FMR móti SMF og HAM - stríðstig (portørar) II

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Stríðsstig
Umboð
Jógvan Ellefsen, Niels Winther Poulsen, Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Havnar Arbeiðsmannafelag - HAM, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Hendrik Thomsen, Vígdis Johannesen
Mál
3
Ár
2009
Úrskurðardagur
30. mars 2009
Lyklaorð
áhugi, aktualitetur, arbeiðssteðgur, forðing, friðarskylda, fullur limaskapur, heimilað stríðsstig, ítøkiligan áhuga, limafelag, limaskapur, meiriluti, mótmæli, natúrliga hoyra heima, nýggjur sáttmáli, óheimilað stríðsstig, protest, próvbyrða, samráðingarrætt, sáttmálar skulu haldast, sáttmálaskeið, sáttmáli, skundmál, starvsøki, stríðsstig, styrki, uttan at mótmæla, virða sáttmála, virkisøki,
Ásetingar
§6(2)e, §8(5)
Lýsing
Træta um stríðsstig.

Ósemja um hvørt fráboðað stríðsstig í samband við trætu um sáttmála fyri portørar á sjúkrahúsum er heimilað.

Málið hevur tilknýti til málini: nr. 1/2007 FMR móti SMF - stríðsstig (portørar), nr. 3/2007 SMF móti FMR & HAM - portørar, nr. 4/2007 SMF móti FMR - fráboðan av arbeiðssteðgi, nr. 0/2001 Almanna- og heilsumálastýrið móti HAM – stríðsstig (portørar)
Viðgerðin
Mál 3/2009-0009
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda

Úrskurð

Arbeiðssteðgurin, ið Starvsmannafelagið hevur lýst at verða 1. apríl 2009 fyri limir sínar, sum eru portørarnir í sjúkraflutningstænastuni, er heimilað stríðstig.

Starvsmannafelagið verður tí frídømt frá kravinum frá Fíggjarmálaráðnum um, at felagið skal viðurkenna, at fráboðaði arbeiðssteðgurin hjá sjúkraflutningsfólki, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, er óheimilað stríðsstig.
Málkostnaður
Hvør partur ber egnan kostnað.

Partarnir bera sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur:

Málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum eitt mál eftir § 6 stk. 2 litra e, t.v.s. eitt mál um fráboðað ella tikin stríðstig eru heimilað og sum eitt hastandi mál eftir reglunum í § 8 stk. 5. Soleiðis sum málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt, skal gerðarrætturin bert taka støðu til, um tann av Starvsmannafelagnum lýsti arbeiðssteðgur er óheimilaður og uttan at taka fráboðanarháttin av arbeiðssteðginum inn í viðgerðina.

Fasti Gerðarrættur er samdur um innleiðandi at vísa til grundgevingarnar, sum Fasti Gerðarrættur gav í máli nr. 1/2007 FMR móti SMF - stríðsstig (portørar), og sum hetta mál er at síggja sum framhald av. Í grundgevingunum fyri at tann tá lýsti arbeiðssteðgurin varð óheimilaður, vísti Fasti Gerðarrættur m.a. á, at portørarnir, sum vóru limir í Starvsmannafelagnum, og sum arbeiðssteðgurin varð lýstur fyri, framhaldandi vóru bundir av sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag, ið varð undirskrivaður 22. sept. 2006 við gildi fyri tíðarskeiði 01.10.05 – 01.10.07 og seinni framlongdur. Og tá Starvsmannafelagið hevði skrivað undir sáttmála við Fíggjarmálaráðið 28. februar 2007 uttan at mótmæla gildi av sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag fyri portørarnar, skuldi felagið respektera hendan sáttmála.

