Kunningartiltak fyri limafeløg
1 nov 22
Úrskurðarfundur 28. oktober 2022 kl. 9
26 okt 22
Málið tikið aftur: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar móti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum
29 jun 22
Úrskurðarfundur 14. juni 2022 kl. 10
13 jun 22
Úrskurðarfundur 6. mai 2022 kl. 10
3 mai 22

Skeið í arbeiðsrætti 2013

13 sep 13

Skrá

25. oktober 2013

Skeiðið verður býtt í trý, netverkan um kvøldið, almenn kunning seinnapart, og serligt skeið fyrrapartin um at skera til málini undan úrskurðarfundi í Fasta Gerðarrætti.

09.00 Skeiðið byrjar - ábit
09.30 Tillaga málskrøv og skjøl (frálæra og bólkaarbeiði)
11.00 Steðgur
11.15 Framløga og eftirmeting
13.00 Matarstegður
14.00 Nevnd og dómarar hava orðið og kjak
15.00 Nýggja semingslógin og týdningur hennara fyri Fasta Gerðarrætt
15.45 Steðgur
16.00 Framløga av fyribils útgávu av lærubók – Kári á Rógvi
17.00 Steðgur
19.00 Døgurði og netverkan

Fyrrapartin verður denturin lagdur á at skera mál til, hetta merkir at partarnir gera málskrøvini so ruddilig sum tilber og velja mest viðkomandi skjøl at leggja fram. Stundum gerðast málini ov stór, tí partarnir fara at ”klandrast um alt”. Fakrættarskipanirnar í grannalondunum eru meira merktar av, at partarnir loyalt semjast um, júst hvat teir eru ósamdir um, júst hvørji skjøl eru mest viðkomandi hjá dómarum at lesa, so verða málini løgd fram ”stutt og greitt”. Eyðnast hetta, verður tilgongdin bæði bíligari og betri, og úrskurðirnir greiðari og meira vegleiðandi fyri framtíðina.

Vit taka støði í hugsaðum málum og lata fólk sleppa at royna seg at rudda og skera til málini. Serliga ætla vit at sýna, hvussu mál kunnu leggjast væl til rættis, so fyrireiking og málsviðgerð gerast so stutt sum gjørligt.

Seinnapartin verður dentur lagdur á nýggju semingslógina, sum leggur dent á, at áhugatrætur skulu loysast vil miðvísum samráðingum, og rættartrætur skulu loysast í fakrættarskipanini, fyrst og fremst í Fasta Gerðarrætti. Vit vilja tí fegin fylgja álitinum upp og leggja fakrættarligu viðgerðina væl til rættis.

Somuleiðis verður høvi til at fáa nýggju lærubókina í arbeiðsrætti til ummælis. Við støði í savninum hjá Fasta Gerðarrætti – www.fg.fo (úrskurðir) – er bók skrivað á Fróðskaparsetrinum, sum vit vóna kann brúkast í ymsum høpi, og sum fakliga umhvørvið nýtur høvi at viðmerkja og leggja afturat.

Luttøkugjald verður kravt. Gjaldið er ávikavist:
- Fyri allan dagin kr. 950,-
- Fyri skeið fyrrapart kr. 450,- (650,- við døgurða um kvøldið)
- Fyri skeið seinnapart kr. 350,- (kr. 550,- við døgurða um kvøldið)

Luttøkan er avmarkað til 48 fólk fyrrapart og 100 fólk seinnapart (umframt nevnd og dómarar í FG). Skeiðið verður hildið á Hotel Føroyum.

Tilmelding við at gjalda á kontu 9870-102.290.4. Sendið eisini teldupost á fg@fg.fo. Tilmelding endar, tá fultteknað er.