SMF móti FMR – ólønt farloyvi

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Umboð
Jógvan Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Halgir Winther Poulsen, Hendrik Thomsen, Leivur Michelsen
Mál
2
Ár
2006
Úrskurðardagur
02. februar 2007
Lyklaorð
brot, farloyvi uttan løn, farloyvi við løn, farloyvi, freist, fyrisitingarlig avgerð, fyrivarni, grundgeving, hoyring, ikki óviðkomandi, ítøkilig grundgeving, kært avgerð, menniskjaligt tilfar, neyðugt, nøktandi grund, ókonkret, ósakligar grundir, ov almenn, ov stutt tíð, ólønt farloyvi, óviðkomandi rætt til, rakstrarligar grundgevingar, rímiligt samsvar, sakliga grundað, samlað meting, semja um ikki at viðgera, seta inn í arbeiðið, skipa og tilrættileggja arbeiðið, so vítt gjørligt, stovnsins áhugamál, stutt skotbrá, sýtingargrundir, tænastufrí uttan løn, undir uppbygging, venja, verður givin, verkætlanarleiðari, við góðum vilja, viðkomandi starvsbólkur, viðkomandi, viðmerking til sáttmála,
Ásetingar
§6(2)d, §6(3)c, §6(4)
Lýsing
Træta um farloyvi.

Starvsfólk á almennum stovni vil sleppa í farloyvi uttan løn. Ósemja stóðst, hvørt hetta var samsvarandi sáttmálanum.
Mannagongdir
Málið skrásett sum mál um tulking av sáttmála.
Viðgerðin
Málið var lagt fyri Fasta Gerðarrætt við kæruriti innkomið 31. august 2006. Freist fyri svarriti ásett til 17. september 2006. Fyrireikandi fundur hildin.

Úrskurðarfundur var 12. januar 2007 á Panorama á Hotel Hafnia. Fundurin var almennur.

Úrskurður sagdur 2. februar 2007. Í úrskurðarsavninum verður sambært §11 í reglugerð um mannagongdir orðið "Starvsfólkið" í ymsum bendingum nýtt um viðkomandi.
Páhald
Starvsmannafelagið krevur, at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at starvsfólkið hevur rætt at fara í farloyvi uttan løn.
Niðurstøða
Sambært § 11 í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, ið var undirskrivaður tann 20. oktober 2005, eiga starvsfólk rætt til tænastufrí uttan løn, har tað ikki stríðir móti stovnsins áhugamálum.

Umsókn um tænastufrí skal viðgerast av stovnsleiðsluni eftir teimum fyrisitingarligu reglum, ið galdandi eru á økinum, og ein avgerð um at sýta farloyvi skal vera sakliga grundað við viðkomandi fyriskipanarligum og rakstrarligum grundgevingum í tí ítøkiliga førinum.

Tað var ikki sáttmálabrot, at leiðslan fyri Skipaeftirlitinum sýtti umsókn frá starvsfólki, dagfest 23. februar 2006, um farloyvi frá Skipaeftirlitinum.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín egna kostnað.

Partarnir bera sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og Reglugerð um gjøld hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur
Partarnir eru samdir um, at Gerðarrætturin skal viðgera málið sum eitt mál um sáttmálabrot, og í hesum sambandi lata partarnir upp í hendurnar hjá Gerðarrættinum at tulka § 11 í sáttmálanum um farloyvi og aðrar viðkomandi reglur, ið hava týdning fyri høvuðsspurningin um talan er um sáttmálabrot ella ei.

Í sambandi við kæruna av avgerðini hjá Skipaeftirlitinum hevur Starvsmannafelagið, áðrenn málið var lagt fyri Gerðarrættin, gjørt galdandi, at talan var um vantandi hoyring, og at avgerðin hjá Skipaeftirlitinum tí var ógildug. Partarnir eru samdir um, at Gerðarrætturin ikki skal viðgera henda spurningin.

Sambært § 11 í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið verður starvsfólki givið tænastufrí uttan løn, har tað ikki stríðir ímóti stovnsins áhugamálum. Tað verða harumframt ásettar reglur um møguleika fyri farloyvi við fullari ella niðursettari løn, tá talan er um útbúgving og um longd á tænastufrí. Starvsfólk, ið hava starvast longur enn fimm ár, hava so vítt gjørligt altíð rætt til minst eitt árs tænastufrí. Somuleiðis er ásett, at stovnurin hevur skyldu til at hava starv til viðkomandi, tá ið tænastufrítíðin er av.
Í einari viðmerking til § 11 er ásett, at avgerðin um at játta ella nokta farloyvi er ein fyrisitingarlig avgerð, og fyrisitingarligu reglurnar skulu havast í huga.

