FL móti Landsskúlafyrisitingini - eykatímar

Støða
Avgreitt
Rættur
Føroya rættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarlóggava, Løn
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Lærarafelag - FL
Rættarlimir
Joen H. Andreassen
Ár
1990 - 1999
Úrskurðardagur
16. januar 1996
Lyklaorð
fulltrú, handlað bindandi, leggja til last, løn, rundskriv, skerd yvirtíð, tænastumaður, tøkur, yvirtíð,
Lýsing
Træta um løn fyri skerda yvirtíð.

Sambært álitinum Ráðlegging Fólkaskúlans fyri fíggjarárið 1991 fekk Ósáskúlin 820 yvirtímar. Í september varð greitt, at 827 tímar – 7 tímar fleiri – vóru brúktir. Skúlin skerdi tá tímatalið, herundir 2 vikuligar yvirtímar, ið tænastumannasettur lærari við skúlan á Ziskatrøð hevði fingið álagdar.

Ósemja stóðst, hvørt lærarin hevði rætt til løn restina av skúlaárinum.
Viðgerðin
Málsnummar BS 1383/1994.
Rættarmál ið Føroya Lærarafelag førdi vegna Karl J. Thomsen móti Landsskúlafyrisitingini.
Stevning dagest 20. juli 1994.
Úrskurður sagdur 16. januar 1996.
Páhald
Føroya Lærarafelag helt uppá, at lærari, ið fær álagt við skúlaárbyrjan at undirvísa tveir tímar eyka um vikuna og 17. september fær boð um sleppa tímunum hevur sambært galdandi rundskrivi (rundskriv frá 19. august 1982 um yvirtíðargjald hjá tænastumonnum í fólkaskúlanu) rætt til løn fyri hesar báðar tímar restina av skúlaárinum móti at vera tøkur. Løntakarin hevur ikki ábyrgd av at halda skil á hjá arbeiðsgevaranum; skúlaleiðslan hevur handað bindandi fyri landsskúlafyrisitingina.

Landsskúlafyrisitingin kravdi frídøming vísandi til, at einstøku skúlarnir hava fasta játtan, ið teir skulu halda seg til. Lønarkravið er tí landsskúlafyrisitingini óviðkomandi.
Niðurstøða
Tí verður dømt

Stevndi, Landsskúlafyrisitingin, skal innan 14 dagar rinda stevnanda, Føroya Lærarafelag sum mandatar fyri Karl J. Thomsen, kr. 15.171,68 við árligari rentu samsvarandi almennu diskonto danska tjóðbankans frá 20. juli 1994, til goldið verður,
Málkostnaður
og harumframt kr. 6.000,- í málskostnaði.
Grundgeving
Rætturin heldur:

Sambært nevnda rundskriv, ið Landsskúlafyrisitingin sjálv í sínari tíð hevur sent út, hevði stevnandi rætt til løn fyri teir báðar yvirtímarnar, sum vórðu tiknir burtur, restina av árinum móti at vera tøkur hjá skúlanum hesar tímarnar, og tað er einki komið fram í málinum, um at hann ikki hevur verið tøkur.
Tá tað ikki kann leggjast stevnanda til last, at skúlin ikki hevur hildið seg innan fyri teir karmar viðvíkjandi tímatalinum, sum Landsskúlafyrisitingin hevði ásett, verður dømt samsvarandi málskravi stevnanda.
Úrskurður sum PDF
Aftur