, sum hava verið við sáttmálasamráðingarnar partanna millum m.a. í 1987, er lønarhækkingin farin fram á tann hátt, at prosenthækkingin er roknað av mánaðarlønini + 5,5 %- eftirlønargjaldinum, og er síðani løgd aftur at skalalønini.

Nevndin heldur tó, at málsliga tulkingin av semjuni talar fyri teimum sjónarmiðum sum Starvsmannafelagið hevur lagt fram, eins og hetta úrslit best svarar til úrslitið hjá gerðarrættinum, sum fyri stuttum gjørdi úrskurð í trætuni millum Føroya landsstýri og Starvsmannafelagið, hvørt eftirlønargjaldið var partur av lønini hjá limum Starvsmannafelagsins.

Nevndin er eisini samd um, at Føroya landsstýri, tá tað hevur tikið stig til at fremja lønarlækkingar í einum sáttmálaskeiði, átti at havt borið so í bandið, at málsliga tulkingin av semjuni svaraði til ta fatan teir høvdu, og eisini tryggja sær, at Starvsmannafelagið hevði somu fatan.

Eisini er staðfest, at SEV og Tryggingarsambandið Føroyar hava góðkent lønartalvuna, soleiðis sum Starvsmannafelagið hevur sett hesa upp.

Sambært teimum frágreiðingum sum fram eru komnar og skrivligu frágreiðingini frá Landsstýrinum, er eisini staðfest, at løgmaður á fundinum hevur spurt hvussu "grundløn" skuldi skiljast, og varð frá embætisfólki í Landsstýrinum svarað, at tað var at skilja sum løn uttan viðbøtur.

Sambært teimum frágreiðingum sum givnar eru fyri nevndini, tykist semja eisini at vera um millum partarnar, at stk. 2 litra c í semjuni er viðgjørt fyrst undir samráðingunum, og síðani hava partarnir tosað um litra d, soleiðis at hesi bæði petti í semjuni eru viðgjørd hvør sær.

Nevndin heldur tí, at lønarlækkingin sambært semjuni eigur at verða roknað sum 4,5 % av sjálvari mánaðarlønini uttan eftirlønargjald og onnur ískoyti, eins og Starvsmannafelagið hevur gjørt galdandi.
Úrskurður sum PDF
Aftur