Soleiðis sum høvuðsreglan í § 11 er orðað, serliga orðini “verður givin”, liggur nær at halda, at eitt starvsfólk hevur krav um tænastufrí uttan løn, sum gjørt galdandi av Starvsmannafelagnum. Hetta er tó ikki eitt treytaleyst krav men eitt krav, ið er treytað, av at tað ikki stríðir móti stovnins áhugamálum. Hetta er somuleiðis galdandi fyri starvsfólk, ið hava starvast longur enn fimm ár, jbr. orðini “so vítt gjørligt”.

Tá talan er um ein almennan stovn, fylgir tað longu av galdandi fyrisitingarligum reglum, at stovnsleiðslan skal hava atlit til hesar reglur í viðgerðini av einari umsókn um tænastufrí. Hetta er eisini undirstrikað í viðmerkingini til sáttmálan, har mint verður á, at talan er um eina fyrisitingarliga avgerð, og at fyrisitingarligu reglurnar skulu havast í huga.

Í svarinum frá stjóranum á Skipaeftirlitinum til umsóknina frá starvsfólki um farloyvi verður boðað frá, at tað ikki ber til at ganga umsóknini á møti, og tríggjar grundir verða givnar fyri hesum, nevniliga at stovnurin framvegis er undir uppbygging, at menniskjaligt tilfar vantar á stovninum, og at tað tekur tíð at seta nýggjan eftirlitsmann inn í arbeiðið.

Henda grundgeving verður seinni endurtikin, og víst verður samstundis til § 11 í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Seinni hevur Skipaeftirlitið givið eina grund afturat fyri ikki at játta farloyvi, at starvsfólkið var verkætlanarleiðari fyri eini ávísari verkætlan, sum var í gongd á stovninum.

Gerðarrætturin er samdur við kærandi í, at soleiðis sum sýtingargrundirnar eru endurgivnar omanfyri, eru tær ov almennar og ókonkretar til at kunna metast sum nøktandi grundir til at sýta einari umsókn um tænastufrí.

Neyðugt er tí at hyggja at teimum gjøllari grundgevingunum, ið lagdar eru fram í frágreiðingum frá Skipaeftirlitinum og í vitnifrágreiðing frá leiðaranum á Skipaeftirlitinum, undir málsviðgerðini í Gerðarrættinum.

Somuleiðis er neyðugt at meta um, hesar grundgevingar lúka tey almennu krøv, ið galdandi eru sambært fyrisitingarrættinum.

Tað er leiðslan á viðkomandi stovni, ið skal meta um og taka avgerð í málum sum hesum. Hetta er eisini viðurkent í § 11 í sáttmálanum, tá víst verður til stovnsins áhugamál.

Tá støða skal takast til avgerðina frá leiðsluni, má atlit havast at, um avgerðin má haldast at vera sakliga grundað, og um tær givnu grundirnar eru viðkomandi, tá virksemi og rakstur stovnsins verða havd í huga. Harafturat eigur eitt rímiligt samsvar at vera millum hesi atlit og avgerðina. Endiliga má havast í huga, at avgerðin ikki gongur starvsfólksins áhugmálum nærri enn neyðugt fyri at røkja stovnsins áhugamál.

Harumframt eru í málsviðgerðini í Gerðarrættinum ongar ábendingar um, at tann avgerðin, ið tikin er í málinum, hevur ósakligar grundir undir sær.

Gerðarrætturin viðger tær fýra sýtingargrundirnar hvørja sær við støði í § 11 í sáttmálanum, atliti at teimum upplýsingum, givnar eru í málinum, sjónarmiðum partanna og almennu fyrisitingarligu reglunum.


(1) Stovnurin er framvegis undir uppbygging

Um hesi viðurskifti hevur stjórin fyri Skipaeftirlitinum greitt soleiðis frá uppá fyrispurning frá Gerðarrættinum (skjal A):

“Skipaeftirlitið varð yvirtikið undir føroyskt ræði hin 1. januar 2002. Í sambandi við yvirtøkuna var álitið “Trygd á sjónum” skrivað. Skipaeftirlitið hevur síðani arbeitt við at skipa seg smb. álitinum, komið er bert partvís á mál við tí setninginum, víst verður til síðu 79 til síðu 86 í álitinum Trygd á sjónum.

