SMF móti Føroya Landsstýri - tulking av grein 19

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3))
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Bjørn á Heygum, Joen H. Andreassen, Jónfinn Thomsen, Trygvi Jacobsen, Páll Nielsen
Ár
1990 - 1999
Úrskurðardagur
09. februar 1993
Lyklaorð
frítíðarløn, løntakaragjald, arbeiðsgevaragjald, eftirlønargjald, starvstreytir, løn, praksis, venja, almenn lønarhækkan, skipan er praktiserað, skattlig viðgerð, analogi, samdømi,
Lýsing
Træta um frítíðarløn.

SMF fekk í 1985 hækkan av eftirlønargjaldi í sáttmálan. Í 1987 varð orðingin í viðkomandi áseting (§ 19) broytt. Ósemja stóðst nú, hvørt talan var um almenna lønarhækkan, ið frítíðarløn skuldi gjaldast av.
Viðgerðin
Málið var lagt fyri nevnd eftri § 1(5) í sáttmálanum millum SMF og landið.
Tá ið meiriluti ikki fekst, varð ástøðumaður boðsendur. J.nr. I-G-47-1992.
Vitni vóru Hendrik Thomsen, Ernst Hansen, John Danielsen, Andras Skaalum, Erhard Jacobsen, Jákup Danielsen og Súsanna Danielsen.
Páhald
Starvsmannafelagið helt uppá, at eftirlønargjald var partur av lønini og harvið gav rætt til frítíðarløn og frítíðargjald. Tí talan var um at almenna lønarhækkanin, ið fór til eftirlønargjald; broytta orðingin skuldi staðfesta, at hetta var løntakaragjald.

Landsstýrið helt uppá, at talan var um arbeiðsgevaragjald, ið løntakari ikki varð skattaður av, og tí ikki átti frítíðarløn av.
Niðurstøða
Tí verður ásett:

Eftirlønargjaldið, sum skal veitast til eftirlønartrygging hjá limum í Starvsmannafelagnum eftir grein 19 í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Føroya Landsstýri, er partur av starvstreytunum hjá teimum, sum eru undir eftirlønarskipanini, men er ikki løn í vanligari merking. Tað skal tí ikki roknast frítíðarpeningur ella úrtíðarløn av gjaldinum.
Málkostnaður
Útreiðslurnar av gerðarrættarviðgerðini verða at rinda av báðum pørtum við hvør sínari helvt eftir uppgerð frá formanninum.
Grundgeving
Gerðarrætturin er samdur um, at umrødda eftirlønargjaldið er ein partur av starvstreytunum hjá viðkomandi limum í Starvsmannafelagnum.

Tað má eisini leggjast til grund, at heimildin fyri hesum eftirlønargjaldið kom í sáttmálan í 1985, og at skipanin var tann, at eftirlønargjaldið varð goldið til Føroya Lívstrygging beinleiðis, men gjaldið varð ikki tikið við í sjálvuppgávuni hjá viðkomandi limum.

Við sáttmálasamráðingum í 1987 varð orðingin broytt eftir ynski hjá Starvsmannafelagnum, uttan at tað beinleiðis framgongur, hvat ætlanin við broytingini var.

Tað má eisini leggjast til grund, at skipanin viðvíkjandi útrokning av frítíðarpeningi og úrtíðarløn helt fram óbroytt og framvegis hevur hildið fram hóast mótmælini frá Starvsmannafelagnum.
Meirilutin heldur, at ætlanin við broytingini í 1987 bert var at undirstrika, at tað vóru limir Starvsmannafelagsins, ið áttu eftirlønarskipanina, sum jú var teirra partur av lønarhækkingini í 1985, men broytingin sigur einki um eftirlønargjaldið var arbeiðsgevara- ella arbeiðstakaragjald. Skrivið frá Starvsmannafelagnum frá 10. juli 1987 grettir heldur ikki eitt orð um sáttmálan.
Avgerðandi hjá meirilutanum er hvussu skipanin er praktiserað higartil, og at eftirlønargjaldið skattliga er viðgjørt sum arbeiðsgevaragjald.

Umrødda eftirlønargjald er tí - hóast partar av starvstreytunum - ikki partur av sjálvari lønini, hjá teimum limum Starvsmannafelagsins, sum eru undir skipanini. Tað eigur tí ikki at verða roknað frítíðarløn ella úrtíðarløn av gjaldinum.
Sergrundgeving
Minnilutin (2 limir) heldur, at tað undir vitnisfrágreiðingunum er komið fram, at partarnir undir samráðingunum í 1985 vóru samdir um, at talan var um eina generella lønarhækking, sum limir Starvsmannafelagsins antin kundu fáa útgoldna ella fáa flutta beinleiðis til eina eftirlønarskipan. Hesir limir halda tí - hóast tað um fram er komið um, hvussu skipanin er praktiserað, og hvussu tann skattliga viðgerðin er farin fram - at talan er um løntakaragjald, og at viðkomandi limir tí hava rætt til frítíðarpening av gjaldinum, eins og tað eigur at verða tikið við, tá úrtíðarløn verður roknað

Útskurður verður at siga samsvarandi niðurstøðu meirilutans.

Sergrundgeving hjá Poul Hansen:

Viðv. 1-G-14/1997: Starvsmannafelagið ímóti Føroya Landsstýri

Í úrskurðinum frá 6/5-97 fær Starvsmannafelagið viðhald í at starvsmenn, sum halda frí smb. grein 15 stk. 4 í sáttmálanum hava rætt til eyka frídag tá ein av teimum í grein 14 nevndu frídøgunum fellur á ein vikudag, sum ikki er sunudagur.

Av tí at úrskurðurin bert undantekur sunnudag, kann ivi vera um tá grein 14 frídagarnir fella á aðrar halgidagar, sum t.d. í ár tá Flaggdagurin og Dýribiðidagur fullu á sama dag.

Tað skal tó gerast vart við, at undir gerðarrættarmálinum var tað eingin ivi - hvørki frá Starvsmannafelangum ella gerðarrættarlimunum - at slík føri geva ikki eyka frídag.

Ynskiligt hevði verið, at úrskurðurin nevndi sunnu- og halgidagar, men av tí, at kæruritið bert nevnir sunnudagar lat hetta seg ikki gera.

Hetta er skrivað fyri at sleppa undan møguligum misskiljingum um ivi skuldi komið um aðrir halgidagar skulu tukast smsv. ella mótvegis sunnudøgum.

Hetta skriv er sent til allar gerðarættarlimirnar umframt Sigmund Poulsen og Jónfinn Thomsen.

Vænti at hoyra aftur frá tykkum um tit eru ósamdir við mær.
Úrskurður sum PDF
Aftur