Kunningartiltak fyri limafeløg
1 nov 22
Úrskurðarfundur 28. oktober 2022 kl. 9
26 okt 22
Málið tikið aftur: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar móti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum
29 jun 22
Úrskurðarfundur 14. juni 2022 kl. 10
13 jun 22
Úrskurðarfundur 6. mai 2022 kl. 10
3 mai 22

Kára á Rógvi til minningar

23 apr 15

Tá Fasti Gerðarrættur heitti á meg um at skriva minningarorð um Kára á Rógvi, nú hann fór so brádliga og alt ov ungur, segði eg ja beinanvegin. Tað er kortini í tungum huga at eg skrivi hesi orð um skyldmannin, vinmannin og starvsfelagan Kára.

Kári var borin í heim tann 4. mai 1973 í Tórshavn. Foreldrini vóru Eyðun á Rógvi og Sunneva Dalsgaard. Systkini vóru tvey, Elin og Heri. Hann giftist við Jóhannu og fingu tey trý børn, Bragi, Brestir og Bryndis. Hann doyði tann 14. februar í ár, bert 41 ára gamal.

Eftir lokið studentsprógv í Hoydølum fór Kári í 1993 at lesa løgfrøði í Keypmannahavn, haðan hann fekk prógv í 1998.
Hansara hugur rakk út um eingjargarðarnar, og las hann eitt ár í Aberdeen, haðan hann fekk Master of Laws prógv í 1999. Eftir stutt skeið sum sakførarafulltrúi kom Kári til ta niðurstøðu, at hansara yrkisskeið heldur skuldi vera at skriva um og kenna í løgfrøði, og longu í 2000 fekk hann saman við øðrum í lag at stovna Føroya fyrsta, og einasta, fakliga tíðarrit í løgfrøði, har nógvar áhugaverdar greinir eftir Kára eru at finna.

Seinni fekk Kári í lag, at sett varð á stovn reglulig undirvísing í lóg á Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, Grundskeið í lóg, har undirvíst varð í løgfrøði við støði í føroyskum viðurskiftum og í evnum, sum høvdu týdning í føroyska gerðandisdegnum. Mong eru tey, bæði í almennari fyrisiting og øðrum størvum, sum í hesum skeiðum hava fingið eitt hollari støði at standa á í dagliga starvinum.

Sum Kári segði í einari samrøðu við føroyskar løgfrøðilesandi, hevði hann hug at vera akademikari, og fór hann tí undir víðari lesnað við Háskóla Islands, miðandi ímóti ph.D prógvi, sum hann fekk í 2009. Í hesum sambandi skrivaði hann lærda ritgerð við heitinum West-Nordic Constitutional Review – a Comparative Study of Scandinavian Judicial Review and Judicial Reasoning. Í ritgerðini viðger hann ymiska háttalagið, ið dómstólarnir í Noregi, Íslandi og Danmark nýta, tá teir skulu taka støðu til í hvønn mun lógir ella aðrar fyriskipanir eru í samsvari við grundlógirnar ella aðrar fyriskipanir við hægri rættarstigi, eitt nú evropeisku mannarættindasáttmálarnar. Sera áhugaverður lesnaður hjá teimum, ið hava áhuga í løgfrøði á høgum stigi. Ritgerðin kom í 2013 út sum bók á danska løgfrøðiforlagnum DJØF. Eg hevði ta gleði at lesa handritið og koma við ymiskum smávegis viðmerking og uppskotum, og skemtingarsamur, sum Kári altíð var, sendi hann mær eitt eintak av bókini við orðunum: ”Tú ert so staðfesti fyrsti lesarin”.

Skuldi løgfrøði mennast sum viðkomandi lærugrein á Setrinum var neyðugt við lærubókum við støði í føroyska veruleikanum. Kári fór tí undir at útvega hesar, og byrjað varð við lærubók í fyrisitingarlóg, ið hann skrivaði saman við Bárði Larsen. Bókin kom fyrst sum fyribilsútgáva, ið varð send áhugaðum at koma við viðmerkingum og uppskotum til umbøtingar, og sum onnur økta útgáva í 2012. Bókin er skipað í seks tættum, har sera gott innlit fæst í fyrisitingarreglur og krøv til sakliga fyrisiting. Stílurin er tann eyðkendi “kárastílur”, ið á ein lættskiljandi og stundum skemtiligan hátt greiðir teir torførastu spurningarnar.