Skrivstovan hjá Søfartsstyrelsen í Føroyum var ein partur av skrivstovuni hjá Søfartsstyrelsen í Keypmannahavn. Arbeiðið hjá Søfartsstyrelsen í Føroyum var í høvuðsheitum málsviðgerð av málibrøvum og at koyra út til skip og bátar at sýna tey. Danskir skipaeftirlitsmenn vóru týðum í Føroyum og hjálptu til at sýna, til tess at náa fleiri sýn. Fyristingarliga arbeiðið, fíggjarstýring, arbeiðið við tekniska regluverkinum, málsviðgerð og sýn av nýbygningum, svar uppá fyrispurningar o.a. var alt gjørt av høvuðsskrivstovuni í Keypmannahavn.

Tá Skipaeftirlitið varð yvirtikið, vórðu allar hesar uppgávur yvirtiknar saman við og skuldu gerast í Føroyum, av Skipaeftirlitinum. Arbeitt verður framvegis við at skipa hetta arbeiðið. Tí verður sagt, at Skipaeftirlitið framvegis er undir uppbygging.”

Harafturat hevur stjórin greitt frá, at stutt áðrenn starvsfólkið søkti um farloyvi, hevði ein annar eftirlitsmaður sagt seg úr starvi, og at stovnurin sostatt ikki var førur fyri at røkja allar sínar uppgávur. Av røttum áttu fimm eftirlitsfólk at vera í starvi.

Kærandi førir fram, at stovnurin byrjaði at virka í 2001/2002, og vit eru komin til 2006, tá málið kemur upp. Henda grundgeving er alt ov ókonkret, og ein og hvør stovnsleiðari vil altíð halda uppá, at viðkomandi stovnur er undir uppbygging.

Kærdi førir fram, at tá umsóknin var móttikin á stovninum, var hann konkret undirmannaður, og tann avloysarin, sum var starvssettur fyri starvsfólkið, tá hann fór úr starvi, ikki byrjaði fyrr enn í august mánað, hóast søkt varð eftir honum beinanvegin. Alt talar sostatt fyri, at tað var av sakligum grundum, at stovnsleiðslan sýtti farloyvi.

Gerðarrætturin heldur.

Gevast má Starvsmannafelagnum viðhald í, at henda grundgeving, soleiðis sum hon upprunaliga var orðað, at stovnurin framvegis er undir uppbygging, er ov lítið ítøkilig til, at hon kann góðkennast sum gyldug grund fyri at sýta umsóknini, stendur hon einsamøll. Hinvegin var málsøkið trygd á sjónum og skipaeftirlit, sum er eitt umfevnandi og samfelagsliga týdningarmikið málsøki, ikki yvirtikið fyrr enn 1. januar 2002. At skipa eina tílíka umsiting krevur rímiliga bæði tíð og arbeiðsorku, og tær upplýsingar, sum givnar eru Gerðarrætinum um hesi viðurskifti, tala fyri, at henda grundgevingin ikki er óviðkomandi í hesum ítøkiliga málinum.


(2) Menniskjaliga tilfeingið á stovninum er lítið

Um hesi viðurskifti hevur stjórin fyri Skipaeftirlitinum svarað fyrispurningi frá Gerðarrættinum soleiðis:

´’Áðrenn yirtøkuna starvaðust trý skipaeftirlitsfólk og tvey hálvtíðarsett skrivstovufólk á skrivstovuni hjá Søfartsstyrelsen í Føroyum. Tvey av Skipaeftirlitsfólkunum, ein diplomverkfrøðingur og ein maskinmeistari, hildu fram at arbeiða eftir yvirtøkuna. Annað skrivstovufólkið helt eisini áfram eftir yvirtøkuna og var í august 2002 sett at arbeiða fulla tíð.

12 fólk eru í starvi á Skipaeftirlitinum í dag.

Ein deildarstjóri: Executive Master of Business Administration (EMBA) shipping og logistikk, grundútbúgving sum skipsførari.

Tveir løgfrøðingar: løgfrøðisligt embætisprógv.

Fimm skipaeftirlitsfólk: tríggir skipsførarar, tveir maskinmeistarar (fimm íalt) Ein, sum samskipar sýn, og fýra, sum hava beinleiðis eftirlitsuppgávur.

Ein roknskaparleiðari: skrivstovuútbúgving

Ein dygdarmenningarleiðari: skrivstovuútbúgving
Journalleiðari: skrivstovuútbúgving

Skrivstovufulltrúi: skrivstovuútbúgving

Íalt 12 starvsfólk. Játtanin á Løgtingsfíggjarlógini røkkur ikki til meira. Í álitinum Trygd á sjónum er mett, at starvsfólkatørvurin á Skipaeftirlitinum er 12.

