SMF móti KAF - úrtíðarløn

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Umboð
Jógvan Ellefsen, Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Starvsmannafelagið - SMF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - KAF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Maria á Dul, Torleivur Hoydal
Mál
3
Ár
2006
Úrskurðardagur
25. september 2008
Lyklaorð
áheitan um prógv, avtala, brot, dokumentatión, gera avtalu, orðaljóð, sáttmáli, skjalprógv, úrtíðarløn, útkallignargjald, útkalling, vaktargjald
Ásetingar
§6(2)d, §6(3)c, §6(4)
Lýsing
Træta um úrtíðarløn.

Ósemja hvørt sløkkiliðsmenn í Tórshavn eiga úrtíðarløn fyri at vera útkallaðir ella fyri at verða bidnir at vera verandi út um skipaða arbeiðstíð.
Mannagongdir
Málið skrásett sum mál um tulking av sáttmála. Broytt til Brot á Sáttmála. Gurið Joensen úttikin formaður í málinum.
Viðgerðin
Málið var lagt fyri Fasta Gerðarrætt við kæruriti innkomið 22. september 2006. Annað kærurit dagfest 28. november 2006. Svarrit dagfest 1. februar 2007.
Fyrireikandi fundur hildin 8. februar 2007.

Fyrireikandi fundur hildin 8. februar 2007.

Selma Ellingsgaard og Anita Fuglø møttu við advokatum.

Vitni vóru Selma Ellingsgaard, Heini Østerø, Janus Isfeldt, Sunniva Kollslíð og Jan Christiansen.
Páhald
Starvsmannafelagið kravdi Kommunala Arbeiðsgevarafelagið at viðurkenna, at at brot var framt á sáttmála, tá ið sløkkiliðsmenn:
- ikki fingu úrtíðarløn fyri allar tímar boðsendir á frívakt,
- ikki fingu úrtíðarløn fyri allar tímar bidnir at arbeiða útyvir planlagdt arbeiði.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kravdi frídøming.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí samsvarandi niðurstøðu meirilutans henda

Úrskurð

Tað er ikki brot á sáttmálarnar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið fyri tíðarskeiðið 2003 - 2006 at sløkkiliðsmenn:

- ikki fingu úrtíðarløn smb. § 26 fyri allar tímarnar, frá fyrsta tíma av, tá teir vórðu boðsendir til
arbeiðis á síni frívakt,
- ikki fingu úrtíðarløn smb. § 26 fyri allat tímarnar, frá fyrsta tíma av, tá teir ikki sluppu til hús eftir lokna arbeiðstíð, men fingu boð um at arbeiða út yvir dagliga planlagda arbeiðið.


....
Málkostnaður
Hvør partur ber egnan kostnað.

Partarnir bera harumframt, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og Reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur:

Partarnir eru samdir um, at arbeiðið hjá sløkkiliðsmonnum í samband við boðsending á frívakt og arbeiði út yvir dagliga planlagda arbeiði í tíðarskeiðnum 2003 - 2009 hevur verið samsýnt soleiðis:

Við sonevnda útkalling: 175 kr. fyri 1. tíma, síðan tíma fyri tíma á klokku (svarandi til vanliga løn) + vaktargjald 2. og 1 tíma eyka, um uppgávan tók meir enn 2 tímar og sostatt ikki yvirtíð eftir § 26 í sáttmálunum.

Við sonevnda innkalling og arbeiði út yvir dagliga planlagda arbeiði: Tíma fyri tíma á klokku (svarandi til vanliga løn) + vaktargjald 2 og 1 tíma eyka, um uppgávan tók meir enn 2 tímar og sostatt ikki yvirtíð eftir § 26 í sáttmálanum.

Spurningurin, sum Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, er hereftir, um hendan løn hevur verið í tráð við § 20 stk. 2 og § 26 í tí tá galdandi sáttmálunum partanna millum, ella er brot á sáttmálarnar. Í tíðarskeiðnum 2003-2006 vóru galdandi tveir sáttmálar. Ein frá 1. okt. 2003 - 1. okt. 2005 og ein frá 1. okt. 2005 - 1. okt. 2006. Sáttmálarnir høvdu sama orðaljóð í grein 20 og grein 26.

