FF móti Kimbli – løgdømi

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Partar
Føroya Fiskimannafelag - FF, Føroya Reiðarafelag - FRF
Rættarlimir
E. A. Bjørk
Ár
1970 - 1979
Úrskurðardagur
07. juli 1970
Lýsing
Træta um røttu avrokning.

Trolarin Brandur Sigmundarson landaði í Esbjerg fyrru hálvu av 1969. Í avrokningini var lagt upp fyri sera góðum prísi, og nakað av søluprísinum lagt í grunn hjá Fiskasøluni at javna út við millum túra, sum betraði um avrokningina seinna helvt av árinum. Ósemja stóðst bæði um áseting um avrokning fyri ”hægsta dagsprís” og um løgdømi í málinum.
Viðgerðin
Málið skrásett sum BS 134/1970.

Føroya Fiskimannafelag stevndi sum mandatar fyri manningina á Brandi Sigmundarsyni.

Reiðaríið p/f Kimbil var stevnt, og l/f Føroya Fiskasøla legði uppí málið at stuðla Kimbli.
Páhald
Fiskimannafelagið kravdi ávísa upphædd sum munin millum røttu avrokning og framdu avrokning. Felagið helt gerðarrættarviðgerð vera óhandiga, tí talan var um innkrevjingarmál.

Reiðarin og partur ið legði uppí hildu uppá, at talan var um tulking av áseting í kollektivum sáttmála, tí skuldi málið vísast frá dómi.
Niðurstøða
Thi kendes for ret:
Denne sag afvises.
Málkostnaður
Ingen af parterne betaler sagsomkostninger til de andre parter.
Grundgeving
Retten skal bemærke:
Således som sagsøgerne i deres procedure selv har lagt sagen op, beror denmnes afgørelse i første række på en fortolkning af udtrykket "fyri hægsta dagsprís" i overenskomstens § 21 i.f., og da der må gives sagsøgte medhold i, at en fortolkning af dette udtryk henhører under i § 23 omhandlede voldgiftsret, vil sagsøgtes påstand om sagens afvisning være at tage til følge.
M.h.t. sagens omkostninger forholdes som nedenfor anført
Aftur