Ásetingarnar í Assembly A.847 (20) frá IMO verða brúktar sum leiðreglur til førleikakrøv til skipaeftirlitsmenn hjá Skipaeftirlitinum.
Hin 15. januar 2006 fór ein skipaeftirlitsmaður, sum sýnaði, úr starvi. Hann segði seg úr starvi í november 2005. Søkt varð eftir fólki beinanvegin. Skipaeftirlitsmaðurin, sum kom í hansara stað, byrjaði 1. apríl 2006.

Í tíðarskeiðnum frá 15. januar til 1. apríl vóru tríggir eftirlitsmenn, sum tóku sær av eftirlitsuppgávum. Eftirlitsmaðurin, sum kom staðin fyri starvsfólkið, byrjaði í starvi á Skipaeftirlitnum hin 1. august. Søkt var eftir fólki í apríl. Í einum tíðarskeiði eftir 1. apríl vóru bert tveir eftirlitsmenn í starvi á Skipaeftirlitinum, samskiparin av sýnum og ein, ið tekur sær beinleiðis av sýnum.”

Stjórin fyri Skipaeftirlitinum hevur greitt frá í Gerðarrættinum, at starvsfólk var settur í starv sum eftirlitsmaður tann 1. januar 2002. Grundkrøvini til ein eftirlitsmann eru, at viðkomandi annaðhvørt hevur prógv sum skipari við rættindum á øllum skipum og øllum høvum ella sum maskinmeistari við tilsvarandi rættindum. Ein nýsettur eftirlitsmaður skal altíð arbeiða saman við einum royndum manni í minst ein mánað. Tann 15. januar 2006 fór ein annar eftirlitsmaður úr starvi, og ein nýggjur byrjaði í hansara stað tann 1. apríl. Av røttum skuldu vera fimm eftirlitsmenn í starvi.

Kærandi hevur ført fram, at menniskjaliga tilfeingið verður hvørki størri ella minni av, at umsóknin verður játtað. Tað fer altíð at bera til við góðum vilja at finna skikkaðan avloysara.

Kærandi hevur ført fram, at stovnurin var konkret undirmannaður um hetta mundið, og tann avloysari, ið var starvssettur fyri starvsfólkið, byrjaði ikki fyrr enn í august mánað.

Gerðarrætturin heldur.

Tað má vera talið av skipaeftirlitsmonnum og ikki samlaða talið av starvsfólki á stovninum, ið havast skal hava í huga, tá mett skal verða um hesa grundgevingina. Upplýst er, at talið á skipaeftirlitsmonnum er fimm, harav tríggir skipsførarar. Stutt áðrenn starvsfólkið søkti um farloyvi, hevði ein eftirlitsmaður sagt seg úr starvi, og varð umsóknin játtað, vóru sostatt bert tríggir eftirlitsmenn eftir um tað mundið, støða var tikin til umsóknina.

Gerðarrætturin sær seg ikki føran fyri at seta metingina hjá stjóranum, um at hetta var ov lítil manning at røkja uppgávurnar, til síðis.


(3)Tað tekur tíð at seta avloysara inn í arbeiðið

Um hesi viðurskifti hevur stjórin greitt frá, at ein nýsettur eftirlitsmaður skal altíð arbeiða saman við einum royndum manni í minst ein mánað.

Gerðarrætturin heldur.
Vit teimum upplýsingum, ið Gerðarrætturin hevur fingið, metir rætturin ikki, at henda grundgevingin er nøktandi fyri at sýta umsóknina um farloyvi.
(4) Umsøkjarin virkaði sum verkætlanarleiðari

Um hesi viðurskifti hevur stjórin fyri Skipaeftirlitinum svarað fyrispurningi frá Gerðarrættinum soleiðis:

“Skipaeftirlitið fór í 2002 undir at fyrireika eina elektróniska skipaskrá. Starvsfólkið var verkætlanarleiðari á hesi skipan. Elektróniska Skipaskráin skuldi gerast eitt tól til tess at betra um eftirlitið við trygdini á føroyskum skipum. Um ársskiftið 2005 – 2006 var komið somikið langt við skipanini, at farið var undir at seta skipanina í verk á Skipaeftirlitinum. Tá starvsfólkið fór úr starvi, steðgaði arbeiðið upp vegna starvsfólkatrot. Eftirlitsmaðurin, sum varð settur í starv fyri starvsfólkið, byrjaði á Skipaeftirlitinum hin 1. august 2006, tá byrjaði arbeiðið við telduverkætlanini aftur.”

