Kommunala Starvsmannafelagið móti Tórshavnar Býráð – mattíð

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3))
Partar
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - KAF, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Jógvan Ellefsen, Hans Trygvi Teirin, Tórmóður Djurhuus, Joen H. Andreassen, Páll Nielsen
Ár
1990 - 1999
Úrskurðardagur
23. mai 1997
Lyklaorð
arbeiðsfrí, avloysaraløn, avspáking, barsilsavloysari, boðsenda til arbeiðis, dagrøktarar, dagrøktarmammur, dagtímar, farloyvi, farloyvi, fevnt av sáttmálanum, frídagur, frígonga, gerðarrættarmál, leiða og fordeila arbeiði, leiðsluheimild, leiðslurættur, løn, lønarflokkur, mattíð, mattíð, náttarvakt, normerað starv, obiter dictum, sáttmálafevnd, sáttmálasamtykt, sáttmálasamtykt, sáttmáli í gildi, sáttmáli, skjalastýrari, starv tøkt, starvsavtala, starvsmaður, uppískoyti, úrtíð, úrtíðargjald undir avspáking, úrtíðargjald, úrtíðarløn, úrtíðarløn, vanlig arbeiðstíð, yvirtíð
Lýsing
Træta stóðst um mattíð, farloyvi, úrtíðarløn, sáttmálasamtykt og avloysaraløn.

I. Hvør er støðan hjá starvsfólki, ið hava verið í farloyvi og vilja sleppa aftur í starv.
II. Um mattíð, tá ið úrtíð fer útum tveir tímar.
III. Hvørt eyka úrtíðargjald skal latast fyri at boðsenda starvsfólki eftir lokna arbeiðstíð.
IV. Um sáttmálin partanna millum var galdandi fyri dagrøktarmammur.
V. Um løn fyri ávíst avloysarastarv.
Viðgerðin
Tórshavnar Kommunala Starvs- og tænastumannafelagið og Tórshavnar Býráð settu gerðarrættin sambært §37 í sátmálanum partanna millum. Mál I-G-17-1997.

Frágreiðingar góvu Andreas Poulsen, Jákup Danielsen, Bjørg Mohr, Jón K. Joensen, Elisabeth Carlsson, Jógvan Páll Lassen, Jens Marius Poulsen, Heri Olsen, Jón K. Joensen
Páhald
Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag helt uppá:
I. At øll undir §13, stk. 7 í sáttmálanum eiga rætt at koma aftur í sama starv.
II. At starvsfólk eftir § 15, stk. 9 eiga 1/2 tíma mattíð fyri hvørjar tveir samanhangandi tímar av úrtíð.
III. At At starvsfólk eftir § 15, stk. 7 eiga ein tíma eyka í úrtíðargjaldi fyri hvørja boðsending, eisini um boð koma fleiri ferðir sama tíðarskeið.
IV. At sáttmálin sum heild við náttúrligum frávikum er galdandi fyri dagrøktarmammur.
V. At barsilsavloysari verður løntur sum var hann settur í starvið.


Tórshavnar Býráð helt uppá:
I. At býráðið ikki hevur skyldu at hava sama starv tøkt
II. At starvsfólk eiga rætti til ½ tíma máttíð uttan frádrátt, tá úrttíð fer útum tveir tímar.
III. At starvsfólk eiga rætt til ein tíma eyka fyri at vera boðsend eftir vanliga arbeiðstíð, men at hetta ikki er galdandi fyri fólk í frígongu.
IV. At hóast nýggj deild er stovnað, merkir tað ikki, at sáttmálin er galdandi fyri dagrøktarmammur.
V. At avloysari skuldi lønast sambært §5 í sáttmálanum.
Niðurstøða
Tí verður ásett:

1. Reglan í § 13, 7. stk. í sáttmálanum millum partarnar er at skilja soleiðis, at býráðið hevur skyldu til at hava starv tøkt til starvsfólk, sum hevur verið í farloyvi. Viðkomandi starvsfólk hevur tó ikki krav uppá at fáa júst sama arbeiði, men tað skal tó liggja innan fyri starsvavtaluna.

2. Reglan í § 15, 9. stk., er at skilja soleiðis, at starvsfólk fyri úrtíðararbeiði eiga rætt til 1/2 t. mattíð uttan frádrátt fyri hvørjar 2 tímar tey arbeiða. Er tað av arbeiðsligum ávum ikki gjørligt at fara frá arbeiðinum, verður viðkomandi góðskrivaður fyri mattíðirnar.

