FMR móti AKF - træta um stríðsstig

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Umboð
Jógvan Elias Winther Poulsen, Snorri Fjallsbak
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Gurið Joensen, Hendrik Thomsen, Poul Hansen
Mál
7
Ár
2009
Úrskurðardagur
13. oktober 2009
Ásetingar
§6(2)e
Lýsing
Træta um stríðsstig.

Ósemja um fráboðanin á heimasíðuni hjá Akademikarafelag Føroya tann 1. oktober 2009 er óheimilað stríðsstig.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda

Úrskurð

Innkærdi Akademikarafelag Føroya verður dømdur at viðurkenna, at fráboðanin á heimasíðu felagsins tann 1. oktober í 2009 er óheimilað stríðsstig
Málkostnaður
Hvør partur ber egnan kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Staðfest er, at partarnir hava sáttmála, sum er galdandi fram til 1. oktober 2010. Óskrivaða friðarskyldan, sum tá er millum partarnar, avmarkar hvørji stig ein sáttmálapartur kann taka í sáttmálatíðarskeiðnum.
At fremja ella leiða kollektiv tiltøk, sum elva til forðingar fyri starvssetanum hjá einum arbeiðsgevara, verður í sáttmálatíðarskeiði vanligast mett sum ólógligt stríðsstig. Ein ítøkulig meting av umstøðunum, sum grundað tiltakið, kann tó gera, at stríðsstig, sum er fráboðað við hóskandi varsli, verður mett sum lógligt. Tann sum fremur stríðsstig skal í so fall prógva, at talan er um umstøður, sum gera at stríðsstigið er heimilað. At málið er innkært av Fíggjarmálaráðnum broytir ikki hesa støðu.
Út frá givnu frágreiðingunum í málinum metir Fasti Gerðarrættur seg kunna leggja til grund í hesum føri, at áheitanin frá 1. oktober frá felagnum um:
-Ikki at taka á seg aðrar uppgávur á Føroya Læraraskúla, enn tær ið setanarbrøvini og sáttmálin siga, til vissa er fingin fyri at setanar-, starvs- og uppsagnarviðurskiftini á Føroya Læraraskúla verða umsiting sambært ásetingum í sáttmálanum og teim almennu starvsfólkareglunum
-ikki at taka á seg uppgávur sum gestalærarar ella at søkja leys størv í Føroya Læraraskúla so leingi viðurskiftini eru ógreið
longu hevur havt blokadulíknandi virkning av virkseminum á Føroya Læraraskúla.
Tískil er talan um stríðstig.
Tey krøv, sum felagið hevur sett upp sum mál við fráboðanini, eru viðurskifti, sum felagið við ávikavist ávísíng á sáttmálabrot kann leggja fyri Fasta Gerðarrætt, kæra til avvarandi myndugleika ella leggja rættarmál í t.v.s. viðurskifti, sum felagið hevur eina skipaða reakatiónsmannagongd yvir fyri.
Tá hesir reaktiónsmøguleikar ikki eru troyttir fult út, og tað ikki á annan hátt er prógvað at talan er um serumstøður, sum kunnu gera ein starvsetanarblokadu lógliga, metir Fasti Gerðarrættur partin av fráboðanin frá Akademikarafelag, sum inniheldur arbeiðs- og starvssetanarblokadu at vera ólógligt stríðsstig.
Akademikarafelag Føroyar skal tí skipað fyri, at fráboðanin verður tikin aftur soleiðis, at tað gerst greitt fyri limir felagsins og almenningin at arbeiðs- og starvssetanarblokadan er tikin aftur.
Úrskurður sum PDF
Aftur