Stjórin fyri Skipaeftirlitinum hevur um hesi viðurskifti greitt frá í Gerðarrættinum, at starvsfólkið samskipaði eina verkætlan um elektroniska skráseting, líkari teirri íslendsku, ið hevði nógvar fyrimunir við sær. Ætlanin steðgaði upp, tá starvsfólkið fór úr starvi.

Gerðarrætturin heldur.

At starvsfólkið umframt at røkja uppgávur sum eftirlitsmaður eisini hevði eitt starv sum leiðari av einari verkætlan, er viðkomandi í einari samlaðari meting av støðutakan til umsókn til farloyvi.

Umframt omanfyrinevndu viðurskifti metir Gerðarrætturin, at niðanfyrinevndu umstøður í sambandi við umsókn um farloyvi, ið eisini hava verið førdar fram undir málsviðgerðini, eru av týdningi fyri eina samlaða meting av málinum:


(5) Tað stutta skotbráið at taka støðu til umsóknina

Um hesi viðurskifti eru upplýst:

Starvsfólkið var staddur á skeiði í Danmark, tá honum stóð í boði eitt starv sum skeiðsundirvísari á Føroya Brandskúla; hetta var eitt tíðaravmarkað starv galdandi til 31. januar 2007. Hann søkti beinanvegin, tann 23. februar 2006, um farloyvi frá Skipaeftirlitinum, galdandi til 31. januar 2007. Starvið á Føroya Brandskúla skuldi setast tann 1. apríl.

Tá umsóknin varð sýtt tann 24. februar, boðaði hann tann 28. februar frá, at hann hevði kært avgerðina, og at soleiðis sum støðan var, var hann noyddur at taka fyrivarni um, at hann hevði sagt seg úr starvi sama dagin, tann 28. februar, um hann ikki fekk viðhald í kæruni.
Tann 20. mars 2006 boðaði Fiskimálaráðið frá, at kæran ikki var tikin til eftirtektar, og tann 1. apríl byrjaði hann í starvinum á Føroya Brandskúla.

Kærandi hevur ført fram, at høvuðsreglan er, at fólk skulu hava farloyvi, tá tey biðja um tað, og at tað altíð fer at bera til við góðum vilja at finna skikkaðan avloysara.

Kærdi hevur víst til ta serdeilis trongu tíðarrammuna, sum stovnsleiðslan hevði at taka støðu.

Stjórin fyri Skipaeftirlitinum førir fram, at tá fólk biðja um farloyvi, skal hetta gerast í so mikið góðari tíð, at Skipaeftirlitið skal fáa stundir at seta annað fólk í starv, tá persónurin, sum hevur biðið um farloyvi, byrjar farloyvi.

Gerðarrætturin heldur.

Reglurnar um farloyvi í § 11 í sáttmálanum áseta onga freist fyri fráboðan um ætlað farloyvi. Har er bert ásett, at farloyvi ikki má stríða móti stovnsins áhugamálum. Hóast hetta má haldast, at skal stovnsleiðslan hava møguleikar at skipa og tilrættileggja arbeiðið á forsvarligan hátt, krevst ein ávís minsta freist til viðgerð av eini umsókn um farloyvi. Í hesum førinum hevði stovnsleiðslan eina viku at umráða seg í, og tað má haldast at vera ov stutt tíð.

Í hesum sambandi kann vera víst á, at sambært § 8 í sama sáttmála er ásett, at starvskvinna, ið er við barn, eigur at siga leiðsluni frá 3 mánaðir, áðrenn hon væntar sær at eiga. Ger hon ikki tað, hevur stovnurin rætt til at siga henni upp frá tí degi hon gerst óarbeiðsfør. Somu reglur eru galdandi § 6 stk. 2 í Starvsmannalógini.

Hóast ein so long freist neyvan kann krevjast, tá talan er um farloyvi sambært § 11, har sum nevnt ongin freist er ásett, og hóast tað neyvan kann krevjast, at fráboðað verður í so góðari tíð, at nýtt fólk skal kunna verða sett, samstundis sum viðkomandi fer í farloyvi, heldur Gerðarrætturin, at tann serdeilis stutta freistin, talan er um í hesum førinum, undir øllum umstøðum ikki er nøktandi.
Úrskurður sum PDF
Aftur