Sløkkiliðsmenn fáa sambært § 20 stk. 1 fast vaktargjald fyri at vera tøkir. Harvið er talan um eina seráseting, sum víkur frá vanligu ásetingunum í § 29, um hvussu tilkallivakt verður lønt. Í § 20 stk. 2 er áseting um, at fyri útkalling verður latið útkallingargjald. Sløkkiliðsmann og lønardeildin hjá Tórshavnar Kommunu skilja ímillum inn- og útkalling. Í báðum førum er talan um boðsending á frívakt. Men avgerðandi fyri heiti er, í teirra føri, hvussu hastandi uppgávan er. Sum kærandi hevur víst á, so skilir sáttmálin ikki millum higtøkini útkalling og innkalling. Sáttmálin nevnir í § 20 stk. 2 bert orðið útkalling og útkallingargjald.
Men givið er, at útkalling má hava ein týdning. Tá einki er givið í sáttmálanum um hendan týdning, er nærliggjaldi at tengja týdningin at vanligu fatanini av orðinum útkalling. Útkalling ella útkallingargjald er ikki at finna í føroysku orðabókunum. Men av skjølunum í málinum sæst, at aftur í 1990 verður ikki tosað um útkalling og útkallingargjald men um útrykking og útrykningsgjald. Gingið verður út frá, at tað eru hesi orðini, sum eru vorðin til útkalling og útkallingargjald og eru komin inn í sáttmálarnar uttan nakra orðalýsing. Sambært donsku- føroysku orðabókini hjá Fróðskaparfelagnum merkir údrykning: útkall, útrend, neyðsend (sløkkiliðs // løgregla // sjúkrabilur) og sambært donsku- føroysku orðabókini hjá Sprotanum merkir udrykning: neyðsend, útrend, útkall.
Fasti Gerðarrættur metir, at hetta saman við framløgdu skjølunum í málinum og frágreiðingunum vísir, at útkalling kann tengjast at uppgávum, ið skulu gerast beinanvegin ella hava bráðskund. Sostatt metir Fasti Gerðarrættur, at grundarlag er fyri at gera ta avmarking av orðinum, sum innkærdi ger.
Tá so er, metir Fasti Gerðarrættur, at tann sokallaða innkalling, gevur ikki rætt til løn eftir § 20 stk. 2, tí uppgávurnar, sum eru tengdar at innkalling, kunnu ikki rúmast í hugtakinum útkalling.

Spurningurin er so, hvat útkallingargjaldið skal dekka. Er tað eitt slag av eykagjald fyri at skulu avstað á frívakt ella er tað rindan fyri tíð. Í hesum spurningi býtti Fasti Gerðarrættur seg í ein meiriluta við Mariu á Dul og Gurið Joensen og ein minniluta við Torleivur Hoydal.

Meirlutin Maria á Dul og Gurið Joensen viðmerkja:
Havast má í huga, at sløkkiliðsmenn fáa vaktargjald fyri at vera tøkir. Hetta og søguliga gongdin í málinum, herundir serliga skjal P og Q, metir meirlutin vera góð ábending um, at útkallingargjaldið er full rindan fyri 1. tíma. Meirlutin metir, at út frá framløgdu skjølunum og frágreiðingunum í hesum máli er grundarlag ikki fyri at leggja annan týdning í hetta gjald, enn tað hevði í 1990. At tað verður ført inn í sáttmálan hjá Starvsmannafelagnum í 2003 broytir ikki, hvat gjaldið má metast at umfata.
Meirlutin metir, at orðingin í § 20 stk. 2: "fyri útkalling verður latið útkallingargjald, sum er 175,00 kr. og yvirtíð eftir lønarsáttmálanum." ger eina sambinding til yvirtíðarásetingarnar eftir lønarsáttmálanum t.v.s. at tá komið er út um 1. tíma skal rindast yvirtíð sambært sáttmálanum t.v.s. eftir § 26. Meirlutin sær ikki nakra grund til at umrøða gamlar avtalur, siðvenjur í hesum sambandi, tí júst í hesi ítøkiligu støðu, er gjørd semja um tilvísing til yvirtíð í lønarsáttmálanum. Harvið mugu gamlar avtalur vera mettar at vera farnar úr gildi í hesum føri. Møguligur passivitetur í 2 - 3 ár frá Starvsmannafelagnum við at taka málið upp, kann í hesum føri ikki viðføra, at § 20 stk. 2 verður sett til viks fyri eldri avtalum.

Minnilutin Torleivur Hoydal viðmerkir:
Tá tað onganstaðni í § 20 ella aðrastaðni í sáttmálanum er nevnt, at útkallingargjald er fult gjald fyri 1. tíma og § 20 stk. 2 hevur tilvísing til yvirtíð eftir sáttmálanum verður mett, at sløkkiliðsmenn í samband við útkalling hava krav uppá útkallingargjald + yvirtíð eftir sáttmálanum, tvs. eftir § 26 fyri 1. tíma í samband við útkalling.
§ 26 stk. 3, 4, 5 og 6 hoyra saman. Í stk. 4, 5 og 6 verða umtalaðir allir yvirtímar, frá 1. yvirtíma og frameftir.
Minnilutin tekur samstundis undir við meirlutanum í, at yvirtíð eftir 1. tíma í samband við útkalling eisini skal rindast sum yvirtíð eftir § 26 í sáttmálanum, og at tað tí í mun til hesa støðu er gjørd ein ítøkilig semja, sum setur gamlar avtalur/siðvenjur úr gildi júst í hesum føri.

