FFS móti FMF - førleikaviðbót

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Løn, Samráðing, samráðingarrættur, seming, Siðvenja
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - FFS, Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Halgir Winther Poulsen, Leivur Michelsen, Vígdis Johannesen
Mál
2
Ár
2013
Úrskurðardagur
11. desember 2013
Ásetingar
§6(2)d, §6(3)c
Lýsing
Træta um førleikaviðbót fyri leiðslu.

Ásett var í sáttmála um viðbøtur fyri ábyrgd og førleika. Løntakarar fingu eftir hesum førleikaviðbót fyri leiðsluútbúgving. Lønardeildin metti hesar viðbøtur, latnar fólki ið hartil fingu leiðaraviðbót, at vera givnar av órøttum og gav boð um at taka tær burtur. Ósemja var nú, hvørt hetta var brot á áseting í sáttmála ella rættarsiðvenju, og hvørt hetta var brot á mannagongdir.
Viðgerðin
Kærurit dagfest 29. mai 2013.

Svarrit dagfest 13. august 2013.

Replikkur dagfestur 2. oktober 2013.

Úrskurðarfundur 29. november 2013 kl. 09:30.

Úrskurður sagdur 11. desember 2013.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð


Thyra Thorsteinsson, Jona Nielsen, Anna Djurhuus, Ingun Gaardbo og Synnøva Hansen skulu hava tær førleikaviðbøtur, ið tiknar eru frá teimum, afturgoldnar, frá tí degi, viðbótin varð tikin frá viðkomandi, at rokna.

Hesar upphæddir skulu vera goldnar innan 15 dagar frá tí at hesin úrskurður er sagdur.

Harumframt skal gjaldast frítíðarløn sambært frítíðarlógini.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helst av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur

Hetta málið snýr seg um tulking av § 32 í sáttmálanum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

§ 32 í galdandi sáttmála er soljóðandi

“§ 32 Viðbøtur
Løn samsvarandi ábyrgd og førleika:
Avtalan um viðbøtur til sjúkrarøktarfrøðingar dagfest tann 29. mai 2000 er framvegis galdandi við hesum broytingum:

Viðbøtur fyri ábyrgd:

Sjúkrarøktarstjóri á LS: 5.000,- kr./mðr.
Fyristøðukvinnur KS og SS: 5.000,- kr./mðr.
Fyristøðufólk fyri ellis-, avlamis-, hvíldar-, umlættingar-,og røktarheim og onnur: 3.800,- kr./mðr.
Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar yvirsjúkrasystrar): 3.500,- kr./mðr.
Deildarleiðarar (deildarsjúkrasystrar): 3.500,- kr./mðr.
Varadeildarleiðari (1.assistentur): 1.500,- kr./mðr.
Økisleiðarar í Heimatænastuni: 3.800,- kr./mðr.
Bólkaleiðarar í Heimatænastuni: 2.000,- kr./mðr.
Leiðarar á sambýlum: 3.500,- kr./mðr.
Leiðarar fyri heilsufrøðingar: 3.800,- kr./mðr.
Varaleiðari fyri heilsufrøðingar: 2.000,- kr./mðr.

Viðbøtur fyri førleika:

Sjúkrarøktarfrøðingar við víðari útbúgving: 2.000,- kr. um mánaðin

Sjúkrarøktarfrøðingar við aðrari útbúgving:
150 tíma teori (svarandi til 6 ECTS) 750,- kr./mðr.
180 tíma teori (svarnadi til 7 ECTS) 1.000,- kr./mðr.
210 tíma teori (svarandi til 8 ECTS) 1.250,- kr./mðr.
Við aðrar útbúgvingar skilst skipaðar og longri eftirútbúgvingar, sum kortini ikki eru víðari útbúgvingar.

Treytin fyri, at hesar viðbøtur verða latnar, er, at starvast verður á deildum við nevndu sergrein, ella innan øki, sum kunnu javnmetast( t. e. útbúgvingin er kravd ella mett at vera ein fyrimunur).”