3. Reglan í grein 15, 7. stk. er at skilja soleiðis, at "vanliga arbeiðstíðin" er "vanliga arbeiðstíðin hjá viðkomandi starvsfólki, og er tí ikki avmarkað til dagtímarnar. Starvsfólk hava tó ikki rætt til úrtíðargjaldið undir avspáking.

4. Bert sjálvt uppískoytið í sáttmálanum um dagrøktarmammurnar er galdandi fyri dagrøktarmammur, men ikki sáttmálin í aðrar mátar.

5. Starvið sum skjalastýrari er ikki í sjálvum sær normerað í 12. lønarflokki, og er tað tí av røttum, at Jón Kragesteen Joensen er løntur í 9. lønarflokki.
Málkostnaður
Útreiðslurnar av gerðarrættinum verða partarnir at rinda hvør við síni helvt eftir uppgerð frá ástøðumanninum. Í aðrar mátar rindar hvør partur sínar útreiðslur.
Grundgeving
I. Viðvíkjandi 1. spurningi:
Sambært grein 13, 7. stk. hevur býráðið skuldu til at hava starv tøkt til starvmann, sum hevur havt farloyvi.
Við tað at arbeiðsgevarin hevur ritt til at leiða og fordeila arbeiði hevur viðkomandi starvsmaður ikki krav uppá at fáa júst sama arbeiði, men skal tað tó liggja innan fyri starvsavtaluna.

II. Viðvíkjandi 2. spurningi:
Grein 15, 9. stk. skal skiljast soleiðis, at starvsfólk fyri úrtíðararbeiði eiga ræt til 1/2 t mattíð uttan frádrátt fyri hvørjar fullar 2 tímar, tey arbeiða. Er tað av arbeiðsligum ávum ikki gjørligt at fara frá arbeiðinum verður viðkomandi góðskrivarðu 1/2 tíma fyri mattíðirnar.

III. Viðvíkjandi 3. spurningi:
Tað er semja í gerðarrættinum um, at "vanlig arbeiðstíð" í grein 15, 7. stk. skal skiljast sum arebiðstíðni hjá viðkomandi starvsfólki, og merkir hetta, at eisini persónur, sum t.d. hevur havt náttarvakt og verður boðsendur um dagin, tá hann hevur frí, hevur rætt til úrtíðargjald.
Meirilutin (Jógvan Ellefsen, Tormóður Djurhuus og Jógvan Andreassen) eru samdir um, at hetta ikki er galdandi undir avspáking, men at avspákingin verður suspenderað.

IV. Viðvíkjandi 4. spurninginum er semja um, at uppískoytið í sáttmálanum um dagrøktarmammurnar er at skilja soleiðis, at tað bert er sjálvt nevnda uppískoyti, ið er galdandi. Uppískoytið sigur, at dagrøktarmamurnar verða løntar sum higartil eftir reglum, sum landsmyndugleikarnir áseta, og tað verður ikki eins og øðrum serdeildum t.d. § 28 í deild V viðvíkjandi býarbókasavninum víst til aðrar reglur í sáttmálanum.

V. Víðvikjandi 5. spurninginum hevur gerðarrætturin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Jógvan Ellefsen, Tormóður Djurhuus og jógvan Andreassen) vísa á, at í deild VI um lønir og flokking av størvum er ikki normerað nakað starv við heitinum "skjalastýrari". Orðingin av skrivinum frá 16. september 1988, um at fíggjarnevndin hjá býráðnum hevur góðkent at Bjørg Mohr verður lønt í 12. lønarflokki, týðir eisini uppá, at talan ikki er um starv, sum í sjálvum sær er normerað í 12. lønarflikki. Hesir limirnir av gerðarrættinum vilja tí geva býráðnum viðhald.
Sergrundgeving
I. Einmæltur úrskurður.

II. Einmæltur úrskurður

III. Minnilutin (Páll Nielsen og Hans Trygvi Teirin) eru av tí áskoðan, at starvsmaður eisini hevur krav uppá úrtíðarløn, um hann verður boðsendur til arbeiðis undir avspáking. Minnilutin leggur dent á, at ampin er eins stórur her, og tá starvsmaður verður boðsendur aftan á lokna arbeiðstíð.

IV: Einmæltur úrskurður.

V. Minnilutin (Páll Nielsen og Hans Trygvi Teirin) eru av teirri áskoðan, at talan er um starv, sum í hvussu er de facto, er normerað í 12. lønarflokki, og at Jón Kragesteen Joensen tí eigur at verða løntur samsvarandi.
Úrskurður sum PDF
Aftur