Í 2013 kom bókin Felagsverklóg, eisini sum fyribilsútgáva, ið er ein lærubók um føroyskan kollektivan arbeiðsrætt. Vónandi tekur onkur yvir, har Kári varð noyddur at gevast, soleiðis at onnur økta útgáva eisini kemur av hesi bókini.

Eg fari at loyva mær at endurgeva hetta lítla brotið burturúr bókini, ið sýnir, hvussu væl Kári dugdi at orða seg. Undir yvirskriftini Kom og trætast skrivar hann:

“Mangan er at frætta um ivamál í felagsverklóg. Spyrt tú, hví tey ikki føra mál um spurningin, verður ofta svarað: “føra vit eitt mál kunnu vit tapa!” Ja, eyðvitað. Men føra tit ikki mál, ber ikki til at vinna. Okkurt er mentanarliga farið av sporinum, tá vit heldur lata spurningin liggja, seta bulldozaran fyri portrið, ella halda fast uppá hvør sína støðu. Allir partar líða undir áhaldandi óvissu og teirri ójavnu kappingarstøðu, ið stendst av ymiskligari viðferð. Tá ið ræður um tey mongu ivamál ið eru í felagsverklóg, er tað mótsatta av at vinna málið ikki at tapa tað, heldur at fáa greiðu á støðuni: ikki at føra málið – og ikki at semjast á annan hátt- er veruliga tapið, tí virki, stovnar, leiðsla og løntakarar skulu áhaldandi liva við óvissuni.”

Kann tað sigast greiðari?

Undirvísingin í løgfrøði byrjaði í smáum við Grundskeiði í lóg, ætlað teimum, sum í almennari fyrisiting og á annan hátt fingust við málsviðgerð, har grundvitan í løgfrøðiligari metodu var ein fortreyt. Hetta skeiðið varð sera vælvitjað. Í 2013 varð farið undir Masterskeið í løgfrøði. Kári varð tilnevndur professari í løgfrøði við Setrið í 2014, sum fyrsti og higartil einasti føroyski professari í løgfrøði.

Eg má nú umrøða tað, sum eg meti vera størsta bragd Kára. Eg gangi neyvan nøkrum ov nær, tá eg sigi, at hann var hjartað og motorurin í arbeiðinum við at seta Fasta Gerðarrætt á stovn.

Síðan “Arbejdere” og “Arbejdsforhold”, sum tað eitur í heimastýrislógini, vórðu yvirtikin í 1948, hendi millum nakað og einki við at lóggeva ella á annan hátt skipa fyri dagføring av reglunum á hesum týdningarmikla samfelagsøki. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum høvdu sínar lønarsáttmálar, men almenn regulering av viðurskiftunum fanst stórt sæð ikki. Tó vóru tær donsku reglurnar frá fyri 1948 framvegis í gildi í Føroyum, men tær høvdu alt minni veruligan týdning sum frá leið.

Ymiskar royndir vórðu gjørdar at skipa viðurskiftini, men uttan úrslit. Einki var væntandi frá almennari síðu. Tað var reiðiliga vandaleyst at fara í verkfall, og eingin var at taka støðu til, hvørt verkfall var lógligt ella ikki, uttan vanligu dómstólarnir, har málsviðgerðin kundi taka fleiri ár. So hendi tað, at almennur arbeiðsgevari fann uppá at fara í fútarættin, og nú kom hvøkkur í, tí fútarætturin kundi viðgera tílík mál eftir einum seinnaparti og kravdi harafturat ikki trygd frá almennum stovnum.

Kári gjørdist formaður fyri einum arbeiðsbólki við umboðum fyri báðar partar á arbeiðsmarknaðinum, og kom við tí hugskotinum at brúka eina meira enn hundrað ára gamla danska gerðarrættarskipan sum grundarlag undir einari loysn, og førdi hetta til, at Fasti Gerðarrættur varð skipaður í sáttmála millum partarnar, á løntakarasíðu 47 feløg og á arbeiðsgevarasíðu 10 feløg. Gerðarrætturin varð skipaður við einari nevnd, har Kári var formaður frá byrjan til sín deyð, og einum dómarapaneli. Fasti Gerðarrættur skal, umframt at loysa trætur partanna millum, eisini tulka sáttmálar og savna, menna og kunna um føroyskan arbeiðsmarknaðarrætt.