Nú hesin sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag er sagdur upp at fara úr gildi 1. apríl 2009, hava somu portørar, sum eru ein stórur meiriluti av portørunum í sjúkraflutningstænastuni, verið limir í Starvsmannafelagnum síðan 01.10.06. Starvsmannafelagið krevur samráðingarrætt vegna hesar limir sínar. Felagið hevur síðan á heysti 2006 staðiliga gjørt Fíggjarmálaráðið vart við sítt krav, og frá september 2007 havt fastliggjandi krav í Fíggjarmálaráðnum um samráðingarrættin, og gjørt vart við, at fær felagið ikki samráðingarrætt fyri portørarnar, so verður arbeiðssteðgur lýstur, tá sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag fer úr gildi. Av frágreiðingunum frá pørtunum í gerðarrættarmáli 1/2007 um hvat starvsøki feløgini virka á, er tað eftir gerðarrættarinnar metan ikki nakað grundarlag fyri at siga, at portørarnir, sum eru í almennum størvum í sjúkraflutningstænastuni, mest natúrliga hoyra heima í Havnar Arbeiðsmannafelag heldur enn í Starvsmannafelagnum. At portørarnir í mong ár hava verið í Havnar Arbeiðsmannafelag bindur í so máta hvørki portørarnar ella Starvsmannafelagið, men er hetta ein spurningur, um hvør vinnur sær samráðingarrættin við Fíggjarmálaráðið.

Fasti Gerðarrættur metir, eins og í máli 1/2007, at tá tað er Starvsmannafelagið, sum fremur stríðsstig, er tað Starvsmannafelagið sum skal prógva, at stríðsstigið er heimilað. At málið er innkært av Fíggjarmálaráðnum broytir ikki hesa støðu.

Fasti Gerðarrættur er av tí áskoðan, at Starvsmannafelagið hevur prógvað, at krav teirra um samráðingarrætt vegna portørarnar, sum eru limir í felagnum, er sakliga grundað á ein ítøkiligan fakligan áhuga av hóskandi slag. Hetta kemst av, at felagið hevur alstóran meiriluta av portørunum sum limir, og yvir fleiri ár hevur kravt samráðingarrætt fyri limirnar og at starvsøkið hjá portørunum fakliga má metast at hóska eins væl undir virkisøkið hjá Starvsmannafelagnum, sum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. At portørarnir sambært viðtøkunum hjá Starvsmannafelagnum ikki eru fullir limir í felagnum fyrr enn felagið hevur sáttmála fyri teir, minkar ikki um styrkina ella aktualitetin í kravinum um samráðingarrættin.

Innkærdi hevur ført fram, at friðarskyldan merkir, at sáttmálar skulu haldast, og tí kunnu persónar, sum eru umfataðir av sáttmála, ikki av røttum leggja arbeiðið niður í sáttmálaperioduni, og at tá Starvsmannafelagið ikki hevur sáttmála fyri nevndu portørarnar, forðar friðarskyldan, sum er tengd at sáttmálum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið fyri tíðina 01.10.2006 – 01.10.2010, ikki at felagið tekur stríðsstig fyri at fáa sáttmála fyri portørarnar. Hesum er Gerðarrætturin samdur við innkærda í og metir Gerðarrætturin sostatt, at tað er ikki grundarlag fyri at siga, at sáttmálin, ið Starvsmannafelagið hevur við Fíggjarmálaráðið fyri tíðarskeiðið 01.10.0206 – 01.10.2010, áleggur felagnum friðarskyldu í mun til kravið um samráðingarrætt og sáttmála fyri portørarnar.

Eftir umstøðunum kann samráðing millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag um nýggjan sáttmála fyri portørarnar heldur ikki síggjast sum ein framhaldandi forðing fyri at Starvsmannafelagið nú tekur stríðsstig, sum liður í kravinum um at fáa samráðingarrætt vegna portørarnar, sum eru limir í felagnum.

Av hesum metir Fasti Gerðarrættur, at lýsti arbeiðssteðgurin hjá Starvsmannafelagnum fyri limir sínar, sum eru portørar í sjúkraflutningstænastuni, er at meta sum heimilað stríðsstig.
Aftur