SMF móti FMR

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Eftirløn, eftirlønargjald, Starvssetan, sakligheit, mannagongdir
Umboð
Sigmund Poulsen, Snorri Fjallsbak
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Hendrik Thomsen, Leivur Michelsen
Mál
3
Ár
2015
Úrskurðardagur
20. oktober 2015
Lyklaorð
Starvssetan, parttíðarsett, eftirløn, avloysari
Ásetingar
§6(3)c
Lýsing
Træta um eftirløn Partarnir eru ósamdur um parttíðarsett, avloysara ella fyribilshjálp hava rætt til eftirløn sambært § 13 í sátmálanum partanna millum.
Viðgerðin
Kærurit dagfest 19. juni 2015 Svarrit dagfest 3. juli 2015
Páhald
Partarnir hava verið ósamdir um henda spurning. Hava tey tímaløntu rætt til eftirlønargjald ella ikki?
Niðurstøða
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørdu semju í málinum.
Málkostnaður
Hvør partur ber ½ av samlaðu útreiðslunum til Fasta Gerðarrætt og hvør partur ber annars sjálvur møguligar aðrar útreiðslur, herundir útreiðslur til egnan advokat.
Grundgeving
Partarnir hava lagt fram skjøl og skriv til Fasta Gerðarrætt, men hava nú gjørt soljóðandi semju: 1. Fíggjarmálaráðið viðurkennir, at NN eigur rætt til eftirlønargjald av allari sínari inntøku frá Strandfaraskipum Landsins í 2014 smb. § 13 í sáttmála partanna millum. 2. Fíggjarmálaráðið fer at áleggja landsins arbeiðsgevarum at gjalda eftirlønargjald til tey tímaløntu lønt eftir strarvsmannafelagssttmálanum frá 1. oktober 2015 at rokna. 3. Í sáttmálans § 13 verður sett orðing, sum partarnir semjast um, soleiðis at greitt gongur fram, at eisini tey tímaløntu fáa eftirlønargjald. 4. Starvsmannafelagið fer ikki at seta krav fram um eftirlønargjøld av tímalønum, sum eru innvunnar innan 1. oktober 2015.
Aftur