Umframt at skriva alt regluverkið, fáa so nógv feløg við í sáttmálan og, frá tí at gerðarrætturin fór at virka fyri ellivu árum síðan, var Kári sum nevndarformaður ótroyttiligur í sínum starvi at varðveita gerðarrættin sum eitt nútímans amboð at medvirka til skil og friðarlig viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum. Eitt sera týdningarmikið arbeiði í hesum sambandi var, at Kári fekk savnað ein hóp av úrskurðum, dómum og øðrum tilfari um føroyskan arbeiðsrætt, sum hann legði á heimasíðuna hjá Fasta Gerðarrætti við einari leitiskipan, ið ger tað lætt at finna tilfar um ávíst evni, tú hevur brúk fyri at lýsa rættarstøðuna.

Kári royndi seg eisini í politikki. Hesin parturin av hansara ótrúliga virknisfýsni man kortini vera tann, ið hann fekk minstu gleði burtúr. Eitt av hansara endamálum var at skapa opnari samstarv millum flokka og millum samgongu og andstøðu. Hesum kom lítið burtúr, og úrslitssøkin sum Kári var misti hann tolið. Her skal ikki sigast meira um tann partin avstarvi Kára. Tað mugu onnur gera, ið hava skil fyri føroyskum politikki.

Sum skrivari í Grundlógarnevndini var Kári sera virkin og breyt upp úr nýggjum á mangan hátt, ikki minst við at endurskapa mangt av tí mest rámandi málbrúkinum í fornum norrønum lógarmáli í nútíðar høpi. Heldur ikki hesum kom nakað burturúr. Fyrst vóru løgtingsmenn ójavnir á máli um alvans rætta navn, og síðan var okkurt í innihaldinum, ið forðaði fyri semju.

Hóast Kári gavst í politikki helt hann ikki uppat at gera viðmerkingar til almenn viðurskifti. Millum tað seinasta hann skrivaði var ein viðmerking til ta tá nýbyrjaðu kanningina av sonevnda tunlamálinum, har hann fýltist á, at tað var ov smalur arbeiðssetningur, ið kanningarstjórin hevði fingið, bert at kanna, um brot var framt á lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Hann helt, at tað hevði verið gull vert hjá framtíðar løgfrøðingum og øðrum embætisfólki og ráðgevum at fingið hesa søguna útlagda, so vit vistu, hvør bar seg fyrimyndarliga at, og hvør ikki, heldur enn bert at leita eftir “vissu fyri revsing”. Hetta er skriva í august, tá sum Kári sigur tíðin nærkast fyri seyðasýningum, og so kann hann ikki lata vera við at enda við at samanbera kanningarsetningin við eina seyðasýning, sum bert snúði seg um at vraka summar brundir og als ikki geva premiur.

Sum lið í at víðka sínar royndir fór Kári til Danmarkar í desember 2014 at vera dómari í Eystara landsrætti í nakrar mánaðir. Hann gleddi seg til hetta, og vit skemtaðu við, at nú fóru vit helst at síggja aftur í teimum dómum, hann var við at siga, hansara ráð í doktararitgerðini, at dómarar grundgóvu betur fyri sínar dómar, enn ofta verður gjørt, tá teir einans vísa til “sagens samtlige omstændigheder” ella “helhedsbetragtninger”.
Soleiðis skuldi ikki ganga. Eftir stutta og harða sjúkralegu doyði Kári tann 14. februar av hesi herviligu sótt, ið hvørki sparir gomul ella ung. Eg kann ikki lata vera við at hugsa um, at Kári ognaði bókina Felagsverklóg abbanum Eyvindi Dalsgaard við hesum orðum: “Abbin er fyrimynd mín sum fakmaður og granskari – og doyði tíverri alt ov ungur.” Abbin var borin í heim tann 1. mai 1905 og doyði tann 22. desember 1952, og gjørdist 47 ára gamal.

Hesi orð um abban kunnu av sonnum sigast um Kára sjálvan, og við teimum fari eg at enda. Vit eru nógv, ið sakna Kára, men allarmest hansara nærmastu, ið mest hava mist.

Halgir Winther Poulsen