Viðvíkjandi yvirarbeiði vegna sokallaða "innkalling" og arbeiði út yvir dagliga planlagda arbeiði metir Fasti Gerðarrættur, at avgerðandi fyri hesa løn er spurningurin, um § 26 í sáttmálanum hevur generelt gildi í mun til sløkkiliðsmenn, ella um tað á hesum øki, eru aðrar gildugar avtalur.
Orðaljóðið í sáttmálanum er í útgangstøði galdandi fyri støðuna partanna ímillum. Men kann tað sannast, at partarnir hava avtalað annað, og at sáttmálin ikki skal skiljast beinleiðis eftir sínum orðaljóði, so er tann sannførandi støðan galdandi partanna millum.
Fasti Gerðarrættur metir, at framløgdu fundarfrágreiðingarnar frá sáttmálasamráðingunum í 2003 og frágreiðingarnar frá vitnunum vísa, at partarnir hava ikki gjørt nakra ítøkiliga semju/avtalu um, at § 26 skal vera galdandi fyri sløkkiliðsmenn. Partarnir hava úrtíðina hjá sløkkiliðsmonnum frammi undir samráðingunum í 2003 sum eina skipan, ið partarnir eru ósamdir um, uttan at gera nakra ítøkiliga semju ella orðing um hesar serligu umstøður. Hetta stuðlar undir fatanina av, at partarnir ikki hava verið samdir um samansjóðingina av gomlu sáttmálaviðurskiftunum hjá sløkkiliðsmonnum til generella sáttmálan hjá Starvsmannafelagnum. Fasti Gerðarrættur metir, at á økjum har partarnir vita, at ósemjur eru, kann tað ikki uttan ítøkiliga semju sigast, at generelli sáttmálin er galdandi í fullum vavi.
Søkkiliðsmennirnir hava í nógv ár, og eisini í tíðarskeiðnum 2003 - 2006, fingið tíma fyri tíma løn til klokku + vaktarhjald 2 fyri hesa vanligu yvirtíð. Framløgdu skjølini vísa, at avtalan um at løna yvirtíð tíma fyri tíma til avspáking hevur uppruna heilt aftur í 1990. Fasti Gerðarrættur kann ikki avvísa, at hendan avtala frá 1990 hevur gildið sum siðvenja, tá hon hevur verið parktiserað í nógv ár, og partarnir ikki hava framlagt próvtilfar, sum vísir, at partarnir hava gjørt semju um, at seta aðra áseting ístaðin fyri hesa gomlu avtalu. Men tá Fasti Gerðarrættur longu metir, at § 26 eftir umstøðunum lýstum í hesum máli ikki hevur gildi í mun til sløkkiliðsmenn í samband við innkalling og "vanligt yvirarbeiði", er ikki grundarlag fyri at taka ítøkiliga støðu til gildi av tí faktisku yvirtíðarlønini í hesum førum.

Fasti Gerðarrættur heldur tí, at fyri tíðarskeiðið 2003 - 2006:

er tað ikki brot á sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, at avmarka útkallingargjaldið til sokallaða útkalling og ikki innkalling,

er tað brot á sáttmálan, at sløkkiliðsmann frá 2. tíma í samband við útkalling ikki hava fingið yvirtíð eftir § 26 í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya,

er tað ikki brot á sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya at sløkkiliðsmenn í samband við yvirarbeiði, sum ikki er útkalling, ikki eru løntir sambært § 26 í sáttmálanum.

Meirlutin metir:
er tað ikki brot á sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya at sløkkiliðsmenn fyri 1. tíma í samband við útkalling hava fingið útkallingargjald og ikki yvirtíð afturat hesum.
Minnilutin metir:
At tað er brot á sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya at sløkkiliðsmenn fyri 1. tíma í samband við útkalling hava fingið útkallingargjald og ikki yvirtíð afturat hesum.
Sergrundgeving
Minnilutin Torleivur Hoydal viðmerkir:
Tá tað onganstaðni í § 20 ella aðrastaðni í sáttmálanum er nevnt, at útkallingargjald er fult gjald fyri 1. tíma og § 20 stk. 2 hevur tilvísing til yvirtíð eftir sáttmálanum verður mett, at sløkkiliðsmenn í samband við útkalling hava krav uppá útkallingargjald + yvirtíð eftir sáttmálanum, tvs. eftir § 26 fyri 1. tíma í samband við útkalling.
§ 26 stk. 3, 4, 5 og 6 hoyra saman. Í stk. 4, 5 og 6 verða umtalaðir allir yvirtímar, frá 1. yvirtíma og frameftir.
Minnilutin tekur samstundis undir við meirlutanum í, at yvirtíð eftir 1. tíma í samband við útkalling eisini skal rindast sum yvirtíð eftir § 26 í sáttmálanum, og at tað tí í mun til hesa støðu er gjørd ein ítøkilig semja, sum setur gamlar avtalur/siðvenjur úr gildi júst í hesum føri.

Minnilutin metir:
At tað er brot á sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya at sløkkiliðsmenn fyri 1. tíma í samband við útkalling hava fingið útkallingargjald og ikki yvirtíð afturat hesum.
Úrskurður sum PDF
Aftur