Kunningartiltak fyri limafeløg
1 nov 22
Úrskurðarfundur 28. oktober 2022 kl. 9
26 okt 22
Málið tikið aftur: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar móti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum
29 jun 22
Úrskurðarfundur 14. juni 2022 kl. 10
13 jun 22
Úrskurðarfundur 6. mai 2022 kl. 10
3 mai 22

Størv í forskúlum

17 jul 14

Ávíst orðaskifti hevur verið um málið um stríðstig, sum Pedagogfelagið lýsti á forskúlaøkinum.

Pedagogfelagið sendi út fráboðan:

http://www.pedagogfelag.fo/tidindi/vis-grein/grein/forkvinnan-kennir-seg-misbrukta-og-lumpada-215/?type=98&cHash=ba4dadc093ef9993b8548a7398f93596&print=1&no_cache=1

Har stendur m. a.:

“Eg toli at tapa eitt mál, og tað er tað altíð vandi fyri í stríðsmálum á arbeiðsmarknaðinum, men at verða offur í einum skitnum spæli, har Fasti Gerðarrætturin ikki ger sítt arbeiði og setur allar fyriskrivaðar mannagongdir til viks, tað finni eg meg ikki í."
Maud Wang Hansen er avgjørd í síni niðurstøðu, eftir at Fasti Gerðarrættur fríggjadagin gjørdi úrskurð í málinum um blokaduna og lýsta arbeiðssteðgin, sum Føroya Pedagogfelag hevur framt móti landsins forskúlum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hevði kært málið til gerðarrættin við kravi um, at stríðsstigini vórðu dømd at vera óheimilað.
...
Fasti Gerðarrættur gav KAF viðhald, men bæði nevndin í Pedagogfelagnum og Sigmund Poulsen, advokatur, ið umboðaði felagið í gerðarrættinum, eru samd um, at grundleggjandi feilir hava verið í málsgongdini. Tí verður beinanvegin biðið um, at málið verður uppafturtikið við Fasta Gerðarrætt sum serliga týðandi mál við luttøku av øllum gerðarrættardómarunum.
...
Bæði Sigmund Poulsen og Gunn Ellefsen, advokatur, ið umboðaði KAF í málinum, eftirlíkaðu dagin eftir fyrireikandi fundin eini umbøn frá Halgiri Winther Poulsen um at fráfalla úrskurðarfund.
“Vit fingu at vita, at málið var so greitt, at tað var óneyðugt at hoyra partarnar. Eg má siga, at eg bara kundi ímynda mær ein møguleika fyri, hví gerðarrætturin helt málið vera so greitt, at tað ikki var neyðugt við avhoyringum: At Pedagogfelagið longu út frá tí skrivliga tilfarinum fekk viðhald, og at stríðsstigini tískil vóru heimilað. Tí so greitt helt eg sjálvur málið vera. Tí eftirlíkaði eg eisini umbønini.”

Teir tríggir dómararnir í málinum sendu tá út hetta tíðindaskrivið:

Fasti Gerðarrættur
Tíðindaskriv
Tá ein úrskurður, ið Fasti Gerðarrættur segði tann 3 juli i einum máli millum Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, hevur vakt so mikla øsing og givið høvi til reiðiliga ógvisligan og ikki sørt óhøviskan málburð, halda vit tríggir gerðarrættardómarar, ið høvdu málið tað vera neyðugt at gera nakrar viðmerkingar, ikki um úrskurðin sjálvan, men um málsgongdina, ið funnist hevur verið so ógvisliga at.
Vegna Kommunala arbeiðsgevarafelagið sendi Gunn Ellefsen, advokatur, Fasta Gerðarrætti kærurit, dagfestum 23. juni 2014, í máli móti Pedagogfelagnum, har gjørt varð galdandi at felagið hevði sett óheimilað stríðsstig í verk, og biðið varð um, at málið varð viðgjørt sambært grein 8(5) í sáttmálanum, ið ásetir, at í tílíkum málum skal fundur haldast innan 24 tímar, og úrskurður sagdur innan 72 tímar.
Sigmund Poulsen, advokatur hjá Pedagogfelagnum, bað um freist inntil 3 juli at lata gerðarrættinum svarrit, av tí at hann var burturstaddur, og av tí at hann hevði ráðgivið felagnum allan vegin í málinum.
Gerðarrættarformaðurin gjørdi eitt formliga óheimilað frávik frá fyriskrivaðu mannagongdini til frama fyri innkærda, og játtaði Sigmundi umbønina, samstundis sum hann ásetti fund til tann 3 juli. Hetta av teirri grund, at tað fyrikom honum av vera bæði rímiligt og skilagott. Sigmund lat síðan svarrit við tveyogtjúgu skjølum frá sær tann 2 juli, og fundur við dómarunum, advokatunum og partsumboðum varð hildin í gerðarrættinum sum ásett.
Á fundinum greiddu advokatarnir frá málinum, hvør út frá sínum skjølum og sjónarmiðum, eins og partsumboðini høvdu høvi at greiða frá. Somuleiðis vórðu skjølini gjøgnumgingin.
Gerðarrætturin boðaði frá, at hesin fundurin ikki skuldi roknast at vera formligur úrskurðarfundur, av tí at gerðarrætturin ikki hevði gjørt av, um kærarin fekk viðhald í kravi sínum um snarviðgerð, men at partarnir fingu boð, tá avgerð um hetta var tikin. Eftir at advokatar og partsumboð vóru farin av fundinum, viðgjørdu dómararnir málið og komu til ta niðurstøðu, at tvey av málskrøvum kærandi kravdu snarviðgerð, av tí at blokada og verkfall høvdu gjørt tað ómøguligt at seta størvini til skúlabyrjan.
Hildið varð fram at viðgera málið dagin eftir, og vóru dómararnir samdir um, at málið var so væl lýst frá báðum síðum, at óneyðugt var við fleiri fundum. Dómararnir vóru kortini ikki samdir um niðurstøðuna. Gerðarrættarformaðurin ringdi síðan av fundinum til teir báðar advokatarnar við teimum boðum, at gerðarrætturin ikki helt tað vera neyðugt við fleiri fundum. Hvørgin teirra kravdi fund, og úrskurðurin varð síðani endaliga orðaður og kunngjørdur pørtunum.
Tórshavn, tann 11. juli 2014
Halgir Winther Poulsen Vigdis Johannesen Durita Tausen

Úrskurðurin er at finna í savninum:

http://www.fg.fo/Register/Fullinfo.aspx?cID={AA9D5D90-0722-46E2-98C2-9A01C9BB0D2A}&rID={2DC975B3-0992-4D11-8883-8A14CCA19A03}