Tað er onki nýtt í sáttmálahøpi, at ein partur av lønini hjá sjúkrarøktarfrøðingum (fyrr sjúkrasystrum) hevur verið útgoldin sum viðbøtur. Longu í 1988, tá tann fyrsti føroyski sáttmálin millum Sjúkrasystrafelag Føroya og Føroya Landsstýri varð undirskrivaður, vóru reglur um viðbøtur. Tó var tá bert talan um leiðaraviðbøtur, sum tá vóru kr. 12.000,- árliga til deildarsjúkrasystrar.

Fram til 1999 var bert talan um leiðaraviðbøtur. Til sáttmálasamráðingarnar í 1999 vildu fakfeløgini hava leiðaraløninar hækkaðar, m. a. av teirri orsøk at leiðararnir ikki fingu yvirtíð, og tí ofta fingu lægri løn enn aðrar sjúkrasystrar, ið fingu eyka løn fyri vaktir. Somuleiðis vildu feløgini hava løn fyri førleika. Sum partur av krøvunum til lønarsamráðingarnar í 1999, kravdu feløgini sostatt løn samsvarandi ábyrgd og førleika, og umframt eina generella hækking í grundlønini, at lønarskipanin varð broytt soleiðis, at betri samsvar millum ta ábyrgd og tann førleika, sum tann einstaka sjúkrasystirin hevur. Somuleiðis varð ført fram av felagnum, at tað er lítil kapping um leiðarastørvini, og at fáar bjóða seg fram m. a. av teirri orsøk, at størvini ikki verða lønt í mun til ábyrgdina.

Tað sær út til at hesi krøv vóru lutvíst gingin á møti í semjuni frá 13. apríl 1999 millum Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið. Í hesi semju verður fyrstu ferð skynað millum leiðarar uttan útbúgving og leiðarar við útbúgving. Undir yvirskriftini “Løn samsvarandi ábyrgd og førleika” verður m. a. ásett at: “deildarsjúkrasystrar við útbúgving fáa kr. 2.000,- mánaðarliga í viðbót, meðan deildarsjúkrasystrar uttan útbúgving fáa kr. 1.500,- um mánaðin”. Harumframt eru ásetingar um sjúkrasystrar við serútbúgving. Hetta seinna hevur ikki týdning í hesum málinum.

Hesar viðbøtur komu inn í sáttmálan, ið varð undirskrivaður tann 18. oktober 1999, har eisini var ásett, at heilsuverkið/arbeiðsgevarin hevði skyldu til árliga at senda sjúkrasystrar til framhaldsútbúgvingar á Dansk Sygeplejehøjskole í saman mun sum higartil, ella líknandi útbúgving.

Um sáttmálasamráðingarnar í 2002 hava Æna Reinert og Snorri Fjallsbak greitt frá. Æna Reinert sigur, at til hesar samráðingar hevði felagið gjørt av at satsa uppá at bøta um lønarviðurskiftini hjá leiðarum, og eftir at felagið hevði kunnað limirnar um hetta, áðrenn samráðingarnar byrjaðu, og limirnir tóku undir, vóru m. a. hesi krøv sett fram undir samráðingunum. Um somu samráðingar greiðir Snorri Fjallsbak frá, at hann var so nýggjur í Fíggjarmálaráðnum um hetta mundið, og minnist tí ikki so nógv til hesar samráðingar í smálutum. Tó minnist hann, at semja var millum partarnar um, at leiðararnir skuldu hava eina “klekkiliga” lønarhækking, upp til einar kr. 3.000,- til kr. 4.000,- meira um mánaðin fyri teirra leiðarastørv. Tó skuldi ongin munur gerast á, um leiðarar høvdu útbúgving ella ikki.

Tann semja, sum gjørd varð millum partarnar tann 9. oktober 2002, bygdi uppá á ein samlaðan lønarkarm uppá 6,5% pr. 1. mars 2002. Av hesum karmi skuldi grundlønin hækkast við 5,39%, og sostatt vóru 1,11% eftir til “løn samsvarandi ábyrgd og førleika” svarandi til uml. 17% av samlaða lønarkarminum.

Viðbøtur fyri førleika vóru broyttar soleiðis, at sjúkrasystrar við víðari útbúgving skuldu hava kr. 2.000,- um mánaðin, meðan sjúkrasystrar við aðrari útbúgving skuldu hava frá kr. 750,- til kr. 1.250,- um mánaðin í mun til longdina av teoriútbúgvingini. Sambært semjuni var treytin fyri at hesar viðbøtur verða latnar “at starvast verður á deildum við nevndu sergrein, ella innan øki, sum kunnu javnmetast, t. e. útbúgvingin er kravd ella mett at vera ein fyrimunur”.

Tá ein hygieinusjúkrarøktarfrøðingur skuldi setast við Landssjúkrahúsið, varð lønin ásett sambært semju millum Almanna- og Heilsumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Sambært hesi semju fekk hann, umframt grundløn eftir stig 40 í sáttmálanum, viðbót sum yvirsjúkrarøktarfrøðingur kr. 3.500,-, førleikaviðbót í samsvar við útbúgving, eitt nú DSH kr. 2.000,- og hygieinu kr. 2.000,-.

Um hesa lønaravtalu hevur Æna Reinert greitt frá, at hesar lønartreytirnar vóru fullkomiliga í tráð við galdandi sáttmála, meðan Snorri Fjallsbak hevur greitt frá, at hetta var ein “konstruerað” lønaráseting, ið var neyðug, orsakað av at Landssjúkrahúsið vildi hava ein hygieinusjúkrarøktarfrøðing, og hetta vóru lønarkrøvini hjá honum. Hendan lønaráseting er eftir hansara meting fullkomiliga í stríð við sáttmálan.

Spurdur nær Fíggjarmálaráðið gjørdist varugt við trupuleikarnar viðvíkjandi viðbótunum, greiður Snorri frá, at hetta hendi í sambandi við, at Boðanesheimið skuldi takast í brúk í desember 2012, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir noktaðu at fara til arbeiðis, uttan tær fingu løn fyri diplomútbúgving í leiðslu. Av tí at heimið skuldi latast upp, varð kravið eftirlíkað undir protest, við fyrivarni um, at peningurin skuldi gjaldast aftur, um ein gerðarrættur kom til tað úrslit, at tey ikki høvdu krav um hesa viðbótina.

Tá Fasti Gerðarrættur skal taka saman um gongdina í semju- og sáttmálaorðingum, síðani semjan í 1999 millum partarnar fyri fyrstu ferð skynaði millum leiðarar uttan útbúgving og leiðarar við útbúgving, og fram til galdandi sáttmála, kemst ikki til annað úrslit enn, at munur hevur verið gjørdur á viðbótunum til leiðarar, annaðhvørt tær høvdu víðari útbúgving ella ikki. Somuleiðis sæst av lýsingum, har søkt verður eftir leiðarum, at tað hevur verið eitt krav at viðkomandi skuldi hava víðari útbúgving. Í galdandi sáttmála er treytin fyri at hesar viðbøtur verða latnar, at starvast verður á deildum við nevndu sergrein, ella innan øki sum kunnu javnmetast, t. e. útbúgvingin er kravd ella mett at vera ein fyrimunur. Hildið verður, at tað í øllum førum má vera ein fyrimunur, at ein leiðari hevur serstaka útbúgving í leiðslu.

Ásetingin um, at bert ein viðbót kundi latast, er ikki endurtikin í galdandi sáttmála.

Tá hygieinusjúkrarøktarfrøðingurin varð settur, varð lønin ásett í samráð millum partarnar, og her vóru veittar viðbøtur, m. a. eisini viðbót fyri DSH-útbúgving.

Tá hetta verður samanhildið við, at hendan viðbót hevur verið veitt í upp til 20 ár, uttan at mótmælt hevur verið móti hesi mannagongd fyrr enn í 2013, kann Fasti Gerðarrættur ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at tað hevur verið í samsvar við galdandi sáttmála, at hesar viðbøtur hava verið veittar.

Fasti Gerðarrættur gevur tí kærandi viðhald í sakarkravinum soleiðis sum tað er sett fram í kæruritinum.

At Fíggjarmálaráðið (lønardeildin) ikki er vorðin kunnug við hesa mannagongd, kann ikki koma teimum kærandi til skaða.

Tað skal harumframt rindast frítíðarløn sambært frítíðarlógini.
Úrskurður sum